mikudagur 6. apríl 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. apríl 2011 · Nr. 41
22
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vilmund Jacobsen
Sum 9 ára gamal byrjaði Jákup
Frants Larsen, sum í mong ár hevur
verið skrivari hjá Fuglafjarðar
kommunu, at savna modellbilar og
modell av motorsúklum. Øll hesi ár
hevur hann lagt aftrat savninum,
og tað eru serliga bilarnar, hann
hevur havt alstóran áhuga í.
– Hetta eru alt bilar, sum eru
framleiddir av góðkendum fram
leiðarum, og støddirnar eru ym
iskar. Bilarnir eru í lutføllunum, 112,
118, 124 og 143 í mun til uppruna
bilarnar.
Í dag hevur Jákup Frants ikki
talið á øllum teimum bilum, hann
eigur, men hann metir, at hesir eru
einir 700800 í tali.
– Eg byrjaði ikki at savna modell
ir av motorsúklum fyrr enn í sjeyti
árunum, og av hesum eigi eg ikki
nær til so nógvar sum bilarnar.
Súklurnar røkka heldur ikki so
langt aftur, kanska aftur til fimmti
árini, leggur hann aftrat.
Gamalt og nýtt
Jákup Frants Larsen sigur, at elstu
bilmodellini, hann hevur savnað, er
eftirlíkningar av bilum, sum koyrdu
í 1890unum.
– Talan er um øll møgulig bil
merki, og eg trúgvi, at eg eigi
modellir av flestu bilmerkjum. Eg
havi soleiðis gjøgnum hesi mongu
ár keypt modellbilar, og nógvir av
hesum eru sera flottir, ikki minst
bilarnir, sum komu í 1930unum.
Hann sigur, at nakrir bilar eru
keyptir í Føroyum, men teir allar
flestu eru keyptir uttanlands.
– Eg havi tó funnið onkran
hendinga bil í Føroyum, og í onkrum
føri vistu tey, sum seldu bilin, ikki,
at hesin var øðrvísi enn aðrir.
Soleiðis havi eg keypt onkran bil í
BR, har tey slett ikki vistu, hvussu
serstakur júst hesi bilurin var.
Jákup Frants Larsen keypir ikki
bara fyri at keypa. Hetta skulu vera
góðkendir og dygdargóðir bilar,
og hann hyggur eitt nú eftir, hvør
framleiðarin er. Flestu bilarnir eru
framleiddir í Evropa, eitt nú í Belgia
og Italia.
– Eg haldi, at ein av bilunum í
mínum savni er komin úr Eystur
evropa, sigur hann.
Hann sigur, at onkur føroyingur,
sum veit um savnið, gjøgnum árini
eisini hevur ringt til hansara og er
komin við onkrum bili.
– Soleiðis havi eg eisini fingið
onkrar heilt serstakar bilar, leggur
hann aftrat.
Serstakir bilar
Jákup Frants Larsen sigur, at
nógvir av bilunum eru keyptir í
Danmark, har tey hava hús og hava
ferðast nógv. Kona hansara, sum er
ættleidd til Føroya, hevur systkin
niðri.
– Okkum dámar væl at koma
av landinum av og á, og tá vit eru í
Danmark, plagi eg at ganga á ymisk
miðir, sum eg havi. Eg keypi ongan
bil á netinum, sigur Jákup Frants
Larsen.
Hann minnist soleiðis aftur á
ein, hann hitti í Danmark.
– Her stóð ein modellbilur til
sølu fyri einar 2.000 krónur, men eg
helt tað vera ov dýrt. Seljarin segði,
at hetta var ein av fáu bilunum
av hesum slag, sum vóru eftir í
Danmark, og tí var bilurin rættiliga
serstakur.
Men søgan um hendan bilin er
betri enn hetta.
– Seljarin segði mær eisini, at
bilurin stavar frá tíðini hjá Salvador
Alliende í Chili. Tá arbeiðsloysið
var stórt, var verksmiðjan, sum
hann tá setti á stovn at framleiða
hesar modellbilarnar, ein liður í
arbeiðsskapandi tiltøkum. Alliende
fekk tá nøkur fólk at framleiða
hondgjørdar modellbilar – og hesin
Ein av teimum 700-
800 modellbilunum,
sum Jákup Frants
Larsen eigur, hevur
sín uppruna úr
Chili, har Salvador
Alliende í sínari tíð
setti á stovn eina
verksmiðju at gera
modellbilar við hond
fyri at skapa arbeiði.
– Eg helt hetta vera
lygn, tá seljarin segði
mær hesa søgu, men
tað vísti seg, at alt
var rætt, sigur hann
Býráðsskrivari bitin av
At eg kom á listan til eitt
bygdaráðsval var ímóti mínum
vilja, og eg heitti á familjuna
um ikki at velja meg
JÁKUP FRANTS LARSEN
Jákup Frants Larsen hevur
stóran áhuga fyri modellbilum,
men hann hevur eisini áhuga
fyri modellum av motorsúklum,
bátum og skipum
Mynd: Jens Kristian Vang