mikudagur 6. apríl 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. apríl 2011 · Nr. 41
20
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vilmund Jacobsen
Hósdagin var Sosialurin inni á
gólv inum á Havnarskrivstovuni
í Fuglafirði, har vit hittu Rólant
Højsted, sum er havnarstjóri í
Fuglafirði, men býr á Eiði.
Hann hevur røkt starvið sum
havnarstjóri síðan í januar 2009.
Aftrat sær hevur Rólant tveir
havnarumsjónarmenn, og tá mest
er at gera, noyðast teir eisini at
hava onnur fólk til hjálpar, sum
ringt verður eftir. Hetta er serliga,
tá stór skip koma á Fuglafjørð og
tørvur eitt nú er á loðsi.
Hendan dagin, vit gingu eft ir
bryggjuni saman við havnar stjór
anum, lógu trý stór skip á Fuglafirði.
Uppisjóvarskipið Jupiter, og síðan
ein stórur russiskur trolarin, sum
lá uttaná einum stórum farma
skipi, ið tók ímóti svartkjafti hjá
trolaranum.
Ein annar stórur russiskur trol
ari hevði júst verið á Fuglafirði og
hevði umskipað veiðina umborð í
farmaskipið, men hesin var farin
nýggjan túr.
– Nú svartkjaftakvotan er so
lítil, verður eisini avmarkað, hvussu
nógv virksemi verður av slíkum
slag í ár, sigur havnarstjórin.
Pappír og fyriskipan
Uppgávurnar hjá Rólanti Højsted
eru mest inni á skrivstovuni, har
hann skal samskipa tað arbeiði,
sum gerast skal við bryggjukantin.
Hann hevur eisini til uppgávu at
skriva út rokningar fyri ymisk
gjøld, ið skipini, sum koma á Fugla
fjørð, skulu rinda, eins og fyri tær
veitingar og tænastur, sum tey fáa
frá Fuglafjarðar havn.
– Í løtuni er gott pláss við bryggj
una, men tað hendir meiri enn so, at
tað er trongligt, tó at vit hava eitt
stórt havnalag.
Hann vísir á, at tá stórar bunkr
ingar, landingar til Havsbrún og
skip liggja við bryggju og umskipa
veiði umborð á stór farmaskip – og
at alt hetta fer fram samstundis – ja,
tá kann bryggjukanturin viðhvørt
gerast ov lítil. Tað kemur meiri
enn so fyri, sigur hann, at teimum
vantar pláss við bryggjuna.
Rólant sigur, at nakrar landingar
vóru til Havsbrún í februar og mars.
Hetta vóru serliga íslendsk og norsk
skip, umframt føroysk skip, sum
eitt nú fiskaðu lodnu í Íslandi.
– Annars var januarmánaði slak
ur, men hinir báðir, februar og mars,
hildu stand, leggur hann aftrat.
Ymiskar uppgávur
Men hvat gera fólk á eini Havnar
skrivstovu ella niðri á bryggjuni, tá
friðarligt er við havnarlagið?
– Vit hava eisini um hendi ymiskt
viðlíkahald av havnini, eins og
okkara uppgáva er at ansa eftir, at
havnalagið er reint og ruddiligt. Tey,
sum hava virksemi við havnalagið,
skulu halda skil á sínum øki.
Rólant sigur, at uppgávan er eis
ini at taka ímóti spillolju og burt ur
kasti frá skipum, eins og hesi skulu
bindast og loysast, tá tey koma og
fara.
– Tá mest er at gera, skulu
kanska eini 10 skip avgreiðast eitt
viku skifti, og tað er eisini komið
fyri onkuntíð, at tey øll skulu hava
loðs, leggur hann aftrat.
Krevja loðs
Havnarstjórin vísir á, at tað er ikki
vanligt, at føroysk skip skulu hava
loðs, tí tey vanliga eru staðkend.
– Hinvegin skulu mest sum øll
stór fiskiog farmaskip, sum koma
á Fuglafjørð, hava loðs, og sama er
Uppgávurnar hjá Rólanti Højsted, havnarstjóra, eru mest inni á skrivstovuni, har hann skal samskipa
arbeiði og skriva rokningar fyri gjøld og ymiskar tænastur. – Umframt tað dagliga við skipum, er
tað eisini okkara uppgáva at ansa eftir, at havnalagið er reint og ruddiligt, sigur havnarstjórin
Eingi stór skip á F
fjørð uttan loðs
– Í løtuni er gott pláss við
bryggjukantin, men tað
hendir meiri enn so, at tað er
trongligt, tó at vit hava eitt stórt
havnalag, sigur havnarstjórin
í Fuglafirði, Rólant Højsted
Mynd: Jens Kristian Vang