fríggjadagur 8. apríl 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. apríl 2011 · Nr. 42
16
Sosialurin
Leygardagin 9. apríl verður
føroyavinurin Frank David
Simmons úr Sandness í Het
landi áttati.
Tey, sum hava vitjað í
Sandness, finna skjótt útav,
hvussu høgt hann metir
okk ara
kæra
oyggjaland.
Tá tí tú sneiðir inn á vegin
til lítlu svørtu húsini hjá
Jean og Frank David er lítil
skráningur, har hann hev ur
eftirgjørt tvær smáar bygdir,
eina føroyska og eina het
lenska. Eisini kann nevnast
at Frank David hvønn morg
un lurtar eftir føroysku tíð
ind unum í hetlendska út
varp inum.
Alskurin
til
Føroyar
byrj ar longu í 60unum, tá
ið hann møtir føroyskum
sjómonnum.
Av
hesum
kunnu nevnast Heini Svart
hamar (eisini kallaður Shett
lands Heini) og Andriasi á
Marknagili.
Síðani
møtir
hann fleiri føroyingum, sum
vitja Hetland við traktatum
í 1971 og 1973 og mong vinar
bond blivu knýtt.
Frank David vitjaði oyggj
arnar fyrstu ferð í 1972, og
hevur hann vitja hvørt ár
síðani, onkuntíð enntá tvær
ferðir sama árið. Eisini børn
teirra hava verið í Føroyum
og arbeitt ávíst tíðarskeið.
Fyrst elsti sonurin Robert,
ið arbeiddi á skipasmiðuni
í Havn og síðani hini trý
Kathleen og Ruth, í arbeiddu
á Sjómansheiminum í Klaks
vík, og David Andrew, ið sigldi
við fleiri føroyskum skipum,
m.a. Fuglfirðingi har Johan
Christiansen var skipari. Bør
nini hjá Frank David fingu
hesa tíðina, tey vóru í Før
oyum, góða hjálp frá Gunn
vør og Jóanes Poulsen, sum
tá búðu í Klaksvík.
Okkara samband við Frank
David byrjaði eitt sindur
tilvildarligt í 1983. Eg koyrdi
ein túr oman á skálatrøð og
sá eina lítla 21 fóts "tuflu"
liggja har; kendi beinanvegin
Robert aftur, sum búði hjá
okkum tá ið hann arbeiddi á
skipasmiðjuni í Havn í 1972.
Frank David og Robert
vóru komnir úr Hetlandi
nakrar dagar frammanundan
(30 tímar úr Sandness) og
hugsaðu nú so smátt um at
sigla niðuraftur. Eg bjóðaði
teimum báðum niðan, og
búði teir eina lítla viku hjá
okkum, meðan bíða var eftir
líkindum. Ótólin sum Frank
David er av lyndi, helt hann,
at nú var ein glotti, og hildu
teir avstað. Teir settu fyrst
kós móti Tvøroyri, síðani til
Hetlands. Túrurin kundi eins
væl blivið teirra lagnutúrur.
Veðrið gjørdist sera ringt, og
vit høvdu javnan samband
við Jean fyri at vita, um teir
vóru framkomnir. Tá ið triði
dagurin
var
hálvrunnin,
hildu vit lítla vón vera um, at
teir fóru at bera boð í bý. Men
undurið hendi. Í skýmingini
sama kvøldið ringdi Jean,
rólig sum hon er av lyndi, at
nú sá hon lítlan hvítan bát
nakað frá landi og tað mundi
fara at verða teir, og so var.
Og vit kundu takka Gudi fyri
bønarsvar.
Í
1988
skipaði
Frank
David fyri ferð til Føroya,
har umleið 30 fólk úr Het
landi, Orkneyoyggjum og
Skotlandi vitjaðu oyggjarnar.
Ein væleydna ferð, har vitja
var líka úr Sumba til Svín
oyar. Eisini varð vitja á
Zarepta. Tey vitjandi vóru
sera takksom ímóti øllum
teimum, sum vístu teimum
gestablídni hesar dagar. Árið
eftir var líknandi ferð skipað
úr Føroyum til Hetland.
Farið varð fyrst í juli mánað,
og vóru vit ikki minni væl
móttikin. Vit vitjaðu nógv
áhugaverd støð, og gleddust
eisini yvir at kunna njóta
gott og gevandi samfelag við
samkomurnar har.
