mikudagur 6. apríl 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 6. apríl 2011 · Nr. 41
Sosialurin
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
at flyta heim til foreldrini at gera
útstýr, men enn var eingin dagur
ásettur.
Ov ungur at giftast
22 ára gamal
Tað var eisini tað, at míni foreldur
heilt vist ikki hildu tað vera hósk
andi, at teirra sonur gifti seg í so
ungum aldri. Eg hevði heldur einki
sagt teimum um mínar ætlanir at
giftast. Men tey máttu so rokna við,
at hetta kundi koma uppá tal, tí vit
høvdu havt ring uppi á í tvey ár.
Eg vitjaði Margrethu nakrar
ferðir heima hjá foreldrunum inni
í Heiðunum. Fyrstu ferð var eg eitt
sindur stúrin um, hvussu hetta fór
at rigga, men tað gekk heilt væl. Eg
kundi beinanvegin merkja, hvussu
góð Ellen Maria, vermamman,
var við meg. Hon var eitt stórt
menn iskja, sum undir beskednum
umstøðum hevði klárað at uppala
ein stóran barnaflokk til at vera
dugnalig og góð menniskju.
Hon var bóndadóttir av Skála og
hevði frá ungdóminum lært nógv
um húsarhald og matgerð.
Hon varð altíð biðin um at
standa fyri brúdleypum sum høv
uðs kokkur og tað sama við barna
dópi og konfirmatión.
Verfaðir, Hans Andreas, var
sjómaður og kundi eins og sjómenn
taka sín tørn, tá komið var heim av
túri. Hann var ein flottur mað ur,
ein rættur víkingur, høgur, stór
limaður við ljósum hári og gullig um
fullskeggi. Hann var eitt slík mann
fólk, sum eg haldi, at allar kvinnur
kundu fallið fyri.
Tað ljóðaði, at vermóður hevði
trupult við at stýra honum í teirra
trúlovingardøgum. Men so hendi
tað, at skipið, hann var við, gekk
burt ur undir Íslandi. Tá lovaði
hann Várharra, at um hann varð
bjarg aður, so skuldi hann vera
Ellen Mariu trúgvur og gifta seg
við henni. Hann varð bjargaður,
og stutt eftir at vera komin heim
giftust tey bæði.
Margretha og eg skrivaðu nógv
saman hesa tíðina. Men eitt bræv
hevði tó eitt serligt innihald.
Margretha boðar frá, at nú er
tíðin komin, har vit mugu seta
brúd leypsdagin.
Eg mátti fyrst geva mínum for
eldrum beskeð. Eg var so ungur, at eg
mátti samb. galdandi hjúnarlagslóg
hava játtan frá teimum at giftast.
Eg var eisini greiður yvir, at tað
bar ikki til at fáa eini hús við teirri
freist, vit høvdu. So eg mátti eisini
fáa greiðu á, um eg kundi sleppa at
búgva heima aftaná giftarmálið ella
eg máttu leiga eina íbúð.
Eg hevði stóra virðing fyri
mínum foreldrum og var ikki ser
liga errin at fortelja teimum, at eg
skuldi giftast. Eg fortaldi tað fyrst
fyri mammu, og roknaði so við, at
hon fortaldi tað fyri pápa. Tað var
eisini tað, sum hendi.
Einki at bíða við
Mamma royndi at tosa uppundir,
um eg ikki kundi bíða við at giftast,
til eg var blivin nakað eldri. Men
hetta kundi ikki koma uppá tal.
Síðan royndi mamma at fáa meg
við uppá, at eg eftir giftarmálið
skuldu búgva í Ólastovu, meðan
Margretha skuldi búgva heima
hjá sínum foreldrum. Hon royndi
eisini at fáa beiggja sín, sum var
fýrmeistari á Borðuni, at sannføra
meg um hetta hugskot.
Men eg avvísti fullkomiliga, at
vit bæði ikki skuldu búgva saman.
Eg hótti við, at sluppu vit ikki at
búgva í Ólastovu fyrstu tíðina,
so skuldu eingin kroysa var ov
vánalig til okkum at leiga. Tá fall
øll mótstøða burtur.
Tað merkiliga var, at pápi var ikki
so nógv ímóti okkara giftarmáli,
sum mamma var. Tá skilti eg ikki
mammu, men seinni havi eg skilt
hana betur. Tað var als ikki tað, at
hon hevði nakað ímóti Margrethu,
men tað var fólkatosið, sum hon
ræddist. Hvat vildu fólk siga um,
at sonur hennara mátti giftast so
ungur.
Um hesa tíðina var ein danskur
trúboðari í Havn. Hann ferðaðist
nógv kring oyggjarnar, og hóast
hann hevði konu og børn, varð sagt,
at honum dámdi væl at hyggja eftir
ungum gentum í bygdunum, hagar
hann kom.
Hann plagdi eisini at vitja fólk
í Havn, eisini kom hann inn til
okkara. Tað var mest mammu, hann
tosaði við, hetta var ikki nakað fyri
pápa. Mær dámdi hann heldur
ikki. Ein dagin eftir, at tað frættist
í býnum, at ”Kristian í Ólastovu
nú skuldi giftast”, var trúboðarin
komin á vitjan. Hann segði við
mammu, at hann helt meg vera alt
ov ungan at giftast. Men hetta vildi
mamma tó ikki góðtaka og segði
við trúboðaran, at ”Kristian hevur
altíð verið so tíðliga mentur.” Tá ið
eg frætti hetta gjørdist eg í øðini.
Eg skuldi seta handan mannin
uppá pláss, hann skuldi helst ikki
tosa um moral. Men mamma fekk
sissað meg, hon hevði jú ikki hildið
við honum. Men framvegis merkti
eg á mammu, at hon var kedd um,
hvat fólk tosaðu.
Umframt
fólkatosið
visti
mamma
frá
egnum
royndum,
hvussu trupult tað var hjá ungum
hjún um at skulla liva saman við
eldri fólki í eini lítlum húsum. Men
hetta hugsaði eg ikki so nógv um.
Vit høvdu ofta verið fleiri fólk í
húsi. Nú vóru tað bert foreldrini
og beiggi mín Martin. Johan, beiggi
mín, var tá farin til Danmarkar at
arbeiða.
Margretha verður 80 ár
Tað kann verða nevnt, at nú fríggja
dagin 8. apríl verður Ingibjørg,
verdóttir Kristian Djurhuus, 80 ár.
Hon var gift við Erling, sum var
næstyngsti sonur Margrethu og
Kristian. Ingibjørg verður at hitta í
Sjónleikarhúsinum føðingardagin
frá kl. 11
Í komandi parti verður Kristian giftur. Samstundis verður í nøkrum
pørtum eisini greitt frá ættini hjá Margrethu
Tað var dómarin Hans Chr. Tygesen, sum fekk Kristian Djurhuus
at koma á dómaraskrivstovuna. Her sæst Tygesen saman við
konuni og børnunum, sum vórðu kallað Mutte, Manne og Bimbo.
Kristian Djurhuus tekur til marstalskonnartirnar, har
manningin setti lívið í vága undir 1. heimsbardaga millum
annað við at sigla við salti úr Miðalhavinum til Føroya.
Ein marstalskonnart fór á land í Norðradali og øll manningin doyði.
Hans Andreas og Ellen Maria vóru verforeldur hjá Kristian Djurhuus.