mikudagur 6. apríl 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 6. apríl 2011 · Nr. 41
Sosialurin
7. apríl fyllir ein unglingi í
Havn 65 ár. At maðurin nærk
ast
pensjónsaldri
hugsar
ong in, ið sær hann hvønn
morg un kl. 06 rennandi á
Tórs vølli, áðrenn hann fer
til arbeiðis sum borgarstjóri.
Á arbeiðsplássinum rennur
hann víðari, og starvsfólkini
mugu renna við, men hetta
er tó høvuðsorsøkin til, at
so nógv kemur av skafti.
Hann megnar kortini at vera
bæði sosialur og vinaligur í
gerandisdegnum og hevur
altíð stundir til eitt prát.
Heðin á Brekkunum, Heðin
hjá Eli og Ethel, varð føddur
7. apríl 1946 í Trongisvági.
Reiðiliga
farin
í
skúla
flutti familjan til Havnar.
Heimurin hjá Heðini gjørdist
økið millum Kongabrúnna,
Abbatrøð
og
Glaðsheygg,
sum tá var eitt sera aktivt
øki við kolasølu og sandsølu,
har sum parkeringsplássið
er nú. Í hesum økinum vóru
øll B36'arar, so tað sindrið av
TB'ara, sum kanska hevði
verið í dronginum, varð
skjótt pilkað úr honum.
Hevði diagnosan ADHD
ella DAMP verið uppfunnin
tá, so var hann helst settur
í viðgerð. Drongurin hevði
eld í reyvini og var sera
aktivur. Abbin, gamli Palle
á Brekkunum í Trongisvági,
var umframt at vera gamal
skipari eisini bóndi, so Heðin
vaks upp við djórahaldi. Í
Havn rann hann tí aftaná
øllum, sum høvdu seyð, gæs,
høsn og hest, og sum heilt
ungur skrivaði hann umsókn
til kommununa um leigutrøð.
Hana fekk hann kortini ikki,
fyrrenn umsóknin var so
gomul, at hon nærmast var
ógildug.
Har suðuri hevði Heðin
gingið á universitetinum í
Trongisvági – í fyrsta flokki
hjá Elspu Vestergaard. Kom
in til Havnar fór hann at
ganga í skúla á Vaglinum, í
sama húsi, har hann nú situr
sum borgarstjóri. Flutt varð
seinni niðan í gula skúla.
Eftir skúlatíð var hann sera
aktivur, rokaðist og loss aði á
keiini, bar cement og hjálpti
til
hjá
Balslev.
Súkkl aði
dýnur inn og út fyri Fjøður
reinsaríið. Hann var skóti,
fyrst úlvaungi, seinni skóti
í Másanum í somu patrulju
sum Poul Michelsen, gjørdist
korporálur og so førari, sum
tað kallaðist tá.
Hann slapp eisini við
Tjaldr i num og fekk sjófarts
bók. Men hann valdi ikki
sjó lívið, tí her kom totalur
sperð il í. Stóri smádrongurin
við Tommy Steele & James
Deanfrisýruni
koblaði
sam an við eini elegantari
eitt sindur meira vaksnari
gentu, Hjørdis hjá Eriku og
Alfred Egholm. Hon gav
honum nakað at liva upp til,
helt honum nøkurlunda á tí
beina og smala vegnum, so
hesin óvitin úr Trongisvági
útviklaði seg rímiliga nor
malt. Og hann snuppaði
hana beint fyri næsunum á
hundraðtals donskum marin
ar um, sum floymdu oman úr
Mjørkadali um kvøldarnar.
Hóast torført var at fáa
lærupláss, so fekk Heðin
læru pláss
sum
maskin
og bil smiður hjá Wenzel.
Hann bleiv mekanikari og
bleiv Fordmaður burturav,
um framt serkønur Alpha
Dieselmaður.
