fríggjadagur 8. apríl 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 42 · 8. apríl 2011
18
VIKUSKIFTI
Fyrst og fremst heldur Helena
Dam á Neystabø, at nógv av at
finn ing unum, sum verða førdar
fram mótvegis føroyska fólka
skúl anum, eru alt ov harðar.
– Tey flestu er væl samd um, at vit
eiga at leggja nógv fyri í royndini at
betra um fólkaskúlan. Men í nógvum
førum eru atfinningarnar ein beinleiðis
niðurgerðing av tí velduga arbeiðinum
,sum verður framt í fólkaskúlanum. Tí
har eru veruliga ein hópur av eldsálum,
sum leggja lív og sál í sítt arbeiði,
sigur Helena Dam á Neystabø.
– Hinvegin er eingin sum helst ivi
um, at vit skulu betra enn meira um
føroyska fólkaskúlan, og her eru vit í
løtuni partur av eini tilgongd, har vit
vilja finna bestu hættirnar at fremja
broytingar. Eitt, sum hevur verið ført
fram, er, at vit mugu hava fleiri tímar
á tímatalvuna, men eg haldi sjálv, at
meira av tí sama er ikki nóg mikið. Tað
stimbrar kanska teimum, sum longu
standa seg væl, men tað er ikki víst,
at tað er loysnin upp á fleiri aðrar
trupulleikar, sum vit skulu loysa.
Helena vísir á, at eitt nú í Finnlandi
hava tey færri tímar enn føroyskir
næm ingar hava, men kortini er
Finnland støðugt í oddinum, tá
Pisakann ingar verða gjørdar, og
at føroy ingar tí ivaleyst kunnu
læra nakað av finska skúlanum.
Ein vitjan í Finnlandi er eisini partur
av skránni hjá landsstýriskvinnuni
kom andi vikurnar, men eisini her heima
er hon nú á ferð kring landið, har
hon roynir at fáa eina fatan av ymsu
verk ætlanunum, sum verða gjørdar.
– Í so máta ivist eg onga løtu í, at
útiskúlin í Kommunuskúlanum er ein
av fleiri gongdum leiðum. Eg taki fult
undir við teimum, sum hava ført fram,
at rørslur í sjálvum sær fremja evnini
til at læra. Og kundu vit øll syrgt fyri,
at børnini fingu góðan morgunmat og
gjørdu morgunfimleik hvønn dag, hevði
tað í sjálvum sær helst loyst nógv.
– Men tað er sjálvandi eisini øgiliga
nógv annað, sum eisini spælir inn, og í
Føroyum sakna vit í alt ov stóran mun
grundarlag, uppfylging og samanbering
av ymsu verkætlanunum. Eg eri kunnað
um, at tey í Kommunuskúlanum fylgja
eitt nú útiskúlaflokkinum við lesi kann
ingum, og eg havi biðið um, at vit í
Mentamálaráðnum fáa avrit av teirri
uppfylging, sum verður gjørd. Tí tað
er altavgerandi, at myndugleikarnir
hava best møguliga grundarlagið at
byggja á, tá avgerðir verða tiknar um
skipanina av føroyska fólkaskúlanum,
sigur Helena Dam á Neystabø.
Boðini til foreldrini eru greið. Týsdag
hava børnini ein góðan matpakka,
okkurt heitt at drekka og annars góð
klæði. Alt eftir ættini ger flokslærarin,
Jón Kragesteen av, hvagar leiðin
gongur á degnum, og so verður
roknað, lisið og lært í náttúruni,
sum eisini er kring høvuðsstaðin.
Útiskúlin er eins fastur partur
av tímatalvuni, sum føroyskt og
rokning eru tað, og flokslærarin tykist
fegin um, at skúlaleiðslan játtaði at
ganga hugskoti hansara á møti.
– Eg var sjálvur í Noreg eitt
tíðarskeið, og tá sá eg, hvussu væl
ein útiskúli riggar. Serliga um veturin
kann veðrið vera illfýsið har á leiðini,
men hetta var ongan tíð nakað, sum
nervaði børnini. Góð klæði eru sjálvandi
fortreytin, men tá børn og foreldur
hava lært hetta, er veðrið eingin
trupulleiki, sigur Jón Kragesteen.
– Tá hann fyri góðum tveimum
árum síðani byrjaði sum lærari á
Kommunuskúlanum, royndi hann at
skipa ein útiskúla við einum flokki, og
tá hann í 2009 gjørdist flokslærari
hjá núverandi 2. A, gjørdist útiskúlin
ein skipaður partur av skúlagongdini.
Ein skúlagongd, har rørslur og
ítróttur rúgva meira, enn vanligt er á
tímatalvuni. Soleiðis høvdu børnini
tveir eyka tímar við ítróttarkunning
fyrsta skúlaárið, umframt at skipa
talvfrálæra eisini stóð á tímatalvuni tá.
– Bara rørslan í sjálvum sær er
sjálvandi sunn, men tað er jú ikki nóg
mikið, at vit bara fara út við flokkinum.
Tað eru sjálvandi nógvir ymsir hættir,
sum hetta kann skipast eftir, og
fyri mítt viðkomandi er íblásturin í
stóran mun komin úr skótarørsluni.
Hon spratt á sinni, tí Baden Powell
helt, at stórbýarbørn høvdu alt ov
lítið samband við náttúruna, og tí
lærdu ov lítið. Og var tað støðan í
1907, so er tað væl neyvan minni
aktuelt í dag, heldur Jón Kragesteen.
Stimbran av alskyns slag
Eitt er, at børnini í útiskúlaflokki røra
seg meira enn fleiri av javnaldrunum.
Annað er eisini, at nógv bendir á, at
hetta er við til stimbra innlæringini.
Tað eru sjálvsagt nógvar ymsar
ástøðir innan pedagogikk, men ein
teirra er tann hjá Dunn & Dunn. Her
verður millum annað sagt, at stimbran
gjøgnum umhvørvið, kenslur, sosialan
felagsskap, rørslur og sálarfrøði eru
av stórum týdningini fyri innlæring
og evni at hugsa sjálvstøðugt, og
ikki kann sigast annað enn, at ein
útiskúli í ovurstóran mun stimbrar
tey fimm høvuðsøkini, sum verða
nevnd í ástøðini hjá Dunn & Dunn.
Meira av tí sama er ikki nokk
Læra í náttúruni
Landsstýriskvinnan í mentamálum heLdur, at tað er av ovurstórum týdningi,
at vit finna fram tiL, hvørjar broytingar í skúla gongd ini gera bestan mun
2. a í kommunuskúLanum í Havn er ikki sum flestir aðrir flokkar. rørsLa og
ítróttur hevur verið partur av tímatalvuni síðani skúlabyrjan, og hvørja viku
er ein dagur settur av tiL útiskúla – Líkamikið, hvussu veðrið skikkar sær
Tað ræður um at fáa best møgu-
liga grundarlagið, tá vit taka
avgerðir um framtíðar før-
oyska fólkaskúlan, heldur
Helena Dam á Neystabø. Hon
ivast ikki í, at útiskúlin hjá
2. A í Kommunuskúlanum er
ein av gongdu leiðunum
Jón Kragesteen hevur staðið fyri útiskúlanum, sum frá fyrstu
skúlavikuni hevur verið fastur partur av tímatalvuni hjá 2. A
mynd: HElENA DAM
mynd: HElENA DAM