Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 42 · 8. apríl 2011 8 VIKUSKIFTI Tú hevur búð í Svøríki leingi nú. Hvussu er Svøríki? Svøríki er eitt gott land at búgva í, annars varð eg ikki verandi her. Tingini fungera rímiliga væl, og sum heild eru fólk fitt. Hvør er munurin á fólki í Svøríki og Føroyum? Tann størsti munurin er helst ímillum stórbýarfólk og bygdafólk. Globalt eru vit føroyingar hóast alt bygdafrell og svinga sum heild væl saman við bygdafrellum í øðrum Norðurlondum. So eg plagi at rigga væl saman vid svenskarum úr smáum býum og bygdum. Kenna svenskarar seg stórar ella lítlar í verðini? Svenskarar eru fullgreiðir yvir, at Svøríki er eitt lítið land í útjaðaranum av Evropa, sum kortini hevur sett síni spor. Eg haldi tó ikki, at teir líða av stórlætisørskapi. Hvagar fer svenskur politikkur í løtuni? Minni tolsemi? Beint nú er ein tvídráttur í so máta. Livst so spyrst, hvør kósin verður í framtíðini. Hvat fæst tú við til dagliga? Eg spæli til ymsar kirkjuligar handlingar, spæli og syngi til jarðarferðir, undirvísi viðhvørt, skipi fyri programmum um Føroyar, har eg vísi myndir, syngi og greiði frá. Viðhvørt spæli eg eisini til veitslur. Hvussu er at spæla og syngja fyri fólki? Í longdini gerst tað ein lívsstílur. Eg var sera nervøsur í fyrstani, men tú venur teg við alt. Hvønn týdning hevur tónleikur fyri teg? Eg hevði illa kunnað verið tónleik fyriuttan, og eg hevði illa kunnað verið tónleik fyriuttan í mínum dagliga yrki. Tónleikur gerst eitt slag av turvelvandi drøggi. Hvat er besti tónleikur, sum er gjørdur? Tað er ilt at siga, tí tað finnast so ótrúliga nógv sløg av tónleiki, men teir gomlu meistararnir hava lagt nógv gott eftir seg. Hugsar tú um popptónleik, so eru t.d. Beatles og Queen ovarlaga á listanum. Kundi tú hugsað tær at flutt aftur til Føroya? Eitt orðatak sigur, at tá ein er ungur, leingist einum burtur, og tá ein fer at eldast, leingist einum heim. So tað er als ikki óhugsandi. Hinvegin kann ongin liva av luft, og tann føroyski arbeiðsmarknaðurin er heldur avmarkaður. Eg hevði neyvan orkað at undirvíst fulla tíð. Hvussu heldur tú, at tað gongst í føroyskum politikki? Eg fylgi ov illa við. Viðhvørt fái eg varhugan av, at brúk hevði verið fyri meira sakkunnleika. Um tú kundi broytt okkurt í Føroyum, hvat hevði tú broytt? Vónandi hevði eg kunnað sett spor í føroyskt mentanarlív. Havandi í huga, hvat summir politikarar og teirra viðhaldsfólk hava úttalað seg um føroyskt mentanarlív, starvslønir til listafólk o.a., hevði eg viljað medvirkað til at broytt tann hugburðin. Heri eysturlíð Globalt eru føroyingar hóast alt bygda frell lagt tIl rættIs: Uni Arge Hann HoyriST viðHvørt í FøroySKUM úTvarpSráSUM, tá okkurt er á váSi í SvøríKi, tí Hann býr Har. Heri eySTUrlíð Hevur búð í SvøríKi síðan 1985, Har Hann Hevur liSið við KUngliga MUSiKHögSKolan. nú spælir Hann og SyngUr fyri fólki við ymisk Høvi og HeldUr, at føroyingar rigga beST saman við øðrum bygdaFrellUM Mynd: PriVaT