hósdagur 7. mars 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 7. mars 2002
29
Vágbingurin Rógvi
Johansen hevur aftur
í ár skrivað undir
sáttmála við Cycling
Aarhus Elite, og hann
fer at koyra á besta
liðnum eins og í fjør
SÚKKLING
Stefan í Skorini
Rógvi Johansen venur nú
aftur við fullari megi eftir
álvarsama skaðan, hann
fekk í september mánaða í
fjør í Herning. Hann var tá
illa meiðslaður og gekk á
høkjum í langa tíð.
Hann hevur samstundis
skrivað undir sáttmála við
Cycling Aarhus Elite, og
hann fer at súkkla við besta
liðnum eins og í fjør.
Rógvi sigur úr Aarhus, at
hann var í ómetaliga góðari
venjing og fekk góð úrslit
undan óhappinum í Hern-
ing, sum tí kom ógvuliga
illa við.
Vágbingurin er sera upp-
settur til komandi kapping-
arár,
tó
hann
skal
framvegis
ganga
til
kanningar á ítróttarligu
læknastovuni í Aarhus.
Rógvi skal vera við á
liðnum til allar vanligar
kappingar í Danmkar, og
hann skal eisini vera við til
UCI kappingarnar, sum eru
størri kappingar við yrkis-
súkklarum. Harumframt
skal hann luttaka í DM
2002, og her er tað serliga
einkultstarturin, sum hann
leggur seg eftir, men hann
skal eisini vera við í lið-
kappingini og í kappingini
á landavegnum.
Rógvi verður væntandi
við í Statoil Kring Føroya
kappingini, sum verður í
summar, hóast hann í
kappingini í fjør varð
noyddur at taka seg úr, tí
ósemja stóðst millum fyri-
reikararnar av kappingini
og Rógva.
BADMINTON
Stefan í Skorini
Seinasta
vikuskiftið
var
endaumfarið í Grand Prix
kappingini í einmansleiki í
badminton
leikt
í
ítróttarhøllini í Vestmanna.
Úrslitini vóru hesi:
Gentur 11 ár:
1.Agnas Olsen, VÍF
2.Hanna Elisa Óladóttir Arge,
HBF
3.Fjóla Luid, HBF
Gentur 13 ár:
1.Óluva Bærentsen, ÍF
2.Brynhild Carlsson, HBF
3.Guðrun Lervig, ÍF
Gentur 15 ár:
1.Ulla í Dávastovu, VÍF
2.Rannvá á Rógvu, VÍF
3.Nicola Gram, MBF
Kvinnuunglingar:
1.Guðrun Poulsen, VÍF
2.Fríða Næs, ÍF
3.Elisabeth Petersen, VÍF
Dreingir 11 ár:
1.Bogi Reinert Petersen, ÍF
2.Ari Ellingsgaard, ÍF
3.Magnus á Rógvu, VÍF
Dreingir 13 ár:
1.Filip Gram, MBF
2.Reidar Luid, HBF
3.Sigurd Carlsson HBF
Dreingir 15 ár:
1.Niclas Eysturoy, HBF
2.Rógvi Poulsen, HBF
3.Bjarki Kristian Gram, HBF
Mansunglingar:
1.Gunnar Poulsen, HBF
2.Høgni Madsen, ÍF
3.Sverri Ellingsgaard, ÍF
Grand Prix í badminton
Rógvi Johansen gjørt sáttmála
Bárður Mikkelsen
vann við liði sínum
Holte ein sera
spennandi og
avgerandi dyst
móti Gentofte
Volley týskvøldið.
Eftir at hava verið
aftanfyri 2-0 vendi
Holte gongdini og
vann 3-2
FLOGBÓLTUR
Stefan í Skorini
Hesin dysturin var sera
avgerandi fyri báðar
partar í stríðnum um at
koma víðari til hálvfin-
alurnar. Hvørki av liðun-
um hevði ráð at tapa.
Holte hevur havt gott
tak á Gentofte í ár og
hevur vunnið allar dyst-
irnar 3-0, men hesuferð
fingu Bárður og teir
stinna mótstøðu.