Sagt verður mangan, at
eingin sleppur undan. Árið
1995 høvdu Jean og Frank
David helst viljað kunna
tikið úr kalendaranum. Da
vid Andrew var giftur Lis
úr Dorking tætt við Lond
an. Tey høvdu búsett seg
í Carlisle við teirra fýra
børnum, ið vóru ímillum 2 og
8 ára gomul. Á hvítusunnu
meðan David Andrew var úti
á oljufeltinum, gjørdi Lis av
at fara at vitja verðforeldrini
í Hetlandi. Mamma hennara
ynskti at koma við at hjálpa
henni at ansa børninum á
ferðini. Tá ið tey høvdu flogið
umleið 45 min, sigur elsta
dótturin við ommuna, at
høvdið á mammuni kendist
so tungt á økslini hjá sær, og
sá omman beinanvegin, at her
var galið. Flogfarið broytti
kós og fór niður í Wick í
Skot landi, men longu áðrenn
tey komu á sjúkrahúsið, var
greitt at einki var at gera. Lis
var farin einans 33 ára gomul,
og nú sat omman hjá teimum
fýra børnunum og bíðaði
eftir at David Andrew, sum
var á veg inn av feltinum,
skuldi koma.
Á leið fýra mánaðir eftir
fáa tey næsta brotasjógvin,
Ruth var gift Leif Einarssyni,
ættaður úr Rituvík. Tey búði
í Walls í Hetlandi við synum
teirra, ið tá vóru 6 og 8 ára
gamlir. Leif er sjálvur triði
farin við lítlari jollu uttan
fyri Vaila at seta línu. Tá ið
teir draga innaftur, er fast
í botni og fer triði maðurin
eisini aftur at hjálpa til, við
tí úrsliti, at jollan koppar
og allir enda á sjónum. Teir
klára at koma uppá eitt
sker, men Leif, sum var ein
sterkur og góður svimjari,
helt, at hann skuldi royna
at fara eftir hjálp. Hann helt
ikki, at teir kláraðu øgiliga
kuldan yvir náttina. Leif
bleiv ongan tíð funnin aftur.
Ein av hetlendingunum klár
aði náttina og var funnin á
skerinum dagin eftir. Hetta
tók teimum báðum sera dygt,
serliga Frank David av tí at
Leif var honum sum kærur
sonur.
Vit vitjaðu fyrstu ferð
í Hetlandi í 1984. At koma
úr Havn til bygdalívið í
Sandness var ein spennadi
verð, serliga hjá børnum
okk ara, sum tá vóru millum
4 og 7 ára gomul. At vera
á einum bóndagarði við
uml. 800 áseyði, at mjólka
kýrn um, skera torv, seta
hummararúsur o.m.a. var
nakað, tey ikki upplivdu í
Havn. Tey stuttleikaðu sær
óført, og hevur hetta vinarlag
ført til óteljandi ferðir til
okkara vinir og nærmasta
granna, Hetland.
Frank David hevur altíð
havt stóran áhuga í barna
arbeiði, so eftir túrin í Før
oyum í 1988 og vitja var á
Zarepta tosaði hann við
Jim Johnson, sum var við
á ferðini um samkomurnar
í Hetlandi ikki skuldi byrja
líknandi arbeiði í Hetlandi.
So var gjørt, fyrsta legan
byrjaði í 1994, og vóru fleiri
yngri og eldri kreftir úr
Føroyum við, fyri at leggja
lag á og hjálpa til, nú húsast
legurnar nær flogvøllinum
í Sumburgh Head, og koma
á leið 240 børn til legurnar
gjøgnum summ arið.
Frank David hevur útgivið
3 bøkur og sum væntað, er
eisini ein skaldsøga teirra
millum, kallað "The Faroe
Shet land Story".
Hóast aldurin er tað ikki
nakað sum heldur honum
aftur. Arbeiðssamur sum
fáur, og hevur hann líka
nógv ar unglingar sum vinir,
sum eldri. Hetta sæst eisini,
tá ið hann er her. Tey ungu
flokk ast um hann, og dáma
sera væl at práta við hann
ella kjatta við hann á "face
book".
Jú, ein áhugaverdur per
sónur, sum kann tosa um
stórt sæð alt, sum rørir seg
í samfelagnum; men altíð
dregur prátið inn á tað, sum
hevur størsta týdning fyri
hann, Harran Jesus Kristus,
og orð Hansara.
Vit vilja við hesum ynskja
Frank David hjartaliga til
lukku við teimum áttati,
og vóna at hann fær høvi
at vitja oyggjarnar nakrar
ferðir enn.
EavR
Nøvn
Føroyavinur áttati
Jean og Frank David Simmons