Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. apríl 2011 · Nr. 42 12 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tá Sosialurin skifti orð við Jacob Vestergaard seinna­ part in í gjár, var hann stadd­ ur á North Atlantic Fish Fair í Klaksvík, har fiski­ vinnustevnan endaði út á seinna partin. – Eg ætlaði mær altíð at vitja stevnuna, tó at nógv hevur verið um oyruni sein­ astu dagarnar. Nú eg ikki eri landsstýrismaður meiri, men vanligur løgtingslimur, er áhugin líka stórur kortini. Nú gav eg mær so eina løtu at vitja fiskivinnustevnuna. Skilja støðuna Jacob Vestergaard sigur, at hann hevur hoyrt frá nógv­ um fólki, síðan tað í gjár gjørdist greitt, at hann og Annika Olsen ikki longur eru landsstýrisfólk. – Eg haldi, at fólk sum heild eru nøgd við ta støðu, sum flokkurin tók. Nú var tað komið har til, at vit ikki kundu geva okkum meiri. Vit vildu ikki verða við til at leggja meiri trýst yvir á vinnuna, samstundis sum vit ongar – ella ov lítlar spar­ ingar – síggja innan almenna sektorin. Fyrrverandi lands stýris­ maðurin sigur við Sosialin, at tá hinir flokkarnir í sam­ gonguni gingu prinsipp­ unum hjá flokki hansara so nær, sum ætlanin var við játtanarkarminum, noyddist flokkurin at taka hetta til eftirtektar. – Tað, sum harmar meg mest, er, at eg ikki fái høvi at býta makrelin út til skipa­ bólkarnar, soleið is at flest møgulig skip og manningar kundu fingið ágóðan av øktu makrelkvotuni. Hetta segði Jacob Vester­ gaard við Rás2 í gjár, eftir tað var vorðið greitt, at Fólka­ flokkurin ikki longur stuðlar samgonguni. Hann legði aftrat, at hann er púra avkláraður við støð ­ una og helt, at flokkur hans­ ara ikki kann standa ”modell” til tað, sum nú liggur í kort­ un um. – Eg ivist onga løtu í, at vit hava tikið røttu støðuna. Tað eru mál, sum eg harmist um ikki at fáa høvi at føra út í lívið, men vit kunnu ikki vera við til at lata fíggjarlógina flóta, segði hann. Einki er mist Tað er eingin loyna, at Jacob Vestergaard hevur verið maðurin, sum seinnu árini hevur gjørt hol í sjógvin við at trýsta Noreg og ES til eina – fyri Føroyar – betri avtalu í býtinum av heildarkvotuni av makreli. Í fjør fekk hetta ikki av­ leiðingar í sínámillum fiski ­ veiðiavtalum millum lond ini, men í ár hava hvørki Noreg ella ES viljað gjørt fiski­ veiðisáttmála við Føroyar. Avleiðingarnar eru, at før­ oysk skip ikki sleppa at fiska tosk í norska partinum av Barentshavinum, og føroysk rækjuskip missa eisini síni rækjurættindi í Grønlandi, tí Grønland er limur í ES. Onnur rættindi, sum Før­ oyar hava havt við síná mill­ um fiskiveiðiavtalum við Noreg og ES, eru eisini mist í 2011. Men hetta ræddi ikki fyrr­ verandi landsstýris mannin í at seta krøv – og at standa við tað, sum hann hevði sagt. Sosialurin spurdi Jacob Vestergaard, um hann ikki følir, at hann hevur mist á stokkinum, nú hann ikki slapp at verða við til at býta makrelkvotuna millum skipa bólkarnar. – Nei, tvørturímóti. Eg føli ikki, at eg misti á stokk­ in um, tí ásetingin av makrel­ kvotuni fyri 2011 er komin heim til føroyska samfelagið, og henda kvota hevur eitt virðið av umleið einari mil­ jard krónum. Líka fyri lógini Jacob Vestergaard sigur seg vóna, at tey, sum nú koma at taka avgerðirnar um být­ ið, hugsa um, at henda kvota eigur at koma flest møgu­ ligum til góðar. – Kunngerðin liggur klár, men hon er ikki send til hoyr­ ingar hjá Fiski vinnu ráðnum. Eg helt tað ikki vera rætt av mær at senda kunngerðina til hoyringar, tá hendan støðan í samgonguni tók seg upp. Hvussu verður nú, vita vit ikki, men eg fái meg illa at trúgva, at tað verður Tjóðveldi, sum fer at hjálpa einum sambandsløgmanni at fremja eitt býti, har nóta ­ flotin sleppur at fiska ókeyp­ is, meðan aðrir bólk ar skulu gjalda fyri síni rætt indi, sigur Jacob Vester gaard, nú fyrrverandi lands stýris­ maður í fiski vinnu mál um. vilmund@sosialurin.fo – Eg føli ikki at eg misti á stokkinum Jacob Vestergaard, sum nú er fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, følir ikki, at hann hevur mist á stokkinum í spurninginum um makrelin. – Vit hava fingið hesa kvotu heim, sum er verd umleið eina miljard krónur, sigur hann Tað, sum harmar meg mest, er, at eg ikki fái høvi at býta makrelin út til skipabólkarnar, soleiðis at flest møgulig skip og manningar kundu fingið ágóðan JACOB VESTERGAARD - Eg ivist onga løtu í, at vit tóku røttu avgerðina. Tað eru mál, sum eg harmist um ikki at fáa høvi at føra út í lívið, men vit kunnu ikki vera við til at lata fíggjarlógina flóta, sigur Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum - Eg fái meg illa at trúgva, at tað verður Tjóðveldi, sum fer at hjálpa einum sambandsløgmanni at fremja eitt makrelbýti, har nótaflotin sleppur at fiska ókeypis, meðan aðrir bólkar skulu gjalda fyri síni rættindi, sigur Jacob Vestergaard