Gentofte vann tvey tey
fyrstu settini við úrslit-
unum 25-21 og 24-26.
Holte var nú kroyst og
skuldi vinna tey næstu
trý settini fyri at vinna.
Hetta megnaðu liðfelag-
arnir hjá Bárði í einum
braki av einum dysti,
sum kanska kann kallast
ársins dystur. Dysturin
vardi í einar tveir tímar,
og menn vóru útlúgvaðir
eftir dystin.
Javnur dystur
Tvey tey fyrstu settini,
sum Holte tapti, vóru
sera jøvn. Liðini fylgd-
ust allan vegin, men
móti endanum gjørdi
Holte nøkur mistøk,
sum kostaðu teimum
settini.
Holte skuldi vinna
dystin, tí annars var
hálvfinaluplássið
í
vanda. Venjarin gjørdi
tríggjar flytingar á liðn-
um og setti Bárð inn
sum hevara. Tað tyktist
eisini sum mótstøðuliðið
longu hevði kannað sær
sigurin, og hetta gav
Holte
møguleika
at
koma innaftur í dystin.
Bárður kom væl frá
uppgávuni sum hevari,
og hann gav liðnum eitt
annað flog. Hann noydd-
ist tíverri útaftur í fjórða
setti vegna ein knæ-
skaða, ið hevur darvað
honum eina tíð.
Fimta settið mundi
geva fleiri hjartatrupul-
leikar, tí hetta gav
áskoðarum meira spenn-
ing enn gott er.
Gentofte leggur seg
beinanvegin framum 0-
4. Liðini fygljast síðani
til 7-11, tá Holte tekur
dik á seg og javnar til
11-11. Gentofte tekur
seg síðani uppá 11-14 og
hevur tríggjar bóltar at
avgera dystin til egnan
fyrimun.
Holte vinnur tó fýra
bóltar á rað og hevur
síðani ein matchbólt.
Gentofte tekur seg tó
aftur framum til 15-16
og hevur sín fjórða
møguleika at avgera
dystin. Holte svarar tó
aftur og vinnur seinasta
settið 18-16.
Við sigrinum tekur
Holte seg uppá næst-
fremsta plássið, nú bara
tvey umfør eru eftir.
Men tað er sera javnt, tí
Holte hevur átta stig
saman við tveimum øðr-
um liðum.
Komandi
sunnudag
fær Holte vitjan av
oddaliðnum HIK úr Aal-
borg, ið hevur fjúrtan
stig, og sum ikki hevur
tapt nakran dyst í ár. Tað
er av stórum týdningi
hjá Bárði og teimum at
vinna henda, tí so sleppa
teir undan at møta HIK í
hálvfinaluni.
Holte-Gentofte 3-2
(21-25, 24-26, 25-16, 25-19, 18-16)
Holte vann ein gysara
Dreingir 13 ár:
1. Filip Gram, MBF,
2. Reidar Luid,
HBF,
3. Sigurd Carlsson
HBF
Gentur 11 ár:
1. Agnas Olsen, VÍF,
2. Hanna Elisa Óla-
dóttir Arge, HBF,
3. Fjóla Luid, HBF
Dreingir 11 ár: 1.
Bogi Reinert
Petersen, ÍF, 2. Ari
Ellingsgaard, ÍF, 3.
Magnus á Rógvu,
VÍF
Gentur 13 ár:
1. Óluva Bærentsen,
ÍF,
2. Brynhild Carls-
son, HBF,
3. Guðrun Lervig, ÍF
29
Julian Johnsson og
Hull City vunnu
týskvøldið sannfør-
andi á Mansfield, sum
er ein av argastu
kappingarneytunum í
oddinum. Julian skor-
aði fjórða málið hjá
Hull, sum vann 4-1 á
heimavølli
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Eftir at Hull City hevur ver-
ið í einum aldudali, tykist
liðið nú á veg uppaftur.
Hull var við í stríðnum um
fremstu sessirnar í fyrru
hálvu av kappingarárinum,
men síðani fór luftin úr
ballónini, og liðið datt nøk-
ur pláss niður á stigatalv-
uni.
