Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 6. apríl 2011 · Nr. 41 Sosialurin Oyggjablaðið modellbilum Vilmund Jacobsen Hin 1. juli í ár hevur Jákup Frants Larsen starvast á komm unu­ skrivstovuni hjá Fuglafjarðar kommunu í samfull 37 ár. Hann var fyrst skrivstovumaður í eitt ár, og tá Obert Eliasen, sum tá var kommunuskrivari, gavst, tók Jákup Frants við hesum starvi. Hetta álitisstarv hevur hann røkt øll árini síðan. – Eg havi ongantíð verið ak tiv ur í kommunalpolitikki sum bygdaráðs­ella býráðs lim­ ur, men eg siti sum for mað ur fyri starvsfólkini í Komm unu­ samskipan Føroya. Jákup Frants sigur, at tá hann varð valdur til skrivara, legði Obert Eliasen honum tey ráð ongantíð at fara upp í kommu­ nal­ ella landspolitikk. – Fert tú aktivt upp í politikk, verður tú ikki lang lívaður í starvinum sum komm unu­ skrivari, segði hann, og hesum havi eg fylgt. Hann sigur, at einaferð eydn­ að ist honum ikki at sleppa undan at stilla upp til bygdarráðsval. – Hetta var ímóti mínum vilja, og eg heitti á familjuna um ikki at velja meg. Kortini fekk nakrar atkvøður, sigur Jákup Frants Larsen. vilmund@sosialurin.fo Hevur starvast á kommunu­ skrivstovuni í 37 ár – Fert tú aktivt upp í politikk, verður tú ikki langlívaður í starvinum sum kommunuskrivari, vóru ráðini, sum fyrrverandi skrivarin gav mær, og hesum ráðum havi eg fylgt, sigur Jákup Frants Larsen - Eg eigi einar 700-800 modellbilar og eitt hampiligt tal av modellum av gomlum motorsúklum. Haraftrat eigi eg tríggjar gamlar bilar, sigur Jákup Frants Larsen Mynd: Jens Kristian Vang er ein av teimum. Jákup Frants sigur, at hann helt hetta vera lygn, men alt, sum seljarin hevði sagt honum, var rætt. – So, eg keypti bilin fyri 2.000 krónur, sum er millum teir dýrastu, eg eigi. Tó er onkur bilur dýrari enn tað, og ofta hongur prísurin saman við, hvussu nógv eintøk eru framleidd av einum ávísum modelli, leggur hann aftrat. Síðan hann keypti bilin, sum hevur sínar røtur í Chili, er Jákup Frants uppringdur av manni, sum vildi hava bilin við til eina framsýning. – Hesin helt, at hann kundi selja bilin fyri meg fyri einar 30.000 krónur. Men tað hevði eg ongan áhuga í. Einki úr mínum savni er til sølu. Tá Sosialurin vitjaði Jákup Frants Larsen í Fuglafirði seinasta hósdag, vísti hann okkum partar av stóra savninum. Aftrat bilum og súklum, hevur hann eisini modellskip, eins og hondgjørd skip og bátar. – Hóast eg havi savnað modell­ bilar øll hesi mongu ár, finni eg altíð av og á onkran bil, sum eg ikki eigi, sigur Jákup Frants Larsen. Mest eg sjálvur Jákup Frants og konan, Marjun, eiga tríggjar synir, sum allir eru vaksnir. Hin yngsti er 20 – og hin elsti er 36 ár. – Eg vil siga, at teir hava allir havt ein ávísan áhuga fyri savninum og kanska serliga hin elsti, sum sjálvur er bilmekanikari. Jákup Frants Larsen eigur eisini tríggjar gamlar bilar og eina gamla motorsúklu. – Eg eigi soleiðis ein Ford Taunus, sum verður 40 ár í summar, ein Volvo Amason, sum verður 44 ár – og so eigi eg eisini Jaguarin, sum Svenning Johannesen í sínari tíð átti, sigur hann. vilmund@sosialurin.fo