Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. apríl 2011 · Nr. 41 18 Sosialurin Oyggjablaðið Vilmund Jacobsen Royndirnar hjá Fuglafjarðar komm­ unu hesi seinastu tvey árini at vekja áhuga hjá íleggjarunum at gera íløgur í eitt matvøruvirki til uppisjóvarfisk í Fuglafirði, hava higartil ikki givið nakað ítøkiligt úrslit. Óli Samró, sum rekur Farec International, hevur eisini gjørt uppgávur fyri kommmununa og hevur ferðast uttanlands i roynd unum at finna áhugaðar íleggjarar. Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sigur, at áhugi hevur verið til staðar, og umboð fyri stórar útlendskar fyritøkur hava verið og kunnað seg um viðurskiftini í Fuglafirði. Men hvat hevur so Fuglafjarðar kommuna at bjóða møguligum út­ lendskum og føroyskum íleggj ar­ um? – Kommunan eigur byggilendi, og kommunan eigur bryggjukantin. Vit eiga eisini fjallahallirnar ella frystigoymslurnar, sum kunnu hýsa upp til 25.000 tonsum av frystum fiskavørum. Sigurd Simonsen dylur ikki fyri, at kommunan hevur stóran áhuga í, at hesar góðu umstøður verða gagnnýttar til fulnar, og at fleiri arbeiðspláss soleiðis kunnu spyrjast burturúr. Meiri ítøkiligt Hóast borgarstjórin í byrjanini sigur seg ivast í, hvat marknaðarføringin av nevndu møguleikum hevur givið, heldur hann kortini, at sann­ líkindini fyri, at nakað fer at spyrjast burturúr tó eru meiri ítøkilig nú, enn tey áður hava verið. – Herfyri vóru útlendingar aftur her og vitjaðu kommunu og virkir. Hesi eru sera áhugaði í at byggja og reka eitt nútímans matvøruvirki til uppisjóvarfisk í Fuglafirði. Borgarstjórin ásannar tó, at møguligu útlendsku íleggjarunum hevði dámað best, um íløgurnar kundu verið gjørdar saman við føroyskum íleggjarum ­ í tann mun, sum tað nú einaferð passar best. Sigurd Simonsen sigur, at sam bært ætlanini, sum nú ligg­ ur í kortunum, skal eitt nýtt mat­ vøruvirki til uppisjóvarfisk byrja at taka ímóti fiski komandi ár, og virkið skal hava eina framleiðsluorku á umleið 1.000 tons um døgnið. – Hetta er eisini tað, sum roknað verður við, at eitt tílíkt virkið skal megna fyri at verða við í kappingini við onnur virkir um tilfeingið av uppisjóvarfiski í norðurhøvum, leggur hann aftrat. Borgarstjórin vil í løtuni ikki siga, hvørjir umrøddu útlendsku íleggjararnir eru, men sigur, at tað helst verður greitt um einar 2­3 vikur, um ætlanin fer at bera á mál. Eisini føroyingar Eins og umtalaðu útlendsku íleggj ararnir halda, heldur Sigurd Simonsen eisini, at best hevði verið, um føroyingar eisini vóru við í ætlaðu verkætlanini í Fuglafirði. Hann heldur tað vera eitt sindur undrunarvert, um føroyingar ikki hava hug at byggja eitt virki, sum veruligur tørvur er á í Føroyum. – Eg haldi eisini, at tað er eitt sindur óheppið, um føroysk áhuga mál ikki eru við. Hetta er eisini eitt ynski hjá útlendingum, sum vilja verða við til at lyfta eitt matvøruvirkið á føtur í Fuglafirði. Trúgva føroyskir íleggjarar upp á eina slíka verkætlan, styrkir hetta sjálvsagt eisini útlendsku íleggjararnar í trúnni á, at hetta kann gerast ein góð íløga. Sigurd Simonsen sigur, at arbeitt verður í løtuni við at tekna eitt virki á havnalagnum millum Havsbrún og Bergfrost í Fuglafirði. – Á økinum, har ætlanin er at byggja, eru ymiskir møguleikar, og arbeitt verður við tveimum ella trimum alternativum møguleikum um plasering, leggur hann aftrat. Borgarstjórin sigur, at talan verður um eitt 100% fullfíggjað virki, sum kann arbeiða øll uppi­ sjóvarfiskasløg. – Helst hevði meginparturin av makrelinum í fyrsta umfari verið rundfrystur, tí nøgdirnar eru so stórar í bestu vertíð, men á virkinum verður eisini flakaverksmiðja, sum bæði kann virka makrel, sild og svartkjaft til ymiskar matvørur. Hann leggur dent á, at tað, sum liggur fremst, er, at ætlaða virkið fer at virka matvørur úr tí tilfeingi, sum uppisjóvarfiskur er. Sigurd ásannar, at í løtuni eru - Jú, tað er rætt, at eitt uppisjóvarvirki er eitt av mínum hjartamálum, eins og hetta eisini er eitt hjartamál hjá Fuglafjarðar kommunu. Uppisjóvarfiskur fer meiri og meiri til matna, og fáa vit ikki eitt uppisjóvarvirki, sum fer at framleiða matvørur, fara tey skip, sum fiska hesi fiskasløg, at hava minni og minni at gera í Fuglafirði Ber ella brestur við matvøruvirki 1550 Sæð yvir eitt 10-ára tíð- ar skeið stendur fólka tal- ið í Fugla fjarð ar komm- unu í stað. – Vit hava verið heilt niðri á 1535 fólkum, og vit hava eisini verið heilt uppi á 1570 fólkum. Í løt uni liggur fólka talið í komm un uni um 1550, kanska 1546. Sigurd Simonsen sigur, at eini 4-5 sethús standa í gerð, men tað vísir seg, at hóast sethúsini veksa í talið, stendur fólkatalið í stað. – Tað eru bara færri og færri í hvørjum húsi, legg ur hann aftrat. Borg ar stjór in held ur kort ini, at tey kunnu vera nøgd við, at fólka talið í kommununi ikki er mink- að, tá fleiri aðrar komm- unur hava stað fest mink- ingar seinnu árini – eisini so stórar kommunur sum Klaks víkar kommuna. vilmund@sosialurin.fo - Útlendsku íleggjarunum hevði dámað best, um íløgurnar í matvøruvirki til uppisjóvarfisk kundu verið gjørdar saman við føroyskum íleggjarum - í tann mun, sum tað nú einaferð passar best, sigur Sigurd Simonsen, borgarstjóri Mynd: Jens Kristian Vang