Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mars 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 46 - 7. mars 2002 Seinastu umførini í innleiðandi kappingini vóru leikt í Bridgehúsinum í Havn um vikuskiftið, og favorittarnir fóru víðari BRIDGE Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen Í 1. deild hendi einki óvæntað. Tey fýra liðini, ið hava ligið fremst allan veturin, hildu støðuna og skulu í mai mánaða til Klaksvíkar at leika finalu umfar um FM heitið. Liðini hava í finalu umfarinum helvtina av innanhýsisstigunum við sær. Størri var spenningurin í 2. deild. Tá seinasta stikk var tikið í Bridgehúsinum sunnukvøldið var greitt, at liðið hjá Jórun Johannesen hevði vunnið 2. deild, og sostatt er flutt upp í 1. deild komandi ár. Tey vunnu í síðsta enda við hampuliga stórum muni, men spenningurin var stórur til tað síðsta. Hvat lið flytir upp í 1. deild saman við Jórun verður avgjørt í Klaksvík í mai, tá tey bæði aftastu liðini í 1. deild í bólki saman við nr 2 og 3 í 2. deild skulu leika um hitt uppflytingarplássið. Úrslit og støður: Bridgehúsið Tórshavn Umfar 7 – Fríggjadag 1. mars kl 19.30 1.deild Allan Dal Christiansen — Jóna Grunnveit 21-09 Símin Lassaberg — Junior Buss Taxa 14-16 Hanus Bærentsen — Carl Mikkelsen 06-24 2.deild Hallur Ellingsgaard — Danny Transport 20-10 Øssur Winthereig — Jórun Johannesen 08-22 Eyðun Jakobsen — Hans Egil Joensen 04-25 John Reid Skoralíð — Álvur Klakk 07-23 Umfar 8 – Leygardag 2. mars Kl 10.00 1.deild Carl Mikkelsen — Allan Dal-Christiansen 13-17 Junior Buss Taxa — Jóna Grunnveit 19-11 Símin Lassaberg — Hanus Bærentsen 19-11 2.deild John Reid Skoralíð — Hallur Ellingsgaard 18-12 Hans Egil Joensen — Øssur Winthereig 14-16 Álvur Klakk — Danny Transport 20-10 Eyðun Jakobsen — Jórun Johannesen 05-25 Hallur Ellingsgaard — Hans Egil Joensen 14-16 Øssur Winthereig — Álvur Klakk 09-21 Danny Transport — Eyðun Jakobsen 15-15 Jórun Johannesen — John Reid Skoralíð 19-11 Umfar 9 – Leygardag 3. mars kl 14.50 1.deild Allan Dal-Christiansen — Símin Lassaberg 14-16 Hanus Bærentsen — Junior Buss Taxa 12-18 Jóna Grunnveit — Carl Mikkelsen 04-25 2.deild Álvur Klakk — Hallur Ellingsgaard 13-17 Eyðun Jakobsen — Øssur Winthereig 07-23 John Reid Skoralíð — Danny Transport 16-14 Hans Egil Joensen — Jórun Johannesen 13-17 Hallur Ellingsgaard — Eyðun Jakobsen 14-16 Øssur Winthereig — John Reid Skoralíð 22-08 Danny Transport — Hans Egil Joensen 08-22 Jórun Johannesen — Álvur Klakk 13-17 Umfar 10 – Sunnudag 3. mars kl 14.00 1.deild Junior Buss Taxa — Allan Dal-Christiansen 18-12 Carl Mikkelsen — Símin Lassaberg 02-25 Jóna Grunnveit — Hanus Bærentsen 23-07 2.deild Øssur Winthereig — Hallur Ellingsgaard 07-23 Jórun Johannesen — Danny Transport 07-23 Hans Egil Joensen — John Reid Skoralíð 18-12 Eyðun Jakobsen — Álvur Klakk 08-22 Hallur Ellingsgaard — Jórun Johannesen 12-18 