Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mars 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 46 - 7. mars 2002 Nr. 46 - 7. mars 2002 27 – Fróðskaparsetrið hevur ein týðandi leiklut í at varðveita og menna landið og okkara samleika. Vit skulu helst ikki bara vera eitt museum, eitt forngripasavn, har vit bara umrøða tað, sum farið er. Men vit mugu gera okkum greitt, at vitan um tað, sum er farið, er partur av støðinum undir at kunna mennast frameftir, sigur rektarin á Fróð- skaparsetrinum, Malan Marnersdóttur FRÓÐSKAPARSETRIÐ Jan Müller Seinastu tíðina hevur stovn- urin verið nógv frammi í almenna orðaskiftinum uppá gott og ilt. Tingmaður hevur reist ymsar spurn- ingar um stovnin í tinginum og fer landsstýrismaðurin í næstum at svara teimum. Malan Marnersdóttir hevur verið rektari á Fróðskapar- setrinum seinastu trý árini. Hon heldur tað vera heilt náttúrligt, at Setrið fær um- røðu millum manna. – Vit eru ein týðandi stovnur. Viðhvørt fáa vit rós og aðrar tíðir rís. Men hon heldur eisini tað er gott, at fólk vita, hvat stovnurin tekst við og hvønn týdning hann hevur fyri Føroyar. Hvør er so hesin stovnurin, sum politikarar o.o. hava valt at seta ljóskastaran á! Fróðskaparsetur Føroya varð sett á stovn við løg- tingslóg í 1965 og er tann hægsti lærustovnurin í landinum. Endamálið við stovninum er: »at inna gransking, geva frálæru á hægri stigi og breiða út kunnleika um vís- indalig háttaløg og úrslit. Harumframt skal Fróð- skaparsetrið fyrireika og halda tey prógv og tær royndir, sum eftir fyriskip- an landsstýrisins eru løgd undir setrið.« Undirvísa og granska Uppgávan hjá fólkunum á stovninum er at undirvísa og granska um somu tíð. Tað byrjaði í smáum við Føroyamálsdeildini, og virksemið er síðani vaksið til tríggjar deildir við gott 150 studentum. Á Føroyamálsdeildini er útbúgving upp til kandidat- stig í norðurlendskum máli og bókmentum. Síðani er tað Náttúruvís- indadeildin við BS útbúgv- ingum í upp til seks evnum. Aftrat teimum er Søgu- og samfelagsdeildin við út- búgving upp til kandidat- stig í søgu og siðsøgu. Nú er so eisini byrjað ein bach- elorútbúgving í stjórnmála- frøði. Á Fróðskaparsetrinum starvast tilsamans 41 fólk, summi parttíð, av teimum eru 20 vísindastarvsfólk og 6 ph.d.studentar. Studenta- talið er í løtuni millum 150 og 170. Stovnurin er enn ov lítil til at taka studentar inn á hvørjum ári. Afturstig í kreppuni Fróðskaparsetrið var fyri einum stórum afturstigi í kreppuárunum fyrst í 90- unum. Játtanin varð skerd við einum triðingi. Játtanin er tó vaksin aftur seinnu árini. Men stórur partur fer til lønarhækkingar, soleiðis at játtanin røkkur ikki til so nógvar nýggjar útbúgving- ar og nýggj størv, sum bæði Setrið og politikararnir kundu ynskt sær. – Vit kundu væl hugsað okkum fleiri pengar, tó at játtanin er vaksin, sigur Malan Marnersdóttir og vísir til, at í dag fær Setrið umleið 16 mill. kr. úr lands- kassanum. Ætlanin er menna stovn- in. Hvussu skjótt hetta gongur veldst nógv um fíggjarjáttanina. Í mun til nógvar aðrar stovnar er Setrið ein sjálv- støðugur stovnur, sum ræð- ur sær sjálvum eftir eini skipan við megindeildar- ráðum og setursráði. Meg- indeildarráðini eru trý, eitt fyri hvørja deild: Føroya- málsdeildina, Náttúruvís- inda-deildina og Søgu- og samfelagsdeildina. Hvør deild tekur sær av síni undirvísing og gransking. Hvørt av hesum ráðum er mannað við seks limum: 3 