mánadagur 4. apríl 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. apríl 2011 · Nr. 40
26
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge - Liverpool
Tú mást hvørki renna út til tíni egnu
viðhaldsfólk ella viðhaldsfólkini hjá
mótstøðuliðnum at fegnast, tú mást
ikki taka troyggjuna av í gleði og í
somu løtu bólturin brestur í netið,
so kemur dómarin rennandi fyri at
fortelja tær, at tú skalt skunda tær
upp á pláss so dysturin kann byrja
aftur. Og hvat annað? Áh ja, tað er
heldur ikki lov at siga nakað ljótt,
tí so fært tú leikbann! Nei, tað er
eftir hondini ikki lætt at vita hvat
tú kanst loyva tær at gera tá tú
hevur skorað.
Gullfiskurin Wayne Rooney
Fimm dagar undan sínum 17-ára
føð ingardegi skoraði Wayne Rooney,
við frálíkum skoti, avgerandi málið
fyri Everton móti verandi meist-
arunum, Arsenal, sum ikki høvdu
tapt í 30 dystum.
-- Minst til navið Wayne Rooney,
skrálar frásøgumaðurin.
Síðani 19. oktobur 2002 hevur
Wayne Rooney liva sum ein gull-
fiskur í eini stórari klárari skál.
Alt sum hann ger og sigur verður
endavent í fjølmiðlinum. Everton
megnaði ikki at halda upp á stjørnu-
skotið, sum í 2004 verður selt til
Manchester United. Tað kom illa
við hjá Everton viðhaldsfólkunum,
sum enn tað dag í dag ikki hava
fyrigivið Wayne Rooney.
Ágangurin
mótvegis
Wayne
Rooney var so harður fyrr í ár, at
Sir Alex Ferguson valdi ikki at hava
Wayne Rooney í hópinum, tá Man-
chester United vitjaði á Goodison
Park. Hetta var sutt eftir, at ein ung
dama hevði fortalt fjølmiðlinum
um hennara nætur við 25-ára
gamla framherjanum. Hóast Wayne
Rooney ikki var við tann dystin, so
hoyrd ist mangt róp mótvegis fyrr-
verandi Everton leikarunum tann
dagin.
Tjóðarhetja
sum 18-ára gamal
Sum 18-ára gamal gjørdist Wayne
Rooney ensk tjóðarhetja, tá hann í
EM endaspælinum í 2004 var besti
enski landsliðsleikarin. Síðani tá
hava øll eygu verið vent móti unga
manninum hvørja ferð Onglandi
spælur illa. Og tað er heldur ikki
so sjálvdan, tá hugsa verður um,
at ensku viðhaldsfólkini og ensku
miðlarnir halda, at Ongland skal
vinna hvørt EM og HM endaspæl.
Í HM endaspælinum í summar í
Suðurafrika kókaði Wayne Rooney
so yvir. Eftir málleysan javnleik
móti Algeria sigur Wayne Rooney
nøkur minni pen orð um ensku
viðhaldsfólkini, ið vísa sína ónøgd
við avrikið. Fjølmiðlarnir vóru
skjót ir at varpa ljós á unga harran
og orð hansara.
Hetta kappingarárið hevur ikki
eydnast eins væl og tað undanfarna.
Í oktobur í ár boðaði Sir Alex
Ferguson frá á tíðindafundi, at
Wayne Rooney ynskti at skifta
felag. Viku seinni skrivaði Wayne
Rooney undir nýggjan sáttmála,
sum fleiri mettu tryggjaði 25-ára
gamla scousarinum góðar tvær
millión ur krónur um vikuna. Tað
er ikki fallið í góða jørð í ensku
miðlinum og hvørjaferð Wayne
Rooney ger okkurt, so eru miðlarnir
skjótir at gera vart við høgu lønina
hjá hon um, ið mun til vanliga fólki.
Upton Park 2011
Leygardagin var Manchester United
so á vitjan hjá West Ham, hvørs
eig arar eru tveir porno gubbar, ið
hava vunnið sær pening av selja
bløð av hálvnaknum konufólki.
Gjøgnum allan dystin verður ýlt
eftir Wayne Rooney. Hvørja ferð
hann nemur bóltin gera West Ham
viðhaldsfólkini vart við sína hugs-
an um Wayne Rooney. Tað var eisini
undan somu uppgerð í 1998, at ein
dukka, ið skuldi fyristilla at verða
David Beckham, var hongd á ein
lyktapela, fyri at vísa sína ónøgd
við reyða kortið hjá David Beckham
móti Argentina í HM endaspælinum
í Fraklandi í 1998.
Tað gongur heldur ikki ser liga
væl hjá Wayne Rooney og Man-
chester United. 25 minuttir fyri tíð,
við støðuni 2-0 til West Ham, fær
Manchester United fríspark. Wayne
Rooney og Ryan Giggs standa hjá
bóltinum tá dómarin bríkslar.
