Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. apríl 2011 · Nr. 42 4 Sosialurin Randi Jacobsen Uppgávurnar hjá arki­ tekt unum hava verið av mark aðir av fíggjar­ krepp uni, og tað er tí ein fongur hjá teimum at fáa stórarbeiði. – Tit kunnu ætla, at vit eru fegnir. Tað sigur Høgni Han sen, arkitektur úr Havn. Hann arbeiðir fyri seg sjálvan, men kast aði saman við arki­ tekta feðgunum Tage Lyne borg, professara og arki tekti og Carl Th. Lyne borg, arkitekti fyri at luttaka í projekt­ kapp ing ini um at byggja upp í Falkoner gård ens Gymnasium á Frede riks­ berg í Keypmannahavn. Hetta loysti seg, tí teir vunnu kappingina. Áhugin var stórur fyri kappingini, tí inn komu 101 uppskot úr fleiri londum. Gamalt og nýtt Høgni Hansen sigur, at uppgávan var trupul, tí teir skuldu bæði tekna nýtt, byggja nýtt saman við verandi bygningi og kanska eisini byggja um. Studentaskúlin er frá 1955, teknaður av kenda arkitektinum Thom as Havning. Vinn ar arnir hava teknað uppí bygg­ ing ina og nýbygg ing­ ina við virðing fyri ver­ andi bygningum, so tað nýggja fellur væl sam an við tí gamla, sum er sagt at vera vert at varð­ veita. Byggingin fer at fevna um eina stóra høll og seks flokshøli. Verkætlanin er so mik ið stór, at hon varð mett at kosta upp móti 37 mió. krónum. – Eitt gott við hesum er, at studentaskúlin er ein sjálvsognarstovnur, sum eigur pengarnar at byggja fyri. Sostatt skal eingin nú út at leita eftir fígging, sigur Høgni Hansen. Alt gongur skjótt fyri seg. Teir skulu longu týsdagin á byggifund, og tá verður tíðarætlanin løgd. Randi Jacobsen Teir eru fast tríggir menn við útróðrarbátinum Brandi á Viðareiði, og veðrið var hampiliga gott mánadagin í seinastu viku, tá ið teir vóru norðanfyri, 14 fjórðingar norður úr Viðoynni. – Vit vóru júst lidnir at draga, og eg fór inn í húsið og setti á, meðan hinirbáðir ruddaðu og spulaðu. Tá hoyrdi eg eitt róp afturi á dekkinum, at ein maður var farin fyri borð, og eg sá hann eisini fara eftir høvdinum, sigur Janus Sørensen, sum er skipari á Brandi. Maðurin hevði eina slisku í hondini, tá ið hann fór fyri borð. Hann hevur ikki viljað slept sliskuni og fór tí framyvir. Gjørdi fast – Tíbetur var eg ikki farin niðurundir, tí so hevði gingið longri tíð, til vit fingu hann aftur. Men av tí at vit sigldu so skjótt, sigldu vit einar 75 metrar frá honum, sigur Janus Sørensen. Teir vendu beinanvegin og sigldu so tætt at manninum, sum til bar. Janus Sørensen tveitti manninum á sjónum ein uppstandara og vant so nógv hann kláraði av línuni um hondina. Maðurin rak aftureftir, men teir tordu ikki at bakka av ótta fyri at renna á bátin, og ikki kundu teir seta ov nógv á línuni, tí so fór maðurin undir. Hann fleyt annars væl, tí luft kom undir oljuklæðini. Hann var undir einar tvær ferðir. Spakuliga drógu teir mann in at bátinum. Maðurin var púra klárur, men hann gramdi seg um, at styvlarnir vóru so tungir, fullir av sjógvi. Tað eydnaðist manninum at sleppa úr styvlunum, og hann fekk hjálpt til, tá ið hinir báðir tóku í oljuklæðini hjá honum og drógu hann inn. Púra róligur – Vit lógu so eina løtu og summaðu okkum. Eg var púra róligur alla tíðina, veit ikki hví, og eg eri sannførdur um, at onkur onnur kraft var uppií. Í slíkum førum fellur tíðin long, men eg haldi ikki, at alt vardi longri enn fýra minuttir, sigur Janus Sørensen. Maðurin, sum fór fyri borð, var 36 ára gamli beiggi hansara, Edvard. Hann var væl fyri, tá ið hann kom umborð. Ikki fyrr enn eina løtu seinni fór hann at skelva. Teir góvu honum onnur klæðir at fara í, og teir sigldu til lands. Teir tóku tað so róliga, at teir ikki fóru við manninum á sjúkrahús, og skjótt fóru teir avstað aftur. Hepni Janus Sørensen hevur hugs­ að nógv um hendingina, og hvussu hepnir teir vóru hóast alt. Hvussu hevði verið vorðið, um tað hevði verið myrkt? Hetta hendi umleið klokkan 16, og var tað um vet­ urin, hevði verið myrkt tá. Eitt løgið var aftrat. Tá ið teir fóru at sigla til lands, rigg aði elektriska róðrið ikki. Fiskiskapurin hevur verið stak vánaligur seinastu tíð­ ina, men hendan dagin fingu teir 9.000 pund. Føroyingur vunnið stóra arkitekta­ kapping Arkitekturin Høgni Hansen úr Havn hevur saman við feðg unum Tage og Carl Th. Lyneborg vunnið projekt­ kapp ing um at byggja uppí ein studenta skúla í Keyp­ manna havn. Vinnarin vísir virðing fyri mentanararvinum Fór fyri borð á Norðhavinum Við hegni og hepni eydnaðist hinum monnunum umborð á útróðrarbátinum Brandi at bjarga Edvardi Sørensen, sum fór fyri borð 14 fjórðingar norður úr Viðoynni í seinastu vikuni Høgni Hansen hevur í fleiri ár arbeitt í Danmark sum arkitektur, men hann hevur eisini havt uppgávur í Føroyum Edvard Sørensen hevur í fýra ár verið við Brandi