mikudagur 6. apríl 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 6. apríl 2011 · Nr. 41
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vilmund Jacobsen
Kristian Suni Haraldsen var bert
21 ára gamal, tá hann í 1994 kom
úr Miklagarði í Havn og norð ur
til Fuglafjarðar at arbeiða í mat
vøruhandlinum Haraldsen. Lan
gabbi hansara, Jákup, var eisini 21
ára gamal, tá hann í 1914 byrjaði
tað virksemi, sum framvegis er í
Fuglafirði, men nú undir nútímans
og nógv betri umstøðum enn
nakrantíð áður.
Fyritøkan Haraldsen í Fuglafirði
er soleiðis í triðja ættarliði, men átti
av ”røttum” av verið í fjórða ættar
liði.
Mamma
núverandi
eigaran,
Kristian Suna Haraldsen, sum
verð ur róptur Bassi, varð lopin um
í triðja ættarliði, og tá virksemið
aftur skifti eigara, gjørdist tað lut
urin hjá Bassa at reka fyritøkuna
víðari.
Bassi sigur skemtandi, at tað ger
kanska einki, um triðja ættarlið,
sum altso var mamma hansara,
varð lopið um, tí tey plaga at siga,
at tað ofta er í triðja ættarliði, at ein
fyri tøka fer á húsagang.
Eingin bóking
Kristian Suni eigur ikki bara mat
vøruhandilin Haraldsen í Fugla
firði. Hann eigur eisini matvøru
handilin Hjá Pidda á Toftum. Báðir
handlarnir eru partur av Samkeyp
ketuni. Hetta eru nútímans handl
ar, har gingið verður rættiliga høgt
upp í tænastu og vørudygd, eins
og dentur verður lagdur á kapp
ingarføri.
– Handilin í Fuglafirði er nakað
størri enn handilin á Toftum, men
báðir
eru
nútímansgjørdir
og
kunda vinarligir.
Bassi sigur, at øll fyrisitingin er í
handilsog skrivstovubygninginum
í Fuglafirði.
– Mín uppgáva er ikki at sita
í bókhaldinum. Haldi ikki, at eg
nakrantíð í lívinum havi bókað
eitt skjal. Eg leggi stóran dent á
fyriskiping og at vera andlitið
hjá fyritøkuni inneftir og úteftir.
Hinvegin hava vit dagligar leiðarar,
bæði í Fuglafirði og á Toftum.
Bassi bjartskygdur
Men virksemið hjá Kristiani Suna
og hansara fólki fevnir um væl
meiri enn matvøruhandlarnar í
Fuglafirði og á Toftum.
– Vit hava eisini Kiosk Vár í
Saltangará og í Klaksvík, og vit hava
Vistir, ið veitir tænastur til skip og
bátar við provianti.
Kristian Suni er í dag 37 ára
gamalur. Hann er giftur Herthu,
sum er pedagogur, og tey eiga tvær
døtur, sum eru ávikavist trý og
eitt ára gamlar. Í 2007 fluttu tey í
nýggj og snotulig hús í Stovugerði
í Fuglafirði.
– Sjálvt um konan ikki aktivt
er við í handilsvirkseminum, er
hon mær ein hollur stuðul. Ar
beiðsdagurin hjá mær er mangan
langur, men eg royni sum oftast
at vera heima til máltíðirnar. Um
kvøldarnar fari eg ofta eina løtu til
arbeiðis aftur.
Bassi sigur, at honum dámar
handilslívið ógvuliga væl.
– Eg elski mítt arbeiði, og kenni
meg slett ikki troyttan. Eg fari
glaður upp hvønn morgun. Handils
lívið er líka sum blivið ein lívsstílur,
leggur hann aftrat.
Av lyndi er hann bjartskygdur, og
tá hann verður spurdur um útlitini
frameftir, sigur Bassi, at hann sær
slett ikki dapurt upp á framtíðina.
Tvørturímóti.
– Eg síggi nevniliga ógvuliga ljóst
upp á tað, sum liggur fyri framman,
leggur Kristian Suni Haraldsen
aftrat.
vilmund@sosialurin.fo
- Eg elski mítt arbeiði, og kenni meg slett ikki troyttan. Eg fari glaður upp hvønn morgun.
Handilslívið er líka sum blivið ein lívsstílur. Av lyndi eri eg bjartskygdur, og eg síggi ógvuliga
ljóst upp á framtíðina, sigur Kristian Suni Haraldsen, vanliga róptur Bassi
Nútímans handil
í fjórða ættarliði
Bassi
hevur 85
fólk á
lønar lista
– At handlar
og kioskir hava
longri opið, er
eitt rák, sum er
kom ið, og eg
vænti, at hetta
er komið fyri
at vera, sigur
Kristian Suni
Harald sen
Vilmund Jacobsen
Árverkini
í
samlaða
handils virkseminum hjá
Bassa eru umleið 40 í tali,
men
tá
lønarflytingar
verða framdar, eru eini 85
fólk á listanum.
– Vit hava soleiðis fleiri
fólk, sum hjálpa til, og mill
um hesi eru eitt nú skúla
næm ingar, sigur hann.
Matvøruhandlarnir
í Fugla firði og á Toftum
hava nú opið til klokkan
22 á kvøldi, hvørt kvøld
í vikuni. Á Toftum er
handilin Hjá Pidda tó ikki
opin sunnudag, eins og
Haraldsen er í Fuglafirði.
Kiosk Vár hevur nú
eisini opið til midnátt.
– At handlar og kioskir
hava longri opið, er eitt
rák, sum er komið, og eg
vænti, at hetta er komið
fyri at vera. Hetta ger
so eisini, at streymurin
av viðskiftafólk verður
meiri javnur, og at trýstið
kanska ikki verður eins
stórt
ávísar
tíðir
av
degnum, sigur Kristian
Suni Haraldsen.
vilmund@sosialurin.fo
Sjálvt um konan ikki
aktivt er við í handils virk
seminum, er hon mær ein
hollur stuðul
KRISTIAN SUNI HARALDSEN (BASSI)
- Handilin í Fuglafirði er nakað størri enn handilin á Toftum, men báðir eru nútímansgjørdir og
kundavinarligir. Øll fyrisiting er í handils-og skrivstovubygninginum í Fuglafirði
Mynd: Jens Kristian Vang