Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. apríl 2011 · Nr. 41 16 Sosialurin Oyggjaredaktiónin: Oyggjablaðið Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Heilt frá gamlari tíð hevur fyritøkan Haraldsen í Fuglafirði sæð tað sum eina av sínum uppgávum at selja proviant til skip og bátar. Tað var tó ikki, fyrr enn Kristian Suni Haraldsen, róptur Bassi, gjørdist maðurin aftanfyri fyritøkuna, at Haraldsen rættiliga fór at gera burt­ ur hesum. – Í seinnu hálvu av nítiárunum fóru vit at skipa okkum betri á hesum marknaði, og uppaftur seinni skipaðu vit eina fyritøku, sum hevur eittans endamál – at veita skipum og bátum tænastu við provianti. Bassi sigur, at nú er tað burturav fyritøkan Vistir, sum tekur sær av hesi uppgávu og tænastu. Hava heilsølu – Vistir húsast í bygninginum, sum áður var Snikkaravirkið á Kambsdali. Vit keyptu bygningin fyri nøkrum árum síðan og settu hann í stand til endamálið. Mað­ urin, sum í eini 14 ár hevur tikið sær av proviantering av skipum fyri okkum, Eivind Breiðaskarð, er framvegis virkin í fyritøkuni, samstundis sum pápi mín, Brynj­ álvur, seinnu árini hevur tikist við at seta bygningin í stand, og nú saman við Eivindi er andlitið úteftir, tá ræður um Vistir og proviantering av skipum og bátum. Bassi sigur, at tá hann kom í fyritøkuna, byrjaði hann at ganga umborð á skipini, sum komu á Fuglafjørð og aðrastaðni í umhvørvinum ­ í royndini at fáa sambond og avtalur í lag um veit­ ingar. – Nú hevur Vistir heilsølu á Kambsdali, sum at kalla burturav hevur til uppgávu at forsýna skip og bátar. Pápi mín vitjar umborð á hvørjum skip, sum kemur til Føroya, føroyskum eins væl og útlendskum. Her uppsøkir hann nýggj sambond, samstundis sum tey gomlu verða hildin við líka, og tørvurin á veitingum í hvørjum einstøkum føri verður tryggjaður. Bassi sigur, at tað er ikki altíð, at útlendsk skip, sum koma til Føroya, hava brúk fyri proviantering, tí tey sakans kunnu vera forsýnaði, áðrenn til koma higar til lands. – Men við at vitja umborð, hevur fyritøkan í minsta lagi skapt eitt persónligt samband, leggur hann aftrat. Altíð tøkir Kristian Suni Haraldsen sigur, at Vistir, har fýra fólk starvast burturav, svarar 24 tímar um samdøgnið og 365 dagar um árið. – Skip og bátar fáa altíð fat ur á okkum – líkamikið, nær á sam­ døgninum tað er, og vit proviantera um alt landið, bæði har landafast er – og har firðir og sund skilja okkum frá kundanum. Hann heldur, at við tað, at støðin liggur á Kambsdali, er fyri­ tøkan rímiliga væl plaserað geo­ grafiskt og soleiðis kann røkka út til meginpartin av landinum eftir lutfalsliga stuttari tíð. – Hóast fyritøkan hjá okkum eftirhondini er vorðin rættiliga stór, er Vistir ein týdningarmikil partur av okkara virksemi, sigur Kristian Suni Haraldsen. vilmund@sosialurin.fo - Vit svara 24 tímar um samdøgnið í 365 dagar um árið. Skip og bátar fáa altíð fatur á okkum – líkamikið, nær á samdøgninum tað er. Vit proviantera og veita tænastu um alt landið, bæði har landafast er – og har firðir og sund skilja okkum frá kundanum, sigur Kristian Suni Haraldsen VISTIR veitir proviantering OYGGJABLAÐIÐ í næstu vIku: Fiskivinna - Fýra fólk arbeiða burturav á heilsusøluni, sum vit hava á Kambsdali. Her er tað Vistir, sum tekur sær av proviantering av skipum og bátum um alt landið, sigur Kristian Suni Haraldsen, ið fólk kenna undir navninum, Bassi Mynd: Jens Kristian Vang Við at vitja umborð á skipini, hevur fyritøkan Vistir í minsta lagi skapt eitt persónligt samband KRISTIAN SUNI HARALDSEN (BASSI)