Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-06, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. apríl 2011 · Nr. 41 30 Sosialurin Miðvikan 14. partur Eg havi nevnt fyrr, at tá ið eg varð útnevndur til fulltrúa á dómara­ skrivstovuni, var eg 21 ára gamal. Hetta merkti, at mínar inntøkur blivu nógv betri. Víst var tann fasta lønin ikki nakað at reypa av ella nakað at gifta seg uppá. Hon var kr. 83,75 um mánaðin. Men sum dómarafulltrúi gjørdist eg eisini almennur uppboðshaldari, og kundi hetta geva heilt fitt av sær. Tann almenni Landshandilin hevði stundum uppboðssølu av skadd um vørum. Hesar kundu verða seldar fyri góðan prís vegna ta skamtan og vørumangul, sum var tá undir heimsbardaganum. Afturat hesari vóru tvær fastar árligar uppboðssølur. Tær vóru hjá keypmonnunum Sam Olsen og Zacharias Heinesen. Uppboðssølan hjá Sam Olsen var av ísinkram og porselensvørum, sum vórðu innfluttar júst fyri at verða seldar á uppboði. Uppboðssølan hjá Heine­ sen var av klædnavørum og skóm, eisini keypt í útlandinum til enda­ málið. Hesar vørur vóru vanliga seldar í smáum eindum. Hetta merkti, at tey flestu hamarssløg vóru uppá boð, sum vóru undir eina krónu. Tað kundu tískil verða 3­4.000 hamarsløg á eini slíkari uppboðs­ sølu, og alt varð selt á borg. Tá ið so uppboðssølan var av, skuldi eg fara í holt við at skriva rokningar til tey, sum høvdu keypt. Eg hevði nevniliga eisini ábyrgdina av, at peningurin kom inn. Hetta var eitt sera stórt arbeiði, sum eg fyrst og fremst gjørdi um náttina, tá eg jú ikki kundi nýta mína arbeiðstíð til slíkt privat abeiði. Tað ráddi um at fáa rokningarnar út sum skjótast, so pengarnir skuldu koma inn til tíðina. Tað eydnaðist mær eisini at fáa stórt sæð allan peningin inn. Eg minnist bert ein keypara, sum ikki rindaði. Annars vóru uppboðssølurnar tað stóra forlystilsi tá á døgum. Seinni kendir uppboðshaldarar vóru Tom Nicolajsen og sonur hans­ ara Sigfred Skaale. Láturligar rokningar Sum fulltrúi hevði eg tað rættiliga frítt. Stjórin hjá mær hevði fult álit á mær, og eg gjørdi tað, eg kundi, fyri ikki at skuffa hann. Hans Chr. Tygesen, sorinskrivari frá 1912­1918, kundi tykjast at vera sera boysin, men tann, sum lærdi hann at kenna, sá, at í honum bankaði eitt heitt og trúfast hjarta.. Hann hevði annars verið gardari í síni hertænastu og sá eisini út sum ein slíkur. Umframt at vera uppboðshaldari arbeiddi eg við øllum, sum hevði við skiftirættin at gera. Tá var tað ikki ein advokatur, sum var bústjóri fyri einum búgvi. Tað var fulltrúin á dómaraskrivstovuni, sum gjørdi búgvið upp, og sum í uppgjørdum trotabúgvum býtti avlopið út til ognarar. Hetta gav mær eitt gott innlit í arvareglum og reglum fyri konkurs­ um. Tá ið tað vóru størri búgv, varð tað loyvt at rokna mær eina samsýning fyri ómakin. Men hetta vóru smáar upphæddir í mun til tað, sum advokatar seinni kundu rokna sær. Fulltrúin hevði eisini ábyrgdina av fútamálum, at vera við í sjórætti og politirætti. Eisini var uppgávan at krevja inn ymisk rættargjøld. Men hesi vóru sera lág, tey vóru eftir eini reglugerð frá 1836. Eg minnist ein marstalskipara, sum við síni skonnart var komin við salti úr Miðalhavinum. Tað var komin sjógvur í lastina, og skuldi hetta fráboðast okkum vegna trygg ingina. Tá ið eg hevði gjørt pappírs­ arbeiðið í hesum máli, gav eg skiparanum eina rokning upp á 5 krónur. Hann helt hetta var eina púra láturlig upphædd, og skeyt upp, at eg setti í hvussu er eitt null aftanfyri fimmtalið, so rokningin kundi síggja eitt sindur rímilig út. Hann segði mær annars, at hetta við at uppskriva rokningar var vanligt, nú tað var kríggj á heims­ høvunum, og vandin við at sigla var so stórur. Tí var tað so líkatil at hækka sínar inntøkur, har