Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 42 · 8. apríl 2011 16 VIKUSKIFTI ÚtiskÚli Jákup Mørk post@sosialurin.fo Týsdagurin 29. mars var ikki nakar heilt vanligur arbeiðsdagur hjá Helenu Dam á Neystabø. Snøggu og mótarættu klæðini, sum hoyra landsstýrissessinum og sjónvarpsskíggjunum til, vórðu eftir á hillini hendan morgunin, og ístaðin var farið í góð útiklæði, ið annars meira verða verða nýtt um kvøldarnar og um viku skiftini. Tí hóast starvið er á skriv­ stovu, dámar landsstýriskvinnuni væl í náttúruni. Tað var longu í umbúna, at vitj anir til ymsar verkætlanir innan fólka­ skúlan skuldu gerast, og tá landsstýris­ kvinn an kom at sita undir liðini á Jón Kragesteen á fundi, har lærarar og lands stýriskvinnan vóru millum lut­ takararnar, var skjótt at gera eina avtalu um, at 2. A skuldi hava ein nýggjan næm ing fyri ein dag. Og illa kann sigast annað, enn at nýggi næmingurin var bergtikin av sín um skúladegi í gomlu Hoyvíkini, sum hesa ferð var útferðarmálið hjá flokkinum. – Hetta var ein fantastiskur túrur. Og ikki minst var tað ótrúligt at síggja, hvussu engagerað og hugagóð børnini vóru. – Vit gingu fyrst eina góða løtu, men longu her var sjónligt, at frálæran á ongan hátt varð løgd á hillina. Næm­ ingarnir lósu millum annað upp vega­ skeltini, sum vit gingu framvið, og tá vit so skuldu við bussinum til Hoyvíkar, skuldu tey sjálvandi duga at lesa seg Hetta er Tá landsstýriskvinnan í MenTaMáluM slapp við á útiskúla hjá 2. a í Tórshavnar koMMunuskúla, var hon heilT ovfarin av Tí, suM næMingar og lærari fingu burtur úr degnuM Myndir: Helena Dam 2. A í kommunuskúlanum er her avmyndaður saman við landsstýriskvinnuni, tá útiskúli var á tímatalvuni seinasta týsdag. Aftast frá vinstru: Valborg, Niels Áki, William, Helena, Rebekka, Agnas, Ronja, Rókur, Per, Arni. Fremst frá vinstru: Martin, Finnur Meinhard, Ró, Jóna, Eyðfríð, Ási, Selma, Anna Kristina og Jón. Fremst í miðjuni: Poul Jóhann Á ferðini verður bæði teknað og skrivað um tað, sum er at síggja. Her hevur Valborg okkurt forvitnisligt at vísa nýggja næminginum