mánadagur 4. apríl 2011síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Mánadagur 4. apríl 2011 · Nr. 40
Sosialurin
ÚRSLIT
Tað verður veldugt at kunna rógva við nýggja
Lómi, sigur Meinhard Akraberg Hansen,
sum hevur róð kapp við Argja Róðrarfelag
seinastu fimm árini. Tað er bátabyggjarin
Sámal Hansen í Runavík, sum hevur gjørt
bátin. – Úrslitini skulu nokk koma
Mynd: Jens Kristian Vang
Taktikk
Tosar ein um at vinna ein dyst í eini ítróttargrein
ella eina súkklukapping, er sera týdningarmikið
at allir luttakararnir eru samdir um tann lagda
taktikkin.
Eisini í rógving verður ein taktikkur lagdur, og
sum vónandi ger sítt til, at teir at enda standa
sum vinnarar av einum róðri ella róðrarári. Men
hvussu leggur ein bátsmanning sín taktikk?
– Sjálvandi royna vit allir at rógva alt tað
sum vit eru mentir, og herja á longu frá fyrsta
árataki, staðfestir Meinhard. - Og tað er eisini
ógvuliga týdningarmikið, at eingin gevur upp.
Tað hevur eisini sín týdning, at øll hugsanin
er vend ímóti málinum og at teir bert hyggja í
nakkan á manninum aftanfyri, og ikki hyggur til
viks eftir hinum bátunum.
– Vit knalla eisini til beinanvegin eftir startin,
og rógva so okkara róður inn móti málinum,
fyri síðani at taka ein ordiligan spurt til seinast,
– ein spurt, sum vónandi gevur okkum eitt
fyrstapláss, sigur hann brosandi.
Hetta sama ger seg helst eisini galdandi fyri
hinar manningarnar, men so er tað eisini altíð
ein spurningur um, hvussu ein manning er fyri
moralskt, beint áðrenn ein róður.
– Ja, tað er sjálvandi ikki eins stuttligt at rógva,
um man hevur skeldast beint áðrenn man skal
í bátin, ella um onkur av føstu manningini ikki
kann møta tí hann er sjúkur.
– Best er sjálvandi, tá vit allir eru saman til
venjing og tá FM-róðrarnir eru, slær Meinhard
fast.
At rógva, – tað er
helst tað sama sum
at roykja. Man blívur
avhengigur av tí