Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. apríl 2011 · Nr. 42 8 Sosialurin Formaðurin i Grinda­ manna felagnum, Ólavur Sjúrðar berg, heldur ikki, at tað verður nak ar trupulleiki, skuldi eitt lið av umhvørvis­stríðs­ fólk um komið higar í summ ar at mótmæla grinda drápi. Sagt hevur verið, at eini 2000 umhvørvisfólk fara at koma higar í summ ar, men tað heldur Ólavur Sjúrðarberg, er heilt ósannlíkt. ­ Eg dugi slett ikki at síggja hvussu vit skulu kunna hýsa so nógvum fólk um, sigur hann. ­ Men skuldi tað heilt ósannlíka hent, at tað koma so nógv fólk, haldi eg ikki, at vit skulu drepa grind ímeðan tey eru her. Hinvegin heldur for­ mað ur in í Grinda manna­ felag num, at skuldi tað kom ið eini 20, 50, ella kanska 100 fólk higar, er tað ongin trupulleiki. ­ Vit hava havt bólkar av umhvørvisfólki her áð ur og tað hevur ikki ver ið nakar trupulleiki. ­ Fyri tað kunnu vit drepa tær grindir, sum koma! ­ Tað er heldur ongin trupul leiki at halda grind til í Havn, hóast eitt ferða mannaskip liggur á Mola num. ­ Vit skulu bara legg­ ja okkum í geyma, at halda vit grind til, skulu vit gera okkara arbeiði til lýtar og vit skulu held ur ikki undir nøkrum um støðum lata okkum pro vo kera til at leypa fram av, sigur Ólavur Sjúrðar berg. Áki Bertholdsen Gongst sum ætlað verður tað skjótt ein farin tíð, at hvør mað ur fer í grindadráp við sín um egna reiðskapi. Í hvussu so er partvís! Arbeitt verður nú við at broyta grindareglugerðina og gongst sum ætlað, skulu broyt ing arnar koma í gildi næsta ár. Ein broyting, sum ætlanin er at fáa, er, at hereftir skal tað vera mønustingarin, sum skal brúkast at avlíva hval við. Men tað vera ein mønu­ sting ari, sum lykur heilt ítøki ligar fortreytir. ­ Ætlanin er, at tað bara skulu vera góðkendir mønu­ sting ar ar, sum tað verður loyvt at brúka, sigur Ólavur Sjúrða berg, formaður í Grinda man nafelagnum. Hann sigur, at tískil er ætlan in at fáa tað sett í nygg ju grindareglugerðina, at í grindadrápi skal tað bara vera loyvt at brúka mønu­ sting ar ar, sum eru gjørdir eftir ávísum forskriftum. Fyri at tryggja, at ein mønu stingari lýkur krøvini, er ætlanin, at teir skulu verða góð kend ir í landsstýrinum og fáa eitt stempul, so tað sæst á teimum, at teir eru góð kendir. ­ Men tað er eisini ætlanin, at hereftir skal tað ikki vera hvør einstaku grindamaður sær, sum orgnar sær ein mønu stingara, sigur Ólavur Sjúrða berg. ­ Vit ætlað, at hereftir skulu tað verða hvalvágirnar sjálv ar, ella sýslumenninir, sum hava eitt ávíst tal av mønu sting arum. ­ Tá ið grind er, verða teir lætn ir ávísum, góðkendum grinda monnum, sum eisini hava fingið ein ávísa undir­ vísing í at brúka mønu sting­ ar an. Formaðurin í Grinda­ manna felagnum leggur tó dent á, at tað framvegis verð ur brúk fyri góða gamla grinda knívinum. ­ Mønustingarin er bara ætlaður at fáa lívið av hvalinum og tað verður fram­ veg is brúk fyri knívinum at skera æðrarnar í hálsinum av, so at blóðið rennur av hvali num fyri at tvøstið skal verða so gott sum gjørligt. Bara góðkendir mønustingarar Sum støðan er nú, er tað ólóg ligt at brúka mønu sting­ ara. Higartil hevur hann bara ver ið á royndarstøði, men nú verður mett, at hann er ment ir so nógv, at hann eigur at verða góðkendur grinda­ reið skapur. ­ Vit mæla til at í nýggju grindareglugerðini, verður tað mønustingarin, sum verð ur góðkendur at avlíva hval við, sigur Ólavur Sjúrðar berg. Ein grund til, at mælt verður til, at mønustingarin skal hava almenna góð kenn­ ing, er, at skal hann virka eftir ætlan, er tað neyðugt, at hann lýkur ávísar treytir. Á grindamannafundi á Oyrarbakka týskvøldið, vísti Jústines Olsen, djóra læk ni, Nýggur mønu­ stingari ger grindadráp nógv skjótari GRINDADRÁP Gongst sum ætlað, verður bara loyvt at brúka góðkendar mønustingarar í grindadrápi og knívurin skal hereftir bara brúkast at fáa hvalin at bløða 50 fólk Vit skulu gera okkara ar­ beiði í grind so gott og lýtaleyst sum gjørligt Jústines Olsen, djóralækni, royndi nýggja mønustingaran í grindini í Vestmanna í gjárkvøldið og hann letur væl at honum. Tað er Jóannes Niclasen í Miðvági, sum hevur staðið fyri at menna hendan nýggja mønustingaran