Danny Transport — Øssur Winthereig 15-15 John Reid Skoralíð — Eyðun Jakobsen 13-17 Álvur Klakk — Hans Egil Joensen 20-10 Danny Transport — Hallur Ellingsgaard 14-16 Jórun Johannesen — Øssur Winthereig 17-13 Hans Egil Joensen — Eyðun Jakobsen 19-11 Álvur Klakk — John Reid Skoralíð 19-11 Endaliga støðan 1. deild 1 Allan Dal-Christiansen 191 2 Símin Lassaberg 188 3 Junior Buss Taxa 176 4 Carl Mikkelsen 139 5 Jóna Grunnveit 95 6 Hanus Bærentsen 87 Støðan 1. deild í innanhýsis hálveraðum stigum 1 Símin Lassaberg 48,5 2 Allan Dal-Christiansen 48 3 Junior Buss Taxa 48 4 Carl Mikkelsen 31,5 Endaliga støðan 2. deild 1 Jórun Johannesen 260 2 Hans Egil Joensen 241 3 Øssur Winthereig 227 4 Álvur Klakk 226 5 Hallur Ellingsgaard 226 6 Danny Transport 198 7 Eyðun Jakobsen 151 8 John Reid Skoralíð 145 Liðini, sum skulu spæla um eitt uppflytingarpláss eru: Jóna Grunnveit, Hanus Bærentsen, Hans Egil Joensen og Øssur Winthereig Spøl Vit skulu síggja tvey spøl frá vikuskiftinum. Í báðum spølunum síggja vit, hvat hendir við borðini har Junior Buss Taxa er annar parturin. Í hesum fyrra spælinum hittast Junior Buss Taxa og Símin Lassaberg. E/A K543 7 Q10764 1085 QJ986 A7 Q10 863 K85 AJ32 K62 AQJ3 102 AKJ9542 9 974 V N E S Árni Hans J. Símin Arnbjørn Dam Petersen Lassaberg Sivertsen - - 1ut pass 2hj pass 2sp pass 3ut pass pass pass Útspæl: hjA EV fingu frið at melda og komu í ta natúrligu kontraktina, 3ut. 2hj var flytimeld til spaðara, og við 3ut vísti Árni, at hann hevði 5 lit í spaðara. Tað undrar kanska onkran, hví Sunnan ikki meldaði inn í hjartara. Við hini borðini meldaði Sunnan eisini inn, men so komu EV ikki í 3ut. Ein vanlig kontrakt var 4sp, sum vinnur við teimum røttu klípingunum. Sunnan skuldi nú spæla út ímóti 3ut, og tú kanst helst gita, hvat hann spældi út. Ja, hjA tók fyrsta stikk, og hann steðgaði ikki, fyrr enn hann hevði tikið sjey stikk, so kontraktin fór tríggjar niður. Spælið gav liðnum hjá Junior Buss Taxa 3 imp. Við hitt borðið, har EV komu í 4sp, hevði Vestan fingið skeiva frágreiðing um merkingina av innmeldinum 2hj. Hetta ørkymlaði hann so mikið, at hann spældi kontraktina tveir niður. Sera óheppið, tí við vanligari spælføring vinnur 4sp lættliga. Í tí seinna spælinum eru Junior Buss Taxa og liðið hjá Allan Dal-Christiansen í brókatøkum. S/NS Q AK97 KJ10753 J7 A874 K10953 1083 6 2 Q84 AK542 Q1093 J62 QJ542 A96 86 V N E S Arnbjørn Heðin Hans J. Jóannes Sivertsen Mouritsen Petersen Mouritsen - - - 2hj pass 4hj pass pass pass Útspæl: klK Jóannes pressaði sitrónina við 2hj. Hart meldað við vánaligum 5 liti einsamallur í hættu. Vestan hevur eitt sera torført meld eftir 2hj. Upplýsingardupling við minimum kemur ikki upp á tal við einari singleton í ómeldaðum liti (rútara), og kleyvaraliturin er heldur veikur, so best mundi vera at melda pass og bíða til makkarin upplýsingar- duplaði. Men Norðan meldaði 4hj, og