mánadagur 4. apríl 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 4. apríl 2011 · Nr. 40
Sosialurin
Tað var ikki sørt skakandi
og við stórari sorg, at vit
mánadagin 14. mars fingu
boð ini um, at Kaj brádliga
var farin eftir stutta sjúkra
legu. Tómrúmið eftir hann í
Tinganesi kennist fram veg
is ikki veruligt. Men harði
sannleikin, sum vit tí verri
vera noydd at laga okk um
til er, at ein reystur varði
av breiðari vitan og hugna
ligari samveru, okkara kæri
starvsfelagi, Kaj P. Morten
sen, ikki longur er ímillum
okkum.
Kaj hevði langa og ógvu
liga samansetta starvsleið
aftanfyri seg, ið gav honum
hollar royndir. Sum ungur
maður stóð hugurin til sjógv
in, hann gjørdist skipsførari
og sigldi úti í heimi. Seinni
kom hann heim aftur til
land ið,
sum
var
honum
kært, og nevnast kann, at
Kaj gjørdist fyrsti skipari
um borð á Tjaldrinum hjá ný
stovn aðu Vaktar og bjarg
ing ar tæn ast uni.
Sum
frá
leið fór Kaj á land og gjørdist
embætis maður í landsins
fyrisiting, har ið hann røkti
ymisk størv, til hann gjørdist
fyrsti aðal stjórin í ný stovn
aða Fiski mála stýrin um, sum
seinni broytti navn til Fiski
málaráðið, og røkti hetta
starv í sjey ár til hann í 2004
kom at starvast í føroysku
uttanríkistænastuni. Tá ið
Uttanríkisráðið
varð
sett
á stovn í 2008, gjørdist Kaj
stjóri fyri Altjóðadeildina.
Her hevur hann hildið sín
áhuga við líka til havið og
mál knýtt at tí. Í tí sambandi
kann nevnast, at Kaj, nú ið
hann so bráðliga doyði, hevði
havt ein virknan leiklut
í arbeiðinum at gera ein
Search and Rescue sáttmála
fyri arktiska økið.
Sum umboð fyri Føroy ar
í nógvum ymsum mill um
landa samstarvi og sam ráð
ingum gjøgnum árini vann
Kaj sær stóra virðing sum
ein reiðiligur, álítandi og
vinarligur samstarvsfelagi.
Tey mongu hjartaligu sam
kenslurit, ið eru móttikin úr
útheiminum seinastu dag
arnar, sum spenna vítt, alt
frá Russlandi til Kanada,
Noregi til Grønlands, eru
vitnisburður um hansara
serliga eginleika til at røkja
persónlig sambond og við
hesum menna og styrkja
umdømi Føroya sum fiski og
sjóvinnutjóð. Hesar serstøku
persónligu dygdir hjá Kaj
eiga øll, sum arbeiða við at
røkja
uttanríkisáhugamál
Føroya sanniliga at taka til
sín sum eina fyrimynd.
Uttanríkisráðið
hevur
verið
merkt
av
stórum
broyt ingum seinastu tíðina,
ið eisini hava sett sín dám á
dagliga arbeiðsumhvørvið.
Í allari hesari tilgongd var
Kaj ein dýrabar barlast fyri
starvsfólkini í ráðnum, yngri
sum eldri, leiðarar sum full
trúar og skrivstovufólk. Við
sínum drúgvu royndum í
landsins fyrisiting og sínum
sinniliga máta at viðgera
áleikandi mál, var Kaj altíð
til reiðar við pragmatiskum
loysnum og skilagóðum ráð
um. Vit harmast almikið um,
at vit ikki fingu tíð at gera
honum nóg greitt, hvussu
takksom vit hava verið fyri
hansara serligu evni til bæði
at stimbra og sissa eitt ofta
krevjandi arbeiðslag.
Hjá Kaj hevði familjan
altóran týdning. Okkara tank
ar og hjartaliga samkensla
er við tykkum Sigrun, Jan,
Heini, Julia og hansara elsk
aða abbason Pauli.
Missurin og saknurin er
stórur eftir Kaj. Vit drýpa
høvur í sorg og æra hansara
minni.
Øll í Uttanríkisráðnum
Kaj P. Mortensen
– ein kærur starvsfelagi er farin