Tey
høvdu
eitt fantastiskt ungdómslív í
Havn, har møtiplássini vóru
Kondittaríið, Sjónleikarhúsið
og Tórshøll. Hann giftist við
Hjørdis og tey fluttu aftur
niðan á Glaðsheygg, næstan
á sama stað, hann byrjaði
lívið í Havnini. Og so livdu
tey annars lukkuliga fram
til dagin í dag, fingu 4 børn
sum hava givið teim um so
nógv abba og ommu børn,
at skjótt passa tey ikki uppá
eina mynd. Tey hava klárað
seg væl. Heðin hevur havt
bát og hevur róð nógv út.
Seyð hevur hann á trøðni
í Havnardali saman við
brøðrunum Hans og Erhardi
suðuroyarsperðilin er tiltikin
og gæsnar hava frælsi í
Norðradali. Og so er hann
grindamaður. Spesialistur í
turrum tvøsti. Innløgumaður
sum fáur.
Søgan kundi endað har.
Men við til søguna hoyrir
fyri ein ordans skuld eisini,
at hann eisini bleiv útbúgvin
bilsýnismaður og trygg ingar
maður, at hann arbeiddi
sum mekanikari í 17 ár og á
Tryggingini í nærum 30, at
hann hevur sitið í býráðnum
í Havn í 40 ár, at hann hevur
sitið 6 ár á løgtingi, at hann
var formaður í Havnar Sjón
leikarfelag í 6 ár og Havnar
Róðrarfelag í 6 ár, Tórshavnar
Ítróttarráð í 3 ár og hevur
verið forseti ÍSF's í 28 ár.
Og hann hevur eisini
fingið
nógv
herðaklapp.
Hann gjørdist Riddari av
Danne brog í 1991, fekk ís
lendska ISI heiðurskrossin
í 1996, ÍSFheiðurskrossin
í 1999, gjørdist Riddari av
Dannebrog af Første Grad
í 2003 og fekk innivist í
Kraks Blå Bog í fjør. Og í
fjør fekk hann eisini hægsta
heiðursmerki
frá
danska
ítróttarsambandinum, DIF.
Og herfyri varð hann valdur
ársins leiðari.
Hann er eisini havnar
maður um ein háls, og tað
er ikki lukkuligt fyri tann,
sum av órøttum niðurger
Havnina. Hann er ein góður
vinmaður, sera trúgvur og
hjálpsamur – rættir altíð
eina hond, har tað kann lata
seg gera. Og tað er nakað, vit
starvsfelagar eisini merkja.
Hjartaliga tillukku við
degnum.
Starvsfelagar
Nøvn
Heðin Mortensen
sekstifimm
Ein heilsan til vinu mína,
Jenny Petersen,
kollfjarðarkonuna, úr Fuglafirði
á 90 ára føðingardegnum 7. apríl
Situr tú framman fyri gluggakarm ´
og lítur yvir blágráan fjørð,
meðan hvítmyljur kara hvítt
og veittra til tín
á stálkyndum firði,
har níti ár
liva við eygnahvarm
og tín mjúka barm.
Heilsa verði tú, vina mín,
og øll tín barnafjøld,
nú tú situr í hásæti
í lívsins spunatráði
ið nemur við tín huga
um Kollafjørð og Bakkalið,
koma framvið
og heilsa tær
í tign og frið´
lið um lið.
So vøkur tú ert, vina mín,
so skaldakend og snøgg
í skart og skrúð,
frá høvur til fót,
ið nemur við
dúnlættu náttardøgg.
Nú várkyldin fer um Bakkan
og heimligu jørð,
so var tað eins og í gjár,
at tú livdi tíni bestu ár.
Tú festi búgv við stálgyrdan fjørð
og untist væl við mann og børn
og bakkafjøld.
Her var tín lívsdagur, vina mín,
og tøkk fái tú fyri ár so mong
á hesi grønu ong
fyri prát og vinsæl orð
í skemti í suður og norð
í trúfesti og dygd
úr tíni vinsælu hjartatrygd.
Frits