Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-06, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. apríl 2011 · Nr. 41 26 Sosialurin Oyggjablaðið Vilmund Jacobsen Poul Rustin, sum heilt síðan árskiftið 1984/85 hevur rikið matstovuna Muntra í Fuglafirði, hevur ikki hug at gera samanberingar millum matstovur á bygd ella í bý kring landið – og so matstovur í Havn. – Eg hugsi mær til, at alt er øðr­ vísi í Havn. Fólk kunnu ganga til mat staðin, og tey kunnu koyra í hýruvogni. Úti á bygd eru fáir hýruvognar, og tá hjún ella pør eru úti til døgurða, fara tey kanska at togast um, hvør av teimum skal sleppa at drekka eitt vínglas – og hvør skal koyra heimaftur. Matstovueigarin er í hvussu er avgjørdur um, at tað, sum mong roknaðu við, ikki hevur hildið. – Nógvar matstovur munnu gjøg num tíðirnar hava latið ser­ lig um gestum vín í kaffikannu, tá ikki var loyvt at skeinkja aftur við mati. Vit kunnu siga, at hetta var forboðin frukt, og tá fruktin er forboðin, plaga vit eisini at siga, at hon er spennandi. Hann sigur, at nú matstovur hava fingið skeinkiloyvi, merkist lítið til, at saknur nakrantíð hevur verið í hesum. – Eg tosi bara fyri meg sjálvan, men haldi meg kortini vita, at støðan hjá øðrum matstøðum uttan fyri Havnina líkist nógv tí, sum vit uppliva her í Fuglafirði. Er tað dýrt? Poul Rustin sigur, at ikki so sjáldan skilst á fólki, sum koma inn á gólvið til døgurða, at tað er ov dýrt at keypa vín. – Men álvaratos, er tað dýrt at keypa eitt glas av víni fyri einar 30­35 krónur – ella eina fløsku av góðum víni fyri einar 180­200 krónur? Eitt er, hvat vín kann keypast fyri í Rúsuni. Annað er, hvat tú kanst keypa sama vín fyri í eini matstovu, har tú eisini fært alla aðra tænastu upp í hendurnar. Matstovueigarin vísir á, at tá fólk eru sunnanfyri, kostar vínið umleið tað sama, sum fólk kunnu keypa tað fyri á Muntra. – Munurin er bara, at her fært tú gott vín, meðan vínið, sum fólk keypa aftur við mati sunnanfyri, ofta er vánaligt vín, sum tey, ið selja tað, ikki høvdu drukkið sjálvi – ella vín, sum tú fært høvuðpínu av. Poul Rustin sigur, at sama er við øli, tá maturin verður etin. – Tað er nevniliga heldur eingin søla av øli aftur við mati ein leyg­ ardag ella sunnudag. Nei, hetta er slett ikki tað, sum fólk tosaðu um, áðrenn rúsdrekkalógin varð broytt. Matstovueigarin sigur, at tað, sum hann hevur ført fram, bert snýr seg um vín ella øl aftur við mati, sum als ikki bleiv tað, ið mangur hevði roknað við. – Søgan um tað sterkara slagið er ein heilt onnur og hevur einki við umrøddu matmentanina at gera, leggur Poul Rustin aftrat. vilmund@sosialurin.fo - Ein vanligan leygardag ella sunnudag, tá eini 30-40 fólk eru til døgurða, selja vit kanska eini 2-3 gløs av víni, og onkuntíð kemur fyri, at vit selja eina fløsku. Men hetta er ikki tað, sum fólk roknaðu við, tá tosað varð í síni tíð um vín aftur við mati, sigur Poul Rustin Ikki bara stutt ligt í byrjanini Poul Rustin sigur, at tað var ikki bara stuttligt tað fyrsta árið, Muntra hevði skeinki­ loyvi. Tá vóru fá loyvi í Eyst uroy, og hann heldur, at tað hevði verið lættari, um skeinkiloyvi tá var á hvørj­ um horni. So, hevði man kanska fingið frið, sum hann tekur til. – Tað kom meiri enn so fyri, at menn stóðu klárir, til dyrnar lótu upp, og hevði eg eitt tiltak á Muntra tíðliga seinnapartin, riggaði hetta ikki væl. Tað kom eisini fyri, at hýruvognur hevði sett menn av, sum bíðaðu eftir, at eg læt upp. Tá noyddist eg at ringja eftir bilinum aftur, tí eg hevði ikki umstøður at taka menn inn at drekka, sam stundis sum eg hevði eitt privat tiltak, sigur hann. Poul Rustin sigur, at hesi viðurskifti broyttust tó nak að, sum árini gingu, sam­ stund is sum tey, ið høvdu skeinkiloyvini, ivaleyst dugdu betri at takla ymisku støðurnar, ið kundu taka seg upp. vilmund@sosialurin.fo - Tá vín aftur við mati var ein forboðin ”frukt” í Føroyum, søgdu mong seg sakna hetta. Men saknurin hevur eftir øllum at døma ikki verið nóg stórur, sigur Poul Rustin Mynd: Jens Kristin Vang Her fært tú gott vín, með­ an vínið, sum fólk keypa aftur við mati sunnanfyri, ofta er vánaligt Poul Rustin Menn stóðu klárir, til dyrnar lótu upp Poul Rustin Skeinking ikki sum fólk høvdu væntað