fríggjadagur 8. apríl 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. apríl 2011 · Nr. 42
18
Sosialurin
Tað fellur okkum sera tungt
at skriva minningarorð um
Eddu, hóast tað ikki var
heilt óvæntað, at hon fór nú.
Sjálvt um vit hava vitað, at
hon tey seinastu næstan 14
árini var sjúk, var hon kortini
so positiv, at vit illa kundu
trúgva, at hon var so sjúk
sum hon veruliga var.
Edda var fødd í Porkeri
13. februar 1946 og giftist við
John Gaard úr Fámjin. Tey
búsettust í Vági og fingu 4
børn.
Í næstan 45 ár vóru vit
reglu liga saman í bindi
klubba og tey seinnu árini
eis ini nógvar góðar túrar
runt í Føroyum og eisini
utt an lands. Edda var sera
áhug að í at síggja sum mest
av Føroyum og vit vóru eis
ini nógva staðni, men Kals
oynna náddu vit ikki, tað var
ætlanin at fara hagar kom
andi summar.
Edda hevði sera gott minni
og sjáldsom evni at kenna
fólk aftur. Hon ferðaðist nið
ur til viðgerð, tey seinastu
árini
umleið
aðruhvørja
viku, og kom tí við sínum
opna sinni og verumáta at
kenna nógv fólk, og tí var tað
mang an hug stoytt hjá henni,
tá nógv av hesum fólkum, ið
hon kom í sam band við á
Hotel Tórshavn, knapp liga
ikki vóru ímillum okkum
longur.
Tá hon hevði roynt allar
viðgerðir móti krabbameini,
og tað vísti seg, at hon ikki
kundi fáa meira hjálp, var
hon eisini fús at vera við í
royndarviðgerð. Hóast hon
ikki fekk nakra nyttu av
tí sjálv, so helt hon, at tað
seinni kundi verða øðrum
at gagni. Øll hesi árini var
systkinabarnið Malena við
henni og var tað henni til
stóra hjálp og troyst.
Edda var sera familjukær
og royndi so vítt sjúkan
loyvdi tí at vera við til allar
merkisdagar, bæði í familjuni
hjá sær og hjá John.
Hon møtti trúliga upp,
tá bindiklubbur var, hóast
tað var greitt fyri okkum
øllum, hvussu sjúk hon var.
Húðin var so illa farin av við
gerðunum, at hon ofta mátti
vera í hanskum, tá hon bant,
men kortini sat hon ikki fyri
einki. Hon bant turrikløð við
holfaldi til alla familjuna,
bæði í Danmark og Týsklandi
og helt fyri, tá hon bant tað
seinasta, at ikki var vist, at
hon náddi at fáa tað liðugt.
Eitt hava vit allar lært av
henni: Vit hava onga orsøk
til at grenja um smáting, ið
vit kortini ikki kunnu gera
nakað við.
Seinastu ferð, vit allar
vóru saman, var stutt framm
an undan jólum, tá hon hevði
skipað fyri, at vit skuldu hava
okkara árliga jólaborðhald, og
høvdu vit eitt sera hugnaligt
kvøld saman.
Nú bindiklubberin er byrj
aður aftur, merkja vit rætti
liga saknin, men størstur man
saknurin vera hjá tykkum
John, Majken, Mannbjørn,
Birnu og Birgir og ikki minst
hjá ommu børnunum, sum
hon hevði so stóra gleði av,
og tey av henni.
Bindiklubburin
Nøvn
Til minnis um Eddu Gaard
Føðingar
18. mars fingu Ruth m. Garðarnar og Magnus Berg,
Hvalba, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði
4020 gr.
29. mars fingu Svanna Hammer og Øssur Thom sen,
Hvalba, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði
4550 gr.
29. mars fingu Fríðhild og Hanni Højgaard, Saltnesi,
eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3650 gr.
30. mars fingu Linda Jacobsen og Bjartur Fríði
Clementsen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm
langur og vigaði 4185 gr.
31. mars fekk Durita Henriksen, Tórshavn, ein son.
Hann var 51 cm langur og vigaði 4000 gr.
31. mars fingu Marin og Kristian R. Bláberg, Miðvági,
eina dóttur. Hon var 59 cm long og vigaði 4750 gr.
1. apríl fingu Hanna og Sigurð Vang, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 48 cm long og vigaði 3170 gr.
3. apríl fingu Nanna og Bárður Bjarnarson, Skálavík,
ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3500 gr.
4. apríl fingu Anita Vilhelmsen og Høgni Johansen,
Vestmanna, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði
3320 gr.
4. apríl fingu Súsanna og Jákup Súni Hansen,
Kollafirði, ein son. Hann var 55 cm long og vigaði
4150 gr.
5. apríl fingu Malan og Øssur Steinhólm, Leirvík, ein
son. Hann var 58 cm langur og vigaði 5000 gr.
5. apríl fingu Maibritt og Ragnar í Haraldstovu,
Sørvági, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði
4620 gr.
6. apríl fingu Anja og Esbern Lervig, Saltangará, eina
dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3400 gr.
Tann 21. novembur 2010 fekk Pætur hesa fittu
didduna, sum eitur Brá. Hon vigaði 3210 gr og var 51
cm long. Foreldur hennara eru Ragnhild Ellingsgaard,
Klaksvík og Bárður Juul Arge Jacobsen, Argir.
Diamantbrúdleyp
Leygardagin 9. apríl 2011 kunnu hjúnini Margit og
Thórmundur Joensen á Nesi hátíðarhalda 60 ára
brúðleypsdag. Dagurin verður hildin á Vesturskin frá
kl. 15.00 til 20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Leygardagin 7. mai halda vit, Valborg og Kári Kjelnæs,
Klaksvík, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í
Bygdarhúsinum í Lorvík ll. 19.00 Tey, ið ynskja at
gleðast saman við okkum, vera vinarliga biðin um at
siga frá innan hósdagin 28. apríl á tlf. 455644 ella tlf.
256000 ella á kkksls@olivant.fo
Brúdleyp
Leygardagin 9.4.11 giftast Sunrid Lamhauge, Ritu vík og
Rógvi Fossdalsá, av Nesi. Vígslan verður í Nes kirkju kl
14.00. Dagurin verður hildin fyri innbodnum.
Brúdleyp
Leygardagin 9. apríl kl. 13 giftast í Kvívíkar kirkju,
Jacoba Vang, Leirvík og Leif Sjúrður Petersen, Leynar.
Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.30.
Silvurbrúdleyp
Mánadagin 11. apríl hava hjúnini Sigrid og Tórhallur
Gaard bo, Søldarfirði, silvurbrúdleyp. Dagurin verður
hildin leygardagin 16. apríl á Sjócafe’ini við brunch frá
10.00 til 14.00. Tey, ið ynskja at gleða okkum hendan
dagin, verða vinarliga biðin um at siga frá við at ringja
ella sms’a á 25 38 06 ella 44 17 56, í seinasta lagi sunnudagin
10. apríl.
60 ára føðingardagur
Sunnudagin 10. apríl verður Eyðgerð Abrahamsen,
Fuglafjørður 60 ár. Dagurin verður hildin heima frá kl
16. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Merkisdagar