Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 8. apríl 2011 · Nr. 42 Sosialurin Føroya Náttúruverndarfelag, FNU, fegnast um nýggjar tón­ ar frá SEV viðvíkjandi vatn­ orkuútbygging í Føroyum. – Víkarætlanin er fyribils útsett, og SEV vendir eyguni móti vindorku ístaðin. Vit ivast ikki í, at tað eru hópin av føroyingum, sum fegnast líka nógv sum FNU, og sum fara at fylgja væl við gongd­ ini framyvir, sigur FNU í tíðindaskrivi. FNU hevur tó eina rúgvu av evnum, sum tey ynskja at seta á breddan, og hava brúk fyri fleiri virknum limum, so lyftast kann í felag. – Úr rúgvuni kunnu vit t. d. endur­ og gagnnýtslu av náttúrutilfeingi, ymisk vard økir runt um í Føroyum, lív frøði ligt margfeldi – um ­ framt stór mál sum Náttúru­ frið ingarlógin, sum enn ikki er samtykt og stovnan av tjóðgarði í Føroyum, sigur felagið. Tann 20. apríl klokkan 19 verður aðalfundurin í fe­ lagnum hildin í Bládýpinum í Tórshavn. Skráin til fundin verður hendan: 1. Ársfrágreiðing nevnd­ arinnar. 2. Roknskapur fyri seinasta rakstrarár felagsins. 3. Limagjald fyri komandi ár. 4. Val av 2 nevndar og 1 tiltakslimi sambært grein 8. 5. Ymiskt. Fegnast um nýggjar tónar frá SEV