umboðandi vísinda-starvs- fólkini, 2 umboðandi studentarnar og 1 umboð- andi onnur starvsfólk á deildini. Formenninir í megin- deildarráðunum eru saman við rektaranum setursráðið, sum er ovasti myndugleiki á setrinum. Limirnir í øll- um ráðunum og rektarin verða valdir triðja hvørt ár. Sambært løgtingslógini, sum ásetur hesa skipan, kann eingin leggja seg út í, hvat mann undirvísir og granskar í á setrinum. Hetta er út frá eini hugmynd um, at granskingin skal vera frí. Hon skal ikki vera politiskt stýrd ella stýrd eftir løtu- vinningi og profitti. Hon skal spríkja úr tí virksemi, sum er og teirri gransking- arstremban, sum heldur einum universiteti uppi. Vísindastarvsfólkið skal helvtina av tíðini undirvísa og hina helvtina granska. Harumframt manna tey saman við studentum og starvsfólkum ráðini, sum stýra setrinum. Summi vís- indastarvsfólk hava har- afturat ávís søvn at taka sær av. Malan Marnersdóttir vís- ir á, at tað er starvsskylda og býr í mentanini á setr- inum, at mann granskar, skrivar og kunnger tað mann kemur til. Eitt er tað at granska og kanna, men fremst liggur, at tingini verða kunngjørd, fyri at onnur eisini kunnu fáa gagn av tí. Tá er tað at atfinning- arnar koma, og tær eru sera ein týðandi partur av granskingini. Pengar aðrastaðni frá eisini Fróðskaparsetrið er sum sagt á fíggjarlógini. Men tað fær eisini pengar aðra- staðni frá. Granskingarráð- ið og granskingargrunnar aðrastaðni lata pengar til uppgávur á setrinum, og nú koma eisini oljupengar til setrið. Serstakliga Náttúruvís- indadeildin hevur verið virkin og hevur m.a. havt samstarv við AMG, Atlan- tic Margin Group, sum hev- ur verið við í oljutilgongd- ini í Føroyum frá byrjan. Har varð fyr nøkrum fáum árum síðani byrjað við ein- um stuðuli uppá 1,7 mill. kr. Hildið varð fram við øðrum projekti uppá 600.000 til m.a. at seta kol- vetnisútbúgving í gongd og til at stovna eina serliga starvstovu í tí sambandi. Og í fjør kom so ein stór verkætlan fram, sum gong- ur yvir fleiri ár og er uppá 5,3 mill. kr., og sum eisini er til gransking í kolvetnis- frøði. Har eru fleiri ph.d.- verkætlanir og í tilknýti til tað eisini gjald fyri ein professara-2, tvs. til ein professara, sum kemur utt- anífrá til Føroya at leið- beina í ph.d.-verkætlanun- um. Fróðskaparsetrið týðandi fyri okkara samleika Malan Marnersdóttir, rektari: – Skulu vit støðast her, mugu vit føla eitt tilknýti og hava eina meining við at vera her. Og tað er ta meiningina, sum vit eru við til at skapa her á Setrinum við at granska og leggja fram úrslit og siga frá, hvussu tingini síggja út. Mynd Jens K Vang Ein stór verkætlan hevur verið í gongd á Søgu- og samfelagsdeildini um trad- itión og modernitet, ið fevnir um nógv øki eitt nú fólkalívsfrøði, heilsu-, fornminna-, sam-felags- og søgufrøði. Hon verður fíggjað við donskum granskingarpengum. Teir seks ph.d.-student- arnir, sum útbúgva seg til at vera granskarar, fáa lesturin fíggjaðan av Granskingar- ráðnum og øðrum uttanset- urs stuðlum. Minni játtan enn aðrastaðni Tað skilst, at hevði Fróð- skaparsetrið meira fígging, so vóru har helst eisini fleiri vísindastarvsfólk. Í dag eru um 20 og verður samanborið við Norður- jútland og Norðurlandið í Íslandi átti Fróðskapar-setr- ið at havt eini 100 vísinda- starvsfólk. Men rektarin ásannar, at tað er ein spurningur um játtanarmøguleikar og pol- itiskar raðfestingar, hvussu nógv skal fara til Setrið. – Okkara