fríggjadagur 8. apríl 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 42 · 8. apríl 2011
4
VIKUSKIFTI
FACERAPE
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er ótrúligt, men eg havi var
hugan av, at tey ungu taka tað yvir
høvur ikki í álvara.
– Og tað gera foreldrini kanska
heldur ikki.
Vit hava eina mammu í telefonini,
sum ógvuliga fegin vil varpa ljós
á eitt fyribrigdi, sum hevur tikið
seg upp í kjalarvørrinum á teirri
eksploderandi nýtsluni av Facebook
í Før oyum, eins og í øllum heinum
annars.
Og tað er eitt fyribrigdi, sum alt
ov nógv kennast við.
Tað, sum hendan mamman hugsar
um, er, tá ið óviðkomandi fara inn á
facebook vangamyndina hjá øðrum
og skriva okkurt upp á nakkan á
teim um, sum síðani fer út um allar
geilar á netinum.
Hetta fyribrigdi er so vanligt, at
tað hevur eitt heiti.
Ikki eitt føroyskt heiti, men eitt
enskt heiti.
Og heitið er Facerape.
Hetta er eitt fyribrigdi, sum øll
kenna til og sum heilt nógv hava
upp livað á egnum kroppi.
Í Føroyum er hetta lítið kannað,
men aðrastaðni vísa kanningar, at
annarhvør Facebookari hevur verið
facerapaður, sigur Dátueftirlitið.
Ongin álvari
At facerape er so vanligt, kemur í
grund ini ikki so óvart á hesa mamm
una, vit hava í telefonini.
– Tað vísir seg sum um at tey ungu
als ikki taka hetta í álvara. Men tað
vísir seg eisini sum um at nógv for
eldur heldur ikki síggja álvaran í
hesum.
– Men tað áttu tey at gjørt, tí hetta
er alt annað enn skemt, staðfestir
hon.
Hon sigur, at tað, sum verður lagt
á Facebook, verður goymt í allar
ævir.
Facebook hevur tilskilað sær
treytaleysan rætt at goyma alt, sum
verður lagt á síðuna, bæði tekst,
mynd ir og filmsupptøkur.
Tí er altíð vandi fyri, at upp lýs
ingar, sum eru lagdir á Facebook,
koma fram aftur í ljósið í heilt øðrum
sam bandi.
– Í veruliga lívinum hevði ongin
góðtikið at givið so nógv rættindi
og so nógvar upplýsingar frá sær,
sum tey glaðbeint geva Facebook, tá
ið tey stovna sær eina vangamynd,
ella skriva á síðuna.
– Vit eiga eisini at minnast til, at
ein stórur partur av teimum upp lýs
ingum, vit leggja á Facebokk í teksti
ella myndum, eru øgiliga persónligir
upp lýsingar.
Foreldrini
Hendan sama mamman heldur, at tað
fyrst og fremst eru foreldrini, sum
eiga at átaka sær ta ábyrgd at læra
børnini góðan sið á internetinum.
Men hon heldur eisini, at skúlin
kundi gjørt meiri við tað, hóast hon
eisini ásannar, at tað er mark fyri,
hvat kann stúvast inn í skúlan.
Men tað eru eisini nakrir skúlar, ið
taka hendan trupulleikan í álvara og
royna at læra næmingar vísa góðan
sið á internetinum.
– Tað einasta, vit kunnu gera, er
at uppala børnini til at vísa góðan
inter netsið og tað eiga vit at
gera.
– Men tað kann vera nokk so
tór ført, tá ið heldur ikki foreldrini
í nógvum førum heldur ikki skilja
álv aran í hesum, kanska tí tey hoyra
til tað ættar liðið, har tey ikki eru so
von við inter netið.
Nógvar kærur
Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Dátu
eftir litinum, staðfestir at tey fáa
nógvar áheitanir frá fólki, sum kær
ir sína neyð, tí tey hava verið fyri
Face rape.
Hon sigur, at rættiliga nógv Face
reyp kann tykjast at vera meinaleyst
skemt, har ongin ivi er um, at talan
er um Facerape.
– Men tað eru eisini nógv dømi
um, at farið verður rættiliga langt
út um mark og tá er tað altso ikki
stutt ligt meir.
Tað er eisini so ymiskt, hvat fólk
halda vera stuttligt. Og tað er heldur
ikki vist, at tað, sum er stuttligt í dag,
eis ini er líka stuttligt um nøkur ár.
Ólógligt
Tað kemur eisini fyri, at fólk, sum
hava gjørt seg sekan í Facerape,
enn tá hava broytt loyniorðið, so at
tann, ið eigur vangamyndina, ikki so
frægt, sum sleppur inn á sína egnu
vanga mynd at bøta um skaðan.
– Facerape eigur undir ongum
um støðum at verða góðtikið, tí tað
svar ar til at skriva eitt bræv til onkr
an í navninum á einum øðrum.
Ingunn Eiriksdóttir staðfestir
eisini, at Facerape er beinleiðis ólóg
ligt, tí tað er brot á persóns upp lýs
ingar lógina.
Men hinvegin hevur hetta lítlar
og ongar avleiðingar við sær, leggur
hon afturat.
Facerape er eIn heIlT stórUr TrupulleIKI
og Tað eru rættIlIga nógv, Sum Venda Sær
TIl dátUeFtIrlItIð aT Kæra Sína neyð
Facerape er ramasti álvari og tí er tað
spell at børn og ung og foreldur bara sláa
tað upp í glens. Dátueftirlitið fær nógvar
fráboðanir um facerape og útspillingar
og niðurgerðingar á Facebook og stjórin
sigur, at tað eigur ikki at verða góðtikið
IllustratIón: SoSialurin
Nógv kæra
síNa neyð
Í veruliga lívinum hevði ongin givið so
nógv rættindi frá sær, sum tey glaðbeint
geva Facebook