Avrikið týskvøldið móti
Mansfield, ið liggur á triðja
plássi, bendir á, at Hull
hevur tikið annað skinn um
bak. Navnframi venjarin
Brian Little er farin úr fel-
agnum og ungdómsvenjar-
in, Billy Russell, hevur tik-
ið við sum fyribils venjari.
Hull legði hart út og
trýsti Mansfield aftur á
vøllin heilt frá byrjan.
Hetta gav skjótt úrslit, tí
eftir tjúgu minuttir var Hull
frammanfyri 2-0.
Fyrsta málið skoraði Lee
Philpott eftir fjúrtan min-
uttir, og stutt eftir økti Gary
Bradshaw um leiðsluna.
Mansfield var mest sum
fyri ongum, tá farið varð til
hálvleik.
Julian á blettinum
Fýra minuttir eftir steðgin
økti David Norris, sum júst
var komin á vøllin, til 3-0.
Norris er áleypari, sum
Hull hevur lánt úr Bolton.
Dysturin dovnaði nakað
eftir hetta, og málmøgu-
leikarnir vóru fáir. Mans-
field spælararnir fóru at
spæla hart og fingu fleiri
gul kort fyri grovar takkl-
ingar.
Julian Johnsson spældi
allan dystin á miðvøllinum
hjá Hull, og hann setti
krúnuna á verkið tíggju
minuttir fyri leiklok. Julian
var fyrr á einum innleggi,
sum málverjin kom út eftir.
Julian setti høvdið á, og
bólturin datt í tóma málið.
Hetta var fjórða málið hjá
Julian í landskappingini, og
hann hevur eisini skorað
eitt mál í steypakappingum.
Julian hevur spælt tilsam-
ans 40 dystir fyri Hull hig-
artil í ár.
Mansfield fekk pynta um
úrslitið nakað seinni, tá
Shane Bradley setti bóltin í
netið, men Hull vann ein
sannførandi sigur framm-
anfyri 9.158 áskoðarum á
Boothferry Park.
Hinir kappingarneytarnir
í oddinum vunnu eisini
sínar dystir týskvøldið, og
Hull er tí framvegis á sætta
plássi. Átta stig eru upp til
Mansfield á triðja plássi,
sum gevur beinleiðis upp-
flyting til 2. deild. Fýra tey
næstu liðini skulu spæla
innanhýsis uppflytingar-
dystir, og eitt teirra fer við
trimum teimum fremstu til
lovaða landið í 2. deild.
Hull hevur bara níggju
dystir eftir at spæla, og tað
verður tí tungt hjá Julian og
liðfeløgum
hansara
at
vinna beinleiðis uppflyting,
men teir kunnu eisini dúva
uppá uppflytingardystirnar.
Lokaluppgerð
Leygardagin fær Hull vitj-
an av Scunthorpe United,
sum er ein tann argasti
arvafíggindin hjá Hull.
Sagt verður, at heilt fá at-
gongumerki eru eftur til
dystin, og væntandi verður
hetta best vitjaði heima-
dysturin hjá Hull í ár.
Felagið væntar, at fleiri enn
15.000 áskoðarar taka sess
á Boothferry Park leygar-
dagin.
Dysturin hevur stóran
týdning, tí Scunthorpe er í
løtuni tvey stig framman-
fyri Hull, sum tískil kann
fara framvið grannunum
við einum sigri.
Nr. 46 • hósdagur • 7. mars 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Julian skoraði í stórsigri
Julian Johnsson skoraði týskvøldið fimta mál sítt fyri Hull, sum tykist vera komið úr einum
aldudali. Bara níggju dystir eru eftir í landskappingini, sum endar 20. apríl
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Vejle hevur gjørt
leiguavtalu við stóran
brasilskan álops-
spælara, sum er á veg
úr Japan og í bestu
deildina í Italia
ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Í
fyrsta
umfarinum
í
donsku superliguni eftir
vetrarsteðgin var Christian
Høgni Jacobsen fyri fyrstu
ferð í álopinum hjá Vejle.
