fríggjadagur 8. apríl 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 42 · 8. apríl 2011
12
VIKUSKIFTI
tIl arbeIðIs
Karin Meyer eigur handilin Kallkyn í Vágsbotni
sum selir mannfólkaklæði. Hon byrjaði sítt
handilsvirksemi í Tórsgøtu hin 29. oktober
í 1992 – góðar tríggjar vikur eftir, at
Sjóvinnubankin var farin á húsagang. Hetta
var í ringastu kreppu í Føroyum í nýggjari
tíð, og tað fara vit at venda aftur til.
Í eini fýra ár var adressan hjá Kallkyn
í Tórsgøtu, men øll árini síðan hevur
Kallkyn húsast í Grím Kambandsgøta
3 – ella í Vágsbotni, ið flestu siga, sum
húsast her niðri við sjóvarmálan.
– Árini 1988-1990 arbeiddi eg hjá
Fljóðinum hjá Sunnevu Gram, sum dóttirin,
Marja Gram, nú rekur. Haðani fór eg at arbeiða
hjá Feðgum, sum Kári Müller átti, og her var eg
onnur tvey ár, árini 1990-1992, sigur Karin.
Tað var hendan tíðin, sum birti áhugan hjá
henni at gerast sjálvstøðug vinnurekandi.
Størri avbjóðing
Men, hví valdi Karin Meyer júst at
selja mannfólkaklæði burturav?
– Eg tími ikki at selja klæði til konufólk.
Tann avbjóðingin er eftir mínum tykki ikki so
stór, sum at selja klæði til mannfólk. Eg fekk
áhuga fyri mannfólkaklæðum, tá eg arbeiddi
hjá Feðgum. Haldi, at hetta er ein inspirerandi
uppgáva. Mannfólk fara vanliga ikki út at
keypa klæði – bara fyri at keypa klæði. Tey fara
oftast ikki, fyrr enn tey skulu brúka okkurt.
Karin vísir á, at hon var 45 ára gomul,
tá hon í 1992 fór undir egna fyritøku.
– Tankin rann mær til hugs, um
eg nú skuldi arbeiða restina
av arbeiðslívinum fyri onnur –
ella, um eg skuldi royna meg sum
sjálvstøðug vinnurekandi.
Hon ásannar, at tað var ein ógvuliga
stór avbjóðing at fara undir handils-
virksemi í ringastu krepputíð.
– Men eg havi verið ógvuliga glað fyri,
at eg tók hetta stigið, tí tað hevur verið
spennandi og gevandi, leggur hon aftrat.
Karin sigur, at Føroya Sparikassi og stjórin,
Eyðun á Rógvu, trúðu upp á hennara ætlan,
og har fekk hon tað, sum restaði í fyri at
reisa ein nútímans mótahandil á føtur.
Klæðir til øll
– Eg legði stóran dent á, at hetta skuldi vera
nýggjur og hugnaligur handil við stórum og
áhugaverdum útboði til dreingir, ungar menn
og til ungar eldri menn, sum hon tekur til.
Hon leggur aftrat, at Kallkyn altíð
hevur verið handilin, har menn kunnu
klæða seg »presentabult« til eitt og hvørt
høvi – og ikki minst hevur hetta verið
handilin við teimum røttu prísunum.
– Eg havi altíð lagt stóran dent á, at
klædnavørurnar ikki skulu kosta meiri,
enn tær »eiga« at kosta. Hetta trúgvi eg
roynist best í longdini. Selir tú vørurnar
dýrari, enn tær eiga, bítir hetta seg í halan,
sum tíðin gongur. Tá snýtir tú ikki bara
kundan, men í longdini eisini teg sjálva.
Karin sigur, at øll mannfólk kunnu
klæða seg við tí, sum Kallkyn selir – frá
innast til uttast, og felags fyri hennara
viðskiftafólk er og skal verða, at tey
kenna seg væl í pløggum frá Kallkyn.
– Eg plagi at siga, at hetta er ein
mótahandil fyri øll. Hevur tú keypt tíni klæði
her, kanst tú til eitt hvørt høvi kenna teg
»ráelegantan«, sum hon brosandi tekur til.