ynski er at sleppa at virka og mennast. Í 1998 varð skrivað ein menningarætlan eftir áheit- an frá Mentamálastýrinum. Men tað fekst ikki nógv stór játtan til hesa ætlan. Tí er menningarætlanin end- urskoðað, har tað, sum var eftir í teirri gomlu, er tikið við saman við nýggjum tiltøkum. Nýggju uppgávurnar Hvørjar eru so tær nýggju uppgávurnar, sum setrið helst vil fara undir? Til tað sigur rektarin, at á nýskap- anarøkinum liggur kunn- ingartøkni frammarlaga. Arbeitt hevur verið í fleiri ár við at skipa eitt »opið setur«, opið universitet, har fólk lesa hálva tíð sam- stundis sum tey arbeiða. Tey vilja eisini fegin hava gongd á fjølmiðlafrøði. Arbeitt verður við kanska at fáa eitt BA prógv í norð- urlendskum. Síðani verður arbeitt við løgfrøðiútbúgv- ing. Eisini koma lívtøkni og arvagransking, sum tey fegin vilja menna á Setrin- um. Men í øllum hesum veldst tað um fígging. Herfyri varð Jarðfrøðis- savnið skilt frá Náttúru- gripasavninum. Setrið fekk í tí sambandi pengar til jarðfrøði, og í fjør varð ein professari settur í jarðalis- frøði á Náttúruvísinda- deildini, har kolvetnis-út- búgvingin fer fram. Malan Marnersdóttir heldur, at tað sjálvandi skal verða fokuserað upp á tað nýggja, men tað er eins týðandi at halda fast um teir førleikar, sum eru vunnir. – Teir mugu vit halda fast um og menna uppaftur meira heldur hon avgjørd fyri. Neyðugt við gransking – Hvønn týdning hevur so Fróðskaparsetrið fyri Føroyar – onkur sigur, at vit eru so fá, at vit hava ikki ráð til eitt veruligt univers- itet? – Jú vit hava brúk fyri at hava eitt fróðskaparsetur í Føroyum, tí her granska vit í viðurskiftum, sum eingin annar granskar í. Hvar í verðini eru tey áhugað í at granska føroyskt mál og bókmentir burturav ella føroyska søgu ella náttúru. Viðurskiftini her eru ser- støk. Sjálvandi eru tað nógv viðurskifti, sum líkj- ast, men okkara samfelags- skipan t.d. hevur sín ser- staka form, og tí er avgjørt neyðugt við einum gransk- ingarumhvørvi her. Malan Marnersdóttir heldur tað eisini hevur nak- að við samleika at gera, hjá okkum øllum, sum búgva í hesum landinum. – Skulu vit støðast her, mugu vit føla eitt tilknýti og hava eina meining við at vera her. Og tað er ta meining- ina, sum vit eru við til at skapa her á setrinum við at granska og leggja fram úrslit og siga frá, hvussu tingini síggja út osfr. Hon heldur eisini, at tann sannroynd, at vit hava havt eitt fróðskaparsetur síðani 1965, hevur givið okkum nógvar fyrimunir, eitt nú at vit samstarva við fólk aðra- staðni í verðini á sama stigi. – Vit hava alla tíðina sam- starvað við aðrar lærdar háskúlar. Vit eru partur av altjóða vísindasamfelagn- um. Á tann hátt eru vit við í heimssamskiftinum innan vísindi. Fyrr í tíðini vóru tað vísindamenn aðrastaðni frá, sum komu higar og granskaðu Føroyar sum nakað eksotiskt. Tað skal eisini vera við, tí gløgt er gestsins eygað. Men vit hava eisini brúk fyri, at vit innanífrá vísa okkum sjálv og gera okkum nakrar tank- ar, niðurstøður og sjónar- mið um tað, sum fer fram. Granskingin týdning fyri samleikan – Tað verður nógv tosað um sjálvstýri og at vera sjálv- bjargin og at fáa fullveldi. Hevur Fróðskaparsetrið nógv at siga fyri tær til- gongdirnar? – Fróðskaparsetrið varð stovnað í 1965 sum ein lið- ur í teirri tjóðarbygging, sum fór fram eftir seinna heimsbardaga. Beint áðr- enn kríggið varð studenta- skúlin bygdur, og tá varð komið so langt, at