Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-06, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 6. apríl 2011 · Nr. 41 Sosialurin Oyggjablaðið ikki Poul fann kærleikan í Thailandi - Familjan hjá konu míni er sera fyrikomandi og blíð, og sjálvandi halda tey tað vera stuttligt at síggja ein hvítan, tjúkkan mann, sum hin einasta hvíta í teirra umhvørvi, sigur Poul Rustin brosandi Vilmund Jacobsen Poul Rustin er ikki gamal drong ­ ur longur. Fyri umleið trim um árum síðan giftist hann thai­ lendsku kvinnuni, Luna, og nú eru tað tey bæði, sum í fyrsta lagi reka matstovuvirksemið á Muntra. – Vit arbeiða langan dag og hava lítla frítíð. Men í januar í ár, tá minst er at gera, avgjørdu vit at snara lyklinum og fara út at ferðast. Tá høvdu vit runnið og tuskað í fleiri enn 300 dagar av undanfarna ári. Væl móttikin Poul sigur, at hann og konan plaga at geva sær stundir til at vitja familjuna hjá konuni í Thailandi, men tey hava eisini verið aðrastaðni og ferðast, síð an tey gjørdist trúlovað og gingu í hjúnalag saman. – Tað hevur verið áhugavert at vitjað familjuna hjá konuni og síggja, hvussu tey liva, og hvat tey eta. Poul sigur, at hann er sera væl móttikin í Thailandi. – Tey eru sera fyrikomandi og blíð, og sjálvandi halda tey tað vera stuttligt at síggja ein hvít an, tjúkkan mann, sum hin ein asta hvíta í teirra umhvørvi, sigur hann brosandi. Skilir hvørt orð Poul Rustin sigur, at kona hans­ ara hevur fingist við mat gerð áður, og nú tey eru tvey um ymisku uppgávurnar á Muntra, er arbeiði hugaligari og fellir lættari. – Luna skilir hvørt orð á før ­ oyskum, og hetta ger, at hon betri kann samskifta við við­ skiftafólk, og hon tekur eisini tele fonina, tá fyri spurningar eru um ymiskt, sigur matstovu­ eigarin á Muntra. vilmund@sosialurin.fo Eg hevði opið á Muntra øll kreppuárini fyrst í nítiárunum, tó at tað ikki altíð var so lætt Poul Rustin Eg plagi onkuntíð at siga, at ”vi åbner, når vi kommer – og vi lukker, når vi går Poul Rustin