Wayne Rooney sendir eitt banan-
skot, sum Kalle Mohr hevði kallað
tað, út um manngarðin hjá West
Ham og í mál.
Løtu seinni er Wayne Rooney
aftur upp á spæl. Við góðum bólt-
førleika kemur hann í góða støðu í
brotsteiginum og javnar fyri Man-
chester United. Tað gongur aftur
bara ein lítil løta, so er brotsspark
til Manchester United. West Ham
leikarnir eru í øðini og umringa
dómaran. Wayne Rooney verður
settur at skjóta og hann er tryggur
úr 11 metrum.
3-2 til Manchester United og
Wayne Rooney hevur prógva sítt
viðrið. Hann hevur vunnið á West
Ham viðhaldsfólkunum, ið rópt
eftir honum allan dystin og hann
hevur sett allar kritikkarnar upp á
pláss. Í sekundinum eftir málið fær
hann sent eitt sjóvnarpsupptøkutól
í andlitið. Maðurin, sum ikki kann
venda sær fyri fjølmiðlum ella
kritikki, hevur vunnið einasta
dyst in, sum hann kann vinna í
løtuni. Nemmiliga tann á vøllinum.
Í sigurs rúsinum bannar hann beint
í upp tøkutólið, ið er slongt í høvdið
á honum.
Og við eitt fór frálíka hattrickið,
ið helst tryggjar Manchester United
meistaraheitið, á síðu tvey, meðan
forsíðan verður ruddað, tí Wayne
Rooney hevur banna!
Wayne Rooney,
fyrimyndin hjá børnunum
Stutt eftir dystin sendir Wayne
Rooney út tíðindaskriv, har hann
sigur orsaka fyri hendingina. Hann
er serliga keddur av at børn, ið sita
við hús hava hoyrt hann banna.
Enska fótbóltssambandið avgerð
í dag, um Wayne Rooney skal leik-
bannast fyri hendingina. Hetta
er sama fótbóltssambandið, sum
metir at porno gubbarnir, David
Gold og David Sullivan eru »Fit and
Proper« at reka eitt fótbóltsfelag
í bestu ensku deildini. Um enska
fót bóltssambandið er so áhuga í at
hava eitt reint image, so kundu teir
byrja við sær sjálvum.
Eisini kundu familjupáparnir, ið
hava fingið so ilt í reyvina av Wayne
Rooney, latið vera við at keypt eitt
nú pornobløð og heldur brúkt tíð
saman við sínum børn og lært tað
hvat er rætt og skeivt enn bara at
geva Wayne Rooney skyldina fyri
allan ringan atburð á og uttanfyri
vøllin.
Wayne Rooney
skal ikki banna
Tað, sum Wayne Rooney gjørdi
leygar dagin var ikki rætt, men
ongin er deyður av tí hann hevur
gjørt. Faktist so kom ongin til skaða!
Tað ber ikki til revsa Wayne Rooney
harð ari enn nakran annan leikara,
bara tí hann er Wayne Rooney.
Wayne Rooney er ein endur-
spegling av samfelagnum í dag.
Tað er lov at banna í sjónvarpinum
og í út varpinum. Hvørtfall um
tú ert action sjónvarpshetja ella
tón leikari. Børn eru ikki býtt
og tápuligu sensur hátturin hjá
miðlinum, við at leggja upp til orðið,
men ikki senda sjávt orðið hjápur
so slett einki.
Tónleikarar og onnur kend
fólk tosa javnan um teirra nýtlsu
av rúsdrekka og rúsevnum. Fjøl-
miðl arnir senda gleðiliga alt tað
sum eitt nú Charlie Sheen hevur
at siga fyri tíðina og filmarnir, ið
sjónvarpið vísur eru nógv verri enn
tað, ið Wayne Rooney nakrantíð
hevur sagt ella gjørt á einum fót-
bólts vølli.
Tí er Premier League
væl umtókt
Tað er ein orsøk til, at Premier
League kappingin er so væl umtókt
kring allan heimin. Tað er tí tað eru
rættir menn, sum spæla fótbólt.
Leikarar liggja ikki og gremja seg
um hvørja takling, tað er nógv ferð á
og kenslurnar hanga uttan á. Og so
leingi annar hvør leikari gongur og
bannar so skal Wayne Rooney eisini
sleppa at banna – eisini tá hann fær
slongt eitt sjónvarpsupptøku tól í
gronina!
trondur@sosialurin.fo
Wayne Rooney bannaði
– og hvat so?
Premier League Eina løtu er hann frelsarin og øll elska hann, men løtu seinni er hann maðurin, ið øll elska
at hata. Wayne Rooney skoraði leygardagin reitt hattrick upp á eitt gott korter, men alíkavæl er skrivingin
um Manchester United framherjan ikki pen í dag. Hann var nemmiliga so frekur at banna eftir triðja málið