mánadagur 4. apríl 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. apríl 2011 · Nr. 40
12
Sosialurin
Nøvn
Tað eru tríggir blaðstjórar,
sum hava flutt og hava havt
stóran týdning fyri meg.
Tann fyrsti kallaðist Chr.
P. Fogtmann 1918-2003. Hann
var blaðstjóri á Thi sted Dag-
blad í eitt manna minni.
Hann lærdi meg, at jour nal-
istiska fakið er kreativt og
eisini er eitt handverk, eins
og øll onnur handverk og
kann lærast.
Tann næsti var Georg
Lind enskov
Samuelsen,
1910-1997, sum lærdi meg tað
forfínaða í skriving, hvussu
tú kundi sláa tónan ann í
skriving, soleiðis at boð skap-
urin ikki er at fara skeivur av
og samstundis ikki at verða
áleypandi meira enn rímiligt
er. Hann lærdi meg fair play.
Tann triði er Jan Müller
føddur í 1951 og tað er hann,
hendan greinin snýr seg um.
Jan lærdi meg breidd ina í
journalistikki, at journal i-
stikkur eisini er annað enn
bara at ganga og hanga upp
í politikarum, at jour nali-
stikkur eisini er vanliga
søgan heilt niðri á gólvinum.
Jan lærdi meg at sleppa
snobbarínum í journalistikki,
bæði uppeftir og niðureftir
og heldur at fara eftir søguni
enn persóninum. Og Jan lat
míni eygu upp fyri, at hvørt
einasta menniskja er ein
søga, ið kann sigast undir
lívsins skiftandi viðurskiftur.
Skrivingin er ein partur av
eini ótømandi keldu og tá ið
samfelagsviðurskiftini ikki
sjálvi seta yvirskriftirnar
er pláss fyri kreativiteti og
úr hesum koma oftast tær
bestu greinarnar.
“Forbannað interessant.”
Hetta er grundhugburðurin
hjá Jan og ein slíkur hug-
burð ur letur upp heldur enn
at avmarka. Jan hevur ikki
havt tað lætt til arbeiðis.
Hann hevur stjórnað einum
blaði í eitt mannaminni,
sum ein flokkur átti og hetta
hevur hann gjørt meistarliga.
Javnaðarfólk eru ikki betri
ella øðrvísi enn onnur fólk. Tá
ið tann innari svínhundurin
er útpurraður er absolut
ong in munur á fólki. Og ofta
í einum politiskum betent um
umhvørvi dugdi Jan at stýra
millum skerini við diplo mat-
iskum tevi, soleiðis at tann
óhefti
journalistikkurin
kundi vaksa ájavnt við reyðu
rósuna.
Jan Müller fyllir 60 ár í dag
og eg verið konfronteraður
við at lívið í kroppi styttist.
Eg eri beint í hølunum á hon-
um, bert sjey ár seinni. Akku-
rát nú veit eg ikki, hvussu
hendan greinin skal skrivast.
Skal hon verða undirhald,
ella skal hon koma frá einum
djúpari plássi innan í mær
sjálvum, har mongu løturnar
hava fingið eitt pláss, skip-
aðar í minninum av heilt
øðrum sterkari kreftum enn
tær eg sjálvur eigi.
Vit fylgdust í seinnu
helvt av sjeytárumum og øll
áttatiárinum sum journal-
istar á konkurerandi miðlum.
Sóust tá ið journalistar hitt-
ust, kendust ikki nakað ser-
ligt og høvdu virðing fyri
hvørjum øðrum. Í august
1990 sendi hann boð eftir
mær. Impulsivur sum altíð
lat hann seg ikki steðga av,
at eg var staddur umborð á
“Winston Churchill” á veg til
Danmarkar. Setanar sam røð-
an gekk fyri seg yv ir Tórs-
havn Radio. Og hann hevði
stórar ætlanir. Sosialurin
skuldi koma út sum eitt
rættu ligt dagblað fimm ferð-
ir um vikuna og hann hevði
brúk fyri mær. Hann hevði
so nógv upp á hjarta og
hóast radioóljóð var í luftini
og russisk skip høvdu huga
at kappast við okkum um
ljóðbylgjurnar, kundi einki
steðga hansara eldhuga. Og
tað er saman entusiasma vit
hoyra nú 21 ár seinni.