Eftir at hann hevði verið í
felagnum í ein mánað,
hevði hann megnað at
vunnið sær pláss ímillum
teir fyrstu ellivu, og tað má
metast at vera væl klárað.
Christian Høgni Jacob-
sen skoraði ikki í 5-2 sigr-
inum á útivølli ímóti
Lyngby. Sunnudagin fer
føroyski landsliðsmaðurin
vónandi at fáa ein nýggjan
møguleika at vísa venjaran-
um, hvør dugur er í honum.
Tá skal Vejle spæla á
heimavølli ímóti FCK og
Toda Jónsson. Síðani mál-
leysa javnleikin ímóti AGF
í Parkini hevur Todi Jóns-
son verið eitt sindur eymur
í lærinum, men hann tykist
vera klárur at spæla. Hesa
ferð fer hann ivaleyst at
hava Zuma, sum var leik-
bannaður ímóti AGF, undir
liðini á sær í FCK álopin-
um.
Dysturin
millum
tey
bæði føroysku feløgini í
donsku superliguni verður
sunnudagin at síggja á
TV3+ sjónvarpsrásini.
Kappingarneytin
Í fyrradagin boðaðu teir í
Vejle frá, at teir hava gjørt
avtalu við ein nýggjan
álopsspælara. Tað vil við
øðrum orðum siga, at
Christian Høgni Jacobsen
hevur fingið meiri kapping
um plássini í Vejle álopin-
um.
Talan er um ein bras-ilsk-
an álopsspælara. Hann eit-
ur Jader Spindler. Ofta
hava brasiliumenninir eitt
navn eyka ella eitt keli-
navn. Soleiðis er tað eisini
við hesum fótbóltsspælar-
anum, sum verður nevndur
Baré. Fótbóltsspælarar úr
Brasilia eru ofta smáir og
lættbeintir.
Sambært
donsku fjølmiðlunum í gjár
so er nýggi álopsmaðurin
hjá Vejle ikki av hesum
slagnum.
Baré er 191 centimetrar
høgur, og hann vigar 81
kilo. Tað verður sagt, at
hann er skjótur og sterkur,
og at hann hevur góðan
bóltførleika. Í Japan hevur
hann prógvað, at hann hev-
ur máltev. Í 20 dystum hev-
ur hann skorað 13 mál.
Vejle hevur gjørt leigu-
sáttmála við 20 ára gamla
álopsspælaran, sum verður
í Danmark inntil danska
kappingin verður liðug í
mai mánað. Tað er longu
greitt, at brasiliumaðurin
ikki verður liðfelagi hjá
Christian Høgna Jacobsen
eftir summarfrítíðina. Hann
hevur gjørt sáttmála við
Brescia, sum spælir í bestu
deildini í Italia. Tað átti at
boða frá, at tað eru knotur í
manninum. So fæst at
síggja, um tað verður pláss
fyri bæði honum og Christ-
ian Høgna Jacobsen í Vejle
álopinum.
AaB undir liðini á
FCK
Mánakvøldið var lokalupp-
gerð í Norðurjyllandi í
superliguni. AaB vitjaði í
Viborg, og gestirnir fóru
avstað við øllum trimum
stigunum. Eftir at heima-
liðið hevði lagt bragdliga
fyri og hevði víst gott og
hugflogsríkt spæl, megnaði
AaB at spæla seg upp. Í
Viborg iðraðu teir seg um,
at avrikið hjá teimum ikki
bar í hvussu so er eitt stig
við sær.
AaB vann 1–0, og málin-
um bilti avgjørt einki. Mið-
vallarin Stefan Bidstrup
smekkaði til úr 25 metra
fjarstøðu,
og
bólturin
smoygdi sær dygst inn und-
ir samankomingina.
At AaB fekk øll stigini
ber við sær, at teir eru undir
liðini á FCK, sum á øðrum
plássi er níggju stig aftan-
fyri oddaliðið Brøndby.
Viborg er framvegis í
vanda fyri at flyta niður.
Christian Høgni
fær kappingarneyta
C
M
Y
K
28