hetta kundi lata seg gera. Hann bjóðaði mær, at vit kundu býta vinningin millum okkum. Hesum noktaði eg fyri, og skiparin fór avstað eitt sindur ørkymlaður um, at eg var so býttur ikki at vera við í hesum fidusi. Tað skal ikki undra meg, um skiparin sjálvur broytti rokningina, tá ið hann kom umborð. Framúr sjómenn Um hesar marstalskiparar haldi eg annars, at teir vóru framúr sjó­ menn, sum gjørdu teirra landi størsta heiður. Teir sigldu uttan motor undir 1. heimsbardaga við sínum smáu skonnartum í støðugum vanda fyri kavbátaálopi. Teir komu allan vegin úr Miðalhavinum við saltlastum bæði summar og vetur. Tað slapst ikki undan, at fleiri teirra forlistu og at einki frættist frá teimum. Summar av hesum skonnartum gingu burtur undir Føroyum. Ein slík skonnart rendi á land í Norðra­ dali, og hon fór í sor í briminum. Allir umborð druknaðu. Ein partur av vrakgóðsinum rak á land í Norðradali, og hetta seldi eg á uppboði. Eg hevði við mær til Norðradals tveir kalsmenn umframt metingarmenn. Vit komu at búgva hjá bóndanum í bygd ini. Hann var sera blíður, og hann setti fleiri skerpikjógv umframt skinsakjøt og annað gott á borðið. Sum vanligt var, ótu vit í glasstovuni, meðan húsfólkið át í roykstovuni. Annar av kalsmonnunum var ein rættiligur grovátari, og eg kendi meg eitt sindur illa, sum hann skræddi í seg. Men sum hann segði: ”Tað er ikki hvønn dag Pál fær røtur!” Ein onnur skonnart, Casper, for­ listi eisini við Lítlu Dímun seinast í 1918. Skonnartin hevði fingið rivið síni segl og rak fyri vág og vind. At enda rak hon uppá land, og tað eydnaðist manningini at koma upp á oynna. Tað var ikki minni enn eitt undur, at hetta eydnaðist teimum. Manningin lívbjargaði sær í 17 dagar á Lítlu Dímun, til ein bátur av Tvøroyri ansaði eftir teimum, og teir vórðu bjargaðar. Eg var við til sjóforhoyrið í Havn. [Henda hending er lýst í Mið­ vikuni í samband við ta røð, vit høvdu í fjør um Stóru Dímun.] Hitti ikki verforeldrini fyrr enn brúdleypsdagin Tá ið eg gjørdist fulltrúi høvdu eg og Margretha verið trúlovað í tvey ár. Men at fáa hana at vitja síni verforeldur og at hitta familjuna var mær ikki møguligt. Hon hevði fingið tað uppdragilsi, at kvinnan skuldi halda seg aftur og skuldi ikki troka seg fram. Var drongurin, sum hann skuldu vera, so mátti hann skilja henda hugburð. Hetta mátti eg so góðtaka. Eg haldi ikki, at Margreta skifti orð við míni for eldur fyrr enn á sjálvum brúd­ leypsdegnum. Men hinvegin helt Margretha, at eg sum hennara komandi maður hevði skyldu til at skriva til hennara foreldur og boða teimum frá, at vit vóru trúlovað, og at tað var mín ætlan at gifta meg við henni, tá rætta løtan var. Og nú eg hevði fingið starv sum fulltrúi var henda løtan nærri, enn hon hevði verið. Eg kundi tó ikki enn seta ein dag fyri giftarmálinum. Hesum mátti eg eisini boyggja meg fyri. Eg hugsaði um at byggja hús við Skansavegin, niðanfyri Jens Mohr og nærindis Ólastovu, og hevði eisini gjørt eina tekning av einum húsi. Men henda tíðin var trupul at giftast í. Tað var krígstíð við hækk­ andi prísum og trupulleikum at fáa hendur á byggitilfari. Men Margretha segði plássið hjá sær hjá Jens Evensen upp fyri Kristian Djurhuus: Gentan sá ikki verforeldrini fyrr enn brúdleypsdagin Kristian og Margretha hava nú verið ringforlovað í tvey ár. Nú er tíðin komin at giftast. Men tað var ikki bert sum at siga tað fyri nærum 100 árum síðani. Men fyrst greiðir Kristian frá sínum eykastarvi sum uppboðshaldari Tríggjar systrar úr Porkeri í Havn. Standandi f.v. Elisabeth Helene Larsen, f. 1871. Gift við Ludda Kristian. Elin Larsen, 1869-1939, mamma Kristian Djurhuus. Sitandi: Keren Hansen, f. Dahl, Anna Sofía Larsen (1858- 1934), gift við postmeistaran C. C. Danielsen.