Og vit fingu Sosialin út
fimm ferðir um vikuna og fólk
tóku hesa øktu útgávu til sín
og blaðið vaks og tann stóri
starvsfólkahópur við Jan á
odda stríddist og strevaðist
og at enda gjørdist blaðið
Føroya størsta blað. Og nú er
alt hetta søga. Umstøðurnar
í blaðheiminum eru broyttar,
Sosialurin
hevur
tillagað
seg. Blaðið er aftur tódnað
til tríggjar ferðir um vikuna
og vit, sum brendu fyri hesi
fimm daga útgávu harmastog
kenna hetta sum eitt stórt
afturstig.Eg harmist og kenni
eg Jan rætt, er hann heldur
ikki fegin. Eitt dagblað er
eitt dagblað sum ikki kemur
út annanhvønn dag.
Ein blaðstjóri hevur al stór-
an týdning fyri journalistar
og her knýtast bond, sum eru
sterk, og tey halda enn, hóast
vit ikki nú síggjast dagliga.
At skriva er umframt eitt
handverk, eisini skapandi
arbeiði. Og hevur tú ein
blaðstjóra, sum kann sparra,
er tú heppin. Jan er útbúgvin
journalistur og brennur fyri
fakinum og tí kendi eg meg
væl, so skjótt eg steig inn um
dyrnar á Sosialinum. Endi-
liga møtti eg einum blað-
stjóra, sum vassaði í hug-
skot um og sum hevði eitt
net verk, ið bara vildi nakað.
Hetta var beint áðrenn far-
telefontíðina og Jan var
sjálvur ventilurin, har tipsini
komu inn í húsið og stóð tú
fastur, hevði Jan ein langan
lista av møguligum evnur
og grundtóni hansara var,
at tað bar til. At samgongan
var um at slitna var forbanna
interessant og at vatnskaði
var staðfestur í skúlanum
á Trøllanesi var eisini for-
bannað interessant.
Eg hevði við ein blaðstjóra
at gera, sum gekk kring í
býnum sum ein magnet, ella
ein turrur svampur, ið ikki
kundi mettast av hugskotum,
íð seinni kundu gerast til
tíðindi og einum tílíkum
tilfarsbanka er stuttligt at
arbeiða saman við.
Eg veit ongantíð um, at
Jan hevur verið skeptiskur
fyri einum journalistiskum
hugskoti. Hann kann hava
verið skeptiskur um hvussu
hugskotið varð loyst, men
ongantíð fyri sjálvum hug-
skotinum og tað er ein dygd,
ið átti at givið ein ridd ara-
kross einaferð í tíðini.
Jan hevur eina ótrúliga
arbeiðsmegi og hóast hann
hevur verið stjóri megi n part-
in av livinum er hann fyrst og
fremst journal ist ur og hetta
hevur kappast somikið nógv
við
leiðsluuppgávuna,
at
onk untíð hava vit starvsfólk
longst eftir einum stjóra,
heldur enn einum konkurenti
og sjálvandi er hetta skrivað
í einum ógvuliga jaligum
anda.
Størstur av øllum er kær-
leikin skrivar Paulus við
reyðum í Korint og “alt annað
er rein skrææba” legði tann
nýumvendi havnarmaðurin
afturat í eini útlegging.
Og hvat stendur klárast
eftir, nú vit báðir ikki hittast
dagliga longur. Tað er stóra
og heita hjarta sum seinastu
60
árini
hevur
bankað
nervøst í bringukassanum
á Jan. Jan hevur hjartað við
í gerandisdegnum og vit
eru mong, sum hava kent
fløvan av hesum. Hann er
nærverandi, tá ið lívs sjógv-
arnir gerast høgir og gøtan
knortlut og við einum liv-
að um lívi, veit hann hvat
mannalívið hevur at bjóða
og tí kann hann stuðla, tá ið
tað gongur í móti hjá starvs-
fólkunum. Tað er ein leið-
aradygd, ið ikki kann keyp-
ast.
Jan hevur ikki grivið
talent irnar niður í jørðina.
Hann hevur brúkt síni evnir
betri enn tey flestu og hóast
mítt liberala hjarta altíð er á
varðhaldi fyri autoritetum,
havi eg djúpa virðing fyri
føðingardagsbarninum
og
ynski honum alla hugsandi
eydnu framyvir.
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Jan Müller seksti,
forbannað interessant!