tað varð loyvt at undirvísa á før- oyskum. Eftir kríggið varð hildið fram, og mann fær teir ymsu granskingar- stovnarnar sum Náttúru- gripasavnið, Fiskirann- sóknarstovuna og Fróð- skaparsetrið. Tann tjóð- byggingin, sum fór fram í 20. øld, varð gjøgnumførd í nøkrum tíðarskeiðum, fas- um. Malan heldur, undirvís- ing á hægri stigi kann skapa henda samleika. Utt- an mun til hvønn flokk mann hoyrir til, so er tað ein sannroynd, at vit búgva her, og tí hevur tað týdning, at mann kennir til sítt land. – Fróðskaparsetrið hevur ein týðandi leiklut í at varð- veita og menna landið. Vit skulu ikki bara vera eitt museum, eitt forngripa- savn, har vit bara umrøða tað, sum farið er. Men vit mugu gera okkum greitt, at vitan um tað, sum er farið, er partur av støðinum undir at kunna mennast frameftir. Tað er ein almenn upp- gáva at reka Fróðskapar- setrið. Tað er á fíggjarlóg- ini. Men haraftrat fær tað eisini játtanir frá vinnu- lívinum eitt nú oljufeløgum til verkætlanir. Granskingin er í prin- sippinum frí og sprettir úr tí, sum vísindastarvsfólkini vilja gera. Tað eru fólk á Setrinum, sum leggja til rættis, hvat skal granskast og arbeiðast við. Oljufígging Vit spurdu rektaran, um tað er í lagi at eitt oljufelag spyr um at fáa eina kanning gjørda og vil fíggja hana. Til hetta sigur hon, at tað er vanligt bæði her heima og aðrastaðni. – So leingi vit kunnu siga ja og nei er tað í lagi. Soleingi tað er ein verkætlan, sum er definer- að og løgd til rættis og er sprottin burtur úr tí, sum er farið fram á setrinum. Tað er eisini so, at verkætlan- irnar, sum fara fram á setr- inum, eru allar orðaðar eitt nú á Náttúruvísindadeild- ini. Síðani fer eitt ávíst samskifti fram millum part- arnar, eitt nú upplýsingar um hvussu tað gongst fara til tey, sum hava latið peng- ar til verkætlanirnar t.d. Statoilbólkin. Um nógv umrøddu Menaskanningina sigur Malan Marnersdóttur, at ætlanin var góð frá byrjan. Okkurt kom so skeivt fyri, og sum altíð kann henda. – Vit fingu eina áheitan frá BP, har spurt varð, um vit høvdu nøkur evni, sum áhugi var fyri at granska í.Tað høvdu vit, og so bleiv tað hatta evnið, sum BP eisini helt vera áhugavert. Malan sigur, at okkurt kundi verið gjørt øðrvísi. Men hetta skal so ikki endurtaka seg. Í løtuni eru megindeild- arráðsformenninir og Set- ursráðslimirnir: Hans Pauli Joensen, lektari á Náttúr- vísindadeildini,vararektari Eivind Weyhe, lektari á Føroyamálsdeildini (fyri Turið Sigurðardóttur) og Jóan Pauli Joensen, prof- essari á Søgu- og samfel- agsdeildini. Ráðini taka avgerð í mál- um, sum liggja til teirra. M.a. setur setursráðið vís- indastarvsfólk í fast starv, loysir tey úr føstum starvi og játtar teimum farloyvi eftir tilmæli frá megin- deildarráðunum. Megin- deildarráðini stíla fyri und- irvísing og gransking, seta og loysa onnur starvsfólk úr starvi o.a. (Lesið eisini í morgin um, hvussu rektarin á Fróðskap- arsetrinum heldur hølis- trupulleikarnir best verða loystir, blaðm.) Her er vakurt og hugnaligt á Debesartrøð. Men her er eisini trongligt hjá lærarum og næmingum Mynd Jens K Vang – Vit hava brúk fyri at hava eitt fróðskaparsetur í Føroyum, tí her granska vit í viðurskiftum, sum eingin annar granskar í. Hvar í verðini eru tey áhugað í at granska føroyskt mál og bókmentir burturav ella føroyska søgu ella náttúru. Viðurskiftini her eru serstøk sigur rektarin Malan Marnersdóttur Mynd Jens K Vang C M Y K 27 26