Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 6. apríl 2011 · Nr. 41 Sosialurin Oyggjablaðið svartkjaftakvoturnar smáar og muna lítið, men av royndum sigur hann, at svartkjaftur kann koma aftur – líka so knappliga, sum hann hvarv. – Hetta hava vit sæð áður, leggur hann aftrat. Nógv fráfall Men hví hevur borgarstjórin í Fugla fjarðar kommunu so stóran áhuga í, at eitt matvøruvirki júst verður bygt í Fuglafirði? – Tað er rætt, at eitt uppi sjóvar­ virki er eitt av mínum hjartamálum, eins og hetta eisini er eitt hjartamál hjá Fuglafjarðar kommunu. Uppi­ sjóvarfiskur fer meiri og meiri til matna, og fáa vit ikki eitt mat­ vøruvirki, fara tey skip, sum fiska hesi fiskasløg, at hava minni og minni at gera í Fuglafirði. Sigurd Simonsen vísir á, at bæði vinnulívsfólk og kommuna hava bygt upp eitt týdningarmikið tæn­ astuvirksemi til skip. – Her hava vit havnaløg, trol­ virki, frystigoymslu, og vit hava bæði hydraulisk verkstøð og verk­ støð, sum fáast við el, eins og vit hava oljuterminal til tungolju sum tænastu til skipini. Borgarstjórin heldur, at kunnu tey stóru uppisjóvarskipini ikki sleppa av við matfisk, verður lítið hjá teimum í framtíðini at gera á Fuglafirði. Tí hevur tað so ómeta­ liga stóran týdning, at vit fáa hetta matvøruvirki. – Eg havi skilt á eitt nú norð­ monnum, sum hava virkir, ið virka fløk úr uppisjóvarfiski, at fráfallið liggur um 50%, men tá samanum kemur er samlaða fráfallið helst eini 60%. Tað verður altíð ein partur av samlaðu nøgdunum, sum av ymiskum orsøkum ikki fara til matna. Hetta vísir, heldur Sigurd Simon­ sen, hvussu stóran týdning tað kann hava fyri eitt ídnaðarvirki sum Havsbrún, at eitt matvøruvirki við slíkum fráfalli liggur í sama umhvørvi. – Soleiðis, sum støðan er vorðin hjá Havsbrún, nú lutfalsliga fáar ídnaðarlandingar eru til virkið, noyðist Havsbrún at keypa stórar nøgdir av mjøl og lýsi úr útlandinum fyri at halda síni framleiðslu uppi. Hetta hevur so hinvegin givið komm ununi øktar inntøkur í ym­ iskum gjøldum, nú farmaskip flyta hesar rávørur til Fuglafjarðar, sigur borgarstjórin. vilmund@sosialurin.fo Góðar íløgur í havna lag Sigurd Simonsen, borg ar stjóri, sigur, at Fuglafjarðar komm una hevur gjørt stórar íløgur í havnaløg, men hesar íløgur kasta eisini inntøkur av sær við havna-og brúgva gjøldum eins og við vøru gjøld um. Nú Effo Bunkers eisini hev ur sínar veitingar á olju termi- nalinum, hava stundum rættiliga stór skip verið á Fugla firði og bunkrað. – Longsta skipið, sum mær vitandi hevur verið her, var heilar 260 metrar langt, men hetta skipið var soleiðis bygt, at tað stakk ikki so ógvuliga djúpt. Í august í fjør var stóra farma skipið Caly Manx á Fuglafirði og bunkraði. – Hetta skipið, sum var á veg úr Kanada við koli, sum skuldi flytast til Finlands, er 190 metrar langt og 32 metrar breitt. Sigurd Simonsen sigur, at skipið hevði stívliga 50.000 tons av koli í lastini, og hann sigur seg vænta, at hetta er ein hin tyngsti farmur á nøkrum kjøli, sum hevur ligið við føroyskan bryggjukant. – Oljubryggjan hjá okkum er hin djúpasta í Føroyum. Dýpið við bryggjuna er 14 metrar, men Caly Manx stakk út við 13 metrar, so her var ikki nógv at geva av, sigur borgarstjórin. vilmund@sosialurin.fo Fuglafjarðar kommuna hevur í síni fíggjarætlan fyri 2011 sett út í kortið, at skattainntøkurnar hjá kommununi í miðal fara at liggja um 3,4 miljónir krónur um mánaðin í ár. – Skattainntøkurnar fingu eitt ordiligt dýkk í januar og februar í ár, men knappliga setti mars mánaði met við umleið 4,2 miljónum krón­ um. Sigurd Simonsen sigur, at mars soleiðis gjørdist besti skattamánaði hjá kommununi yvirhøvur. – Fiskiflotin lá tíðliga í árinum, og hetta hevur ivaleyst havt sína ávirkan á inntøkurnar. Júst, hví mars mánaði gjørdist so góður, vita vit ikki við vissu, men vit kunnu hugsa okkum, at her eru onkrar samanteljingar komnar við, sum kanska hoyra til onkran av mánaðunum fyri, heldur borgar­ stjórin. Sigurd Simonsen leggur aftrat, at í fjør hildu mettu skattainntøkurnar so at siga upp á krónuna. – Nú vóna vit, at inn tøku­ grundarlagið í ár eisini fer at halda, leggur hann aftrat. vilmund@sosialurin.fo 3,4 miljónir Ov lítil sleipi- kapasitetur Tá stór skip koma á Fuglafjørð, er ofta neyðugt við sleipi kapasi- teti, eins og neyðugt er við loðsi. Báturin Pilot, sum verður rikin av fólki í Fuglafirði, er mangan ov lítil til sleip, men hann er góður, tá skipini ikki eru alt ov stór, og líkindini eru til vildar. Sigurd Simonsen sigur, at neyðugt hevur ofta verið at boð- senda øðrum sleipibátum, eitt nú Alfa Pilot og onkrum av bátunum hjá skipasmiðjuni MEST, Skúmranum ella Press ar- anum. Eisini hevur sleipibáturin Goliat hjá Thor okkurt skifti ligið á Fuglafirði. - Vit høvdu ynskt okkum, at sleipikapasiturin var størri til tær størru og tyngru uppgávurnar, sigur hann. vilmund@sosialurin.fo - Her hava vit havnalag, trolvirki, frystigoymslu, og vit hava bæði hydraulisk verkstøð og verkstøð, sum fáast við el, eins og vit hava oljuterminal til tungolju sum tænastu til skipini, sigur borgarstjórin Mynd: Vilmund Jacobsen Kunnu tey stóru uppi­ sjóvar skipini ikki sleppa av við matfisk, verður lítið hjá teimum í framtíðini at gera á Fuglafirði. Tí hevur tað so ómetaliga stóran týdning, at vit fáa hetta matvøruvirki SIGURD SIMONSEN