Hon leggur aftrat, at pápi
hennara, sum doyði 95 ára gamal,
keypti øll síni klæði í Kallkyn.
– At viðskiftafólk koma aftur, hevur
stóran týdning fyri handilsvirksemi í
einum so avmarkaðum øki, sum Havnin
og Føroyar nú einaferð eru. Hóast eg ikki
byrjaði sum sjálvstøðug vinnurekandi fyrr
enn í 1992, havi eg í summum førum
eini trý ættarlið í somu familju sum
viðskiftafólk, og tað er ordiliga stuttligt.
Hon tekur til, at ungir abbar javnan
koma á gátt, børnini hjá teimum - sum
so aftur koma við sínum børnum.
Góðir starvsfelagar
Karin Meyer dylur ikki fyri, at hon elskar at
handla í Vágsbotni, men tað er eisini munur á,
at meiri lív er her niðri nú, enn tá hon byrjaði.
– Eg kundi slett ikki hugsað mær at handla
í einum stórum handilsdepli. Umhvørvið
her niðri er so deiligt og hugaligt; her er so
friðsælt, og hetta er so gott fyri sálina. Eg
elski eisini miðbýin í Havn, leggur hon aftrat.
Karin hevur nógv rós at bera báðum
kvinnunum, hon hevur í starvi.
– Sunrid á Húsabrúgv hevur arbeitt hjá
mær í eini 5-6 ár, og hon er røsk og sera
dugnalig. Laila Jacobsen, sum hevur arbeitt
hjá mær øll árini – undantikið teir fyrstu
mánaðirnar – hevur verið og er mín høgra
hond. Nú eg havi verið sjúkrameldað tað
mesta av einum ári, hevur Laila eisini verið
mín vinstra hond. Tað hevur ikki minst verið
Laila, sum hevur skumpað undir meg, tá
eg var sjúk, og alt ikki sá so bjart út. Eg
havi tvær sera dugnaligar, ábyrgdarfullar
og kreativar kvinnur við Sunrid og Lailu.
Karin Meyer vaks upp á Sandi, men
11 ára gomul flutti hon í 1958 til
Havnar saman við foreldrum sínum.
– Mamma mín, Asta Meyer, var
ættað av Tvøroyri – og pápi
mín, Hans Jacob Johannesen,
var ættaður av Sandi.
Spennandi og læruríkt
Meðan vit skifta orð, dettur prátið aftur á
tíðina í 1992, tá hon fór undir at reka handil.
– Nógv søgdu, at eg var svøk, og tey høvdu
ikki nakrar serligar vónir til, at hetta fór at
vera ein góð íløga. Tað var hart viðhvørt,
og eg fekk ikki ost upp á breyð hvønn dag,
sum hon brosandi tekur til. Men tað hevur
gingið, og hetta hevur verið ein ógvuliga
spennandi og lærurík tíð, sigur Karin Meyer.
lagt tIl rættIs: Vilmund Jacobsen, vilmund@sosialurin.fo
Byrjaði í ringastu krepputíð
– Eg tími ikki at sElja klæði til konufólk. tann avbjóðingin Er Eftir mínum tykki ikki
so stór, sum at sElja klæði til mannfólk. Eg fEkk áhuga fyri mannfólkaklæðum,
tá Eg arbEiddi hjá feðgum. haldi, at hEtta Er Ein inspirerandi uppgáva.
mannfólk fara vanliga ikki út at kEypa klæði – bara fyri at kEypa klæði. tEy
fara oftast ikki, fyrr Enn tEy skulu brúka okkurt, sigur karin meyer
mynd: JENS KRiSTiAN VANG
– Eg plagi at siga, at hetta er ein mótahandil fyri øll. Hevur tú keypt tíni klæði her,
kanst tú til eitt hvørt høvi kenna teg ”ráelegantan”, sum Karin Meyer brosandi tekur til
Fakta:
Navn: Karin Meyer
Starv: Sjálvstøðug vinnurekandi
Besta við starvinum:
Nøgd viðskiftafólk
Ringasta við starvinum:
Mær dámar tað bara...
Starvsfólk: 3
Stjóri: Karin Meyer