mikudagur 6. apríl 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 6. apríl 2011 · Nr. 41
Sosialurin
Oyggjablaðið
Fugla
Vilmund Jacobsen
Snorri Jøkladal, sum er dagligur
leiðari á Effo Bunkers, sigur, at
útboðið hjá oljuterminalinum er
trý sløg av tungolju. Men oljan,
sum verður veitt skipunum, kann
eisini blandast – ella miksast -
eftir ynski og tørvi.
– Vit hava tað, sum rópt verður
hásvávur og lágsvávul olju. Hitt
triðja slagið kunnu vit eftir ynski
og tørvi blanda upp hini bæði
sløgini – alt eftir, hvat skipini vilja
hava, sigur hann.
Uttan at fara út í smálutir,
sigur dagligi leiðarin, at hásvávul
er loyvdur at brenna allastaðni
uttan í Norðsjónum.
Í Fuglafirði hevur Effo Bunkers
tríggjar stórar oljutangar til sínar
veitingar av tungolju.
Russar keypa mest
Snorri Jøkladal vísir á, at russisk
skip eru størstu kundarnir hjá
Effo Bunkers og næstir teimum
koma so føroysk skip, sum brúka
tungolju.
– Nú svartkjaftakvotan er
vorðin so lítil og minni er at lata
russum av svartkjafti, kunnu vit
eisini rokna við færri russiskum
skipum, sum koma á Fuglafjørð
at bunkra. Soleiðis kann markn-
aðurin hjá okkum eisini ávirkast
av kvotum, sum Føroyar býta við
aðrar.
Leiðarin sigur, at tað serliga eru
føroysku uppisjóvarskipini, sum
bunkra tungolju í Fuglafirði, men
tað eru eisini onnur føroysk skip,
sum brúka hesa olju. Haraftrat
koma so onnur útlendsk skip,
sum sigla fram við Føroyum og
skulu bunkra á síni farleið.
– Smyril, sum eisini brúkar
tung olju, bunkrar á Sundi, og
Norrøna man fyri tað mesta
bunkra uttanlands, sigur Snorri
Jøkladal.
Hann leggur aftrat, at flestu av
teimum stóru nýggjaru føroysku
skipunum eru bygd til tungolju,
meðan nøkur skip eru umbygd
til at brenna tungolju.
Alt við bryggju
Effo Bunkers bunkrar øll skip við
bryggju, og tá bunkrað verður,
verður sperra løgd rundan um
skipið, so tryggleikin er størstur.
– Hetta verður gjørt, hvørja
ferð vit bunkra eitt skip her hjá
okkum. Vit eiga sperruna, men
tað er vanliga lokali sleipibáturin,
Pilot, sum ger hesa uppgávu fyri
okkum, sigur dagligi leiðarin hjá
Effo Bunkers, Snorri Jøkladal.
Snorri stjórnar
Effo Bunkers
Í juli í ár eru trý ár, síðan Fuglafjarðar havn fór at veita
skipum tungolju, og í dag er tað Effo, sum rekur virksemi
við stórum útlendskum skipum,
sum koma at bunkra tungolju.
Rólant Højsted sigur, at Fugla-
fjarðar havn loyvir ikki stórum
skipum inn á vánna uttan so, at tey
hava loðs – ella at tey eru rættiliga
staðkend.
– Men tað eru eisini tey flestu
skipini, sum sjálvi vilja hava loðs,
leggur hann aftrat.
Hóvligur vøkstur
Árið 2010 royndist annars væl
hjá Fuglafjarðar Havn. Vitjaninar
øktust úr 759 skipum í 2009 upp
í 855 skip í 2010. Bruttotonagan
(BT) øktist úr 1.370.000 í 2009 upp
í 1.644.000 í 2010.
Rólant Højsted vísir á, at av sam-
laðu vitjanunum í 2010 vóru tey
254 skipini útlendsk, og um boð aðu
hesi 1.100.000 BT. Saml aði vøru-
flutningurin yvir bryggju kantin var
í 2010 tilsamans 265.000 tons – og í
2009 var hann 300.000 tons.
– Minkingin stavar frá fleiri
vøru bólkum, sigur hann.
Samlaðu inntøkurnar hjá Fugla-
fjarðar Havn vóru í 2010 umleið 7,7
miljónir krónur, og hetta er einar
800.000 krónur meiri enn í 2009.
vilmund@sosialurin.fo
- Russisk skip eru størstu kundarnir hjá Effo Bunkers og næstir teimum koma
føroysk skip, sum brúka tungolju, sigur dagligi leiðarin, Snorri Jøkladal
Mynd: Jens Kristian Vang
Snorri Jøkladal sigur, at Effo
Bunkers hevur gott samstarv við
Havnarskrivstovuna í Fuglafirði
og havnarstjóran, Rólant Højsted,
sum er myndugleikin yvir teim-
um.
– Eg haldi, at Rólant er skila -
maður. Vit hava eitt gott sam-
starv, og eg havi alt gott at bera
honum, sigur dagligi leiðarin á
Effo Bunkers í Fuglafirði.
Sigurd Simonsen, borgarstjóri,
er eisini fegin um tað arbeiði, sum
Rólant Højsted og hansara menn
gera við havnalagið.
– Eg haldi, at vit virkuliga hava
fingið ein kapasitet við Rólanti
Højsted, sigur borgarstjórin í
Fuglafjarðar kommunu.
vilmund@sosialurin.fo
Rós til Rólant
Tá mest er at gera, skulu
kanska eini 10 skip avgreiðast
eitt vikuskifti, og tað er eisini
komið fyri onkuntíð, at tey øll
skulu hava loðs
RÓLANT HØJSTED
Øll skip
bunkra við
bryggju, og
tá bunkrað
verður, verður
sperra løgd
rundan um
skipið, so
trygg leikin er
størstur
SNORRI JØKLADAL