mánadagur 4. apríl 2011síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. apríl 2011 · Nr. 40
38
Sosialurin
Snorri Brend
Tað er helst ikki gerandissjón
at síggja ein rógvara við
sandpappíri í hond, og standa
og pussa sín egna bát.
Mikudagin var Meinhard
farin enn ein túr oman í
kappróðrarneystið á Argjum.
Nú var komið so mikið langt,
at seinasta pussingin skal
fáast frá hond av nýggja bát
inum. Dagin eftir – hós dagin
í farnu viku skuldi bát
urin nevniliga sproytast sín
sermerkta lit – tann knall
reyða litin við teimum bláu
stokk unum.
– Ja, tað er sjálvandi ein
spennandi løta og ein serstøk
avbjóðing at kunna rógva við
einum spildurnýggjum báti,
slær Meinhard fast.
Fyri hann sum rógvara
hevur tað stóran týdning,
at hann er partur av tjóðar
ítrótti okkara, og at fólk
hava sera stóran áhuga í hesi
ítróttargreinini, við nógvum
áskoðarum til hvønn ein
stak an róður.
– Hetta síggja vit ikki
minst, tá vit koma aftur
eftir ein róður. Tá eru altíð
nógv fólk her í neystinum,
sum vísa sín áhuga fyri
okkum. Hava vit vunnið, so
siga tey tillukku við okkum,
men hava vit ikki vunnið,
so ynskja tey bara at geila
okkum uppaftur, so vit fáa
eitt betri úrslit næstu ferð.
– Tað fløvar og gevur okk
um betri hug at halda fram í
rógvingini, sigur hann.
Bitin
Meinhard byrjaði at rógva
fyri fimm árum síðani. Øll
árini hevur hann róð við
Argja Róðrarfelag. Hvussu
tað byrjaði við rógv ing ini,
kann hann takka róðurs
manninum á Bliki fyri.
– Hann spurdi meg ein
dagin, um eg ikki hevði
hug at rógva við teirra báti,
greiðir Meinhard frá.
Hann hevði áður íðkað
ítrótt so sum fótbólt og
hondbólt. Nú beyðst honum
høvið at royna kappróðurin,
og tí valdi hann at taka av. Og
her hevur hann verið síðani.
– Eg bleiv faktist bitin av
tí, og nú kann eg bara siga, at
tað er í fínasta slag at rógva
kapp, sigur hann.
Hesi
árini
við
Argja
Róðrar felag róði hann fyrst
við Bliki í trý ár; í fjør við
Teistanum, og í ár við tí
nýggja seksmannafarinum
hjá felagnum, Lómi.
Spakuligt
Árið hjá kappróðrarfólkunum
endar á ólavsøku, har fleiri
kanska
fara
undir
aðra
ítrótt.
Men tá tað fer at nærkast
jólum, byrja menn og kvinn
ur so smátt at gleða seg til at
sleppa undir teirra ítrótt aftur.
Soleiðis var við Meinhardi
og hinum ungu og spentu
rógvarunum á Argjum. Um
framt spenningin tað er
at rógva, kundu teir gleði
seg til nakað heilt serstakt
í ár, nevniliga tann nýggja
kappróðrarbátin.
– Vit byrjaðu so spakuliga
at venja í desember mánaði.
Tá vandu vit eina ella tvær
ferðir um vikuna, men í jan
uar mánaði kom meiri ferð á
venjingina, greiðir hann frá.
4. juni
Eftir jólahøgtíðina tóku teir
rættiligt dyk á seg, og øktu
títtleikan av venjingum til
fimm ferðir um vikuna. Og
tað gera teir við sama lag.
Henda venjingin hevur
higartil verið gjørd á landi,
um ein kann siga tað so. Ikki
fyrrenn leygardagin verður
farið í bátarnar at venja.
Hetta
verður
gjørt
í
sam bandi við aðalfundin í
felagnum, har sjósetingin
av bátunum er ein partur
av skránni. Serligur áhugi
verður um tann nýggja Lóm.
– Tá vit fara í bátin, verður
vant einar sekssjey ferðir
um vikuna, sigur Meinhard,
ikki sørt spentur á málinum.
So kunnu teir byrja av
álvara at síggja fram til fyrsta
FMróðurin, sum verður á
norðoyastevnu í Klaksvík,
leygardagin 4. juni.
Aftur til
árArnAr í
nýggjum báti
KAPPRÓÐUR – Tú kanst ætla, at tað er meiri hugaligt hjá okkum rógvarum at sleppa í ein nýggjan
bát. Nú kemur annað lag á, sigur 19 ára gamli rógvarin, Meinhard Akraberg Hansen úr Havn. Hann
fer í ár at rógva við seksmannafarinum ”Lómur” av Argjum. - Vit hava góðar vónir um eitt gott
úrslit í summar. Vit fara í øllum førum inn fyri at vinna hvønn einasta róður, sigur hann.
Smábýtt
Tá ein soleiðis skal rógva á so høgum støði, er tað
av bæði sveitta og tárum, um talan ikki beinleiðis
verður um blóð.
Skal ein rógva við einum báti er neyðugt at øll
manningin er við og venur, og at teir allir offra nógva
tíð uppá hetta.
Meinhard gongur sjálvur í skúla og hevur eitt minni
arbeiði við síðuna av. Men annars fer ein stórur
partur av frítíðini til rógving.
– Tað er ikki altíð lætt at fáa alt hetta at ganga upp,
men man roynir bara sum frægast, slær ídni rógvarin
fast.
Sum at roykja
Seinastu fimm árini hevur Meinhard Akraberg Hansen verið fastur maður umborð á bátunum hjá Argja
Róðrarfelag.
Tann stóri spurningurin er, hví hann tímir og hví hann orkar at blíva við at rógva.
– At rógva, - tað er helst tað sama sum at roykja. Man blívur avhengigur av tí, kemur tað stutt frá
honum.
Hjá mongum er tað næstan so, at tá allir FM-róðrarnir eru fingnir frá hond, so merkist eitt tómrúm innan
í rógvarunum. Teir hava brúkt bæði tímar og dagar í felagnum, og nú verður alt bara lagt stilt.
– Ja, tað er eitt sindur løgið, tá man einki hevur at gera.
Men tíbetur vísir tað seg, at tíðin gongur so mikið skjótt til teir setast við árarnar aftur á hvørjum ári.
Ein partur av hesi tíðini verður brúktur í venjingarhølunum, men einki kann kortini sammetast við tað at
rógva í sínum egna báti.
Vit knalla eisini til beinanvegin
eftir startin, og rógva so okkara róður
inn móti málinum, fyri síðani at taka
ein ordiligan spurt til seinast, – ein
spurt, sum vónandi gevur okkum eitt
fyrstapláss