so vóru EV sperraðir úti. Við eitt sindur av hjálp frá mótspælinum - single rútari varð spældur í øðrum stikki, vann Jóannes lættliga kontraktina. Við hitt borðið helt Rói ikki, at hondin hjá Sunnan var tann rætta at sperra við. EV sluppu inn í meldingarnar og komu í 4sp, sum vórðu duplaðir. Mótspælið fekk trý stikk, og liðið hjá Allani fingu ein rimmar dupult-dekkara, sum gav 16 imp. Semi-finala fyri pør Tann næsta kappingin hjá FBS, FM semifinala fyri pør, verður leygardagin 16. mars kl 13.00 í Bridgehúsinum í Havn. Til hesa kappingina er frí tilmelding. Har verða spæld millum 50 og 75 spøl alt eftir, hvussu nógv pør tekna seg. FM finalan fyri pør verður leygardagin 20. apríl. Kappingarleiðarin hjá FBS metir, at umleið helvtin av pørunum í semifinaluni koma víðari í finaluna. Spæligjaldið til semifinaluna er 75 kr fyri hvønn spælara. FM kvinnur Hendan kappingin, sum upprunaliga skuldi verið spæld 17. mars, er útsett til einaferð í mai mánaða. Avgjørt er ikki enn, hvønn dag kappingin verður, men hon verður sama vikuskifti sum tann útsetta FM kappingin fyri veteranar. Vit frætta meir um hetta, so skjótt nakað nýtt er. Opið hús Bridgehúsið hevur opið hús hvønn sunnudag. Byrjað verður nú at spæla kl 15 í staðin fyri kl 14. Spæligjaldið, ið kemur inn, fer til at stuðla EM landsliðnum. FM fyri lið: Favorittarnir víðari Vinnararnir av 2. deild. F.v. Oddmar Danielsen, Jórun Johannesen, Johannes Skaarup, Maria Christiansen og Einar Ellingsgaard C M Y K 30 Nr. 46 - 7. mars 2002 31 SØLUFÓLK ALVAL søkir eftir sølufólki. Av tí, at okkara sølumaður fer undir víðari útbúgv- ing, vilja vit hervið søkja eftir nýggjum sølufólki at byrja uml. 1. apríl. Vit kunnu bjóða tær eitt fjølbroytt og áhugavert starv innan sølu og tænastu til og av vinnulívinum í Suðuroy. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt, og kann rokna við at arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð eisini. Starvið umfatar eisini útkoyring og vanliga av- greiðslu. Løn eftir avtalu. ALVAL er ein minni fyritøka í Suðuroy,sum í høvuðs- heitum selur sínur vørur og tænastur til vinnulív og stovnar í oynni. Vit vænta at umsøkjarir hava eina miðnámsútbúgv- ing, so sum HH ella Student, ella at umsøkjarin hev- ur relevantar royndir á økinum. Vil tú hava meira at vita, ber til at venda sær til Poul Midjord Dam: poul@alval.fo, tel. 37 21 86 ella 21 21 86. Umsókn saman við møguligum prógvum og við- mælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. marstø 2002. ALVAL FO-827 Øravíkarlíð Byggitilfar bíliga til sølu Kom og hjálp mær at rudda. t.d.: 2”x 6” 105 stk. á 3,0 m 2 1/2”x 5” 146 stk. á 3,9 m 2”x 4” 36 stk. á 3,9 m og mangt annað Samlað tilboð ynskist Eiko S. Apol Tlf.: 311915 Sandoyar sýslu Javnaðarfelag hevur uppstillingarfund í Ungmannafelagshúsinum á Sandi hósdagin tann 7. mars 2002 kl 20.30 Nevndin Í Býin - Hvønn hósdag 31