fríggjadagur 8. apríl 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 42 · 8. apríl 2011
17
VIKUSKIFTI
genialt!
myndir: Helena Dam
Gamla Hoyvíkin er upplagt mið, um undirvísingin eisini skal fevna um søgu
Rókur og Eyðfríð taka sær av løttum,
meðan matpakkin verður etin
Niels Áki og Finnur Meinhard vóru í fjøruni og stungu fliður
fram til, nær og við hvørjum bussi hetta
skuldi vera.
– Komin til ferðamálið varð flokk
urin býttur í bólkar, og skjótt høvdu tey
skipað seg bæði væl og virðiliga, soleiðis
at tey kundu fara til verka. Nøkur teirra
skuldu í fjøruna at finna ymisk djór, ið
har vóru. Onnur skuldu hjálpa til við
at kóka súpan, sum vit fingu at eta, og
tá skuldi bæði vigast, lesast og rokn
ast, soleiðis at uppskriftin varð fylgd.
Uppaftur onnur skuldu syrgja fyri,
at bálið til matgerðina varð gjørt á
forsvarligan hátt, og soleiðis kundi eg
hildið á fram. Í flestøllum lutum var
læra og logikkur innbygdur partur av
stuttleikanum og upplivingini. Tekning,
skriving og sangur var eisini partur av
degnum. Legg hartil søgu, mentan og
tað at undrast og fata afturat. Alt egin
leikar, sum eru partur av teirri menning
og búning, sum er við ti lat brynja børn
og ungdóm okkara til framtíðar av
bjóðingar.
– Nú endaði mín dagur longu um
hálvgum eitt tíðina, tí eg noyddist at
fara víðari á ein fund, so eg fekk ikki
verið partur av uppfylgingini. Men sum
eg havi skilt tað, so er undirvísingin
eis ini skipað soleiðis, at arbeitt verður
víðari aðrar dagar við tí, sum børnini
læra og uppliva, tá útiskúlin er á
skránni.
– Umframt bókligu førleikarnir, sum
altso eru partur av slíkum úti skúla, so
má eg eisini leggja afturat, at eg var
imponerað av, hvussu væl næm ingarnir
dugdu at skipa seg, og at mest sum
ongar ósemjur vóru. Tað eru ivaleyst
eisini aðrir lutir, sum spæla inn í hes
um, men eg ivist onga løtu í, at vikuligi
útiskúlin eisini er við til menna hendan
partin, sigur Helena Dam á Neystabø
at enda.
Tá matur skal gerast, mugu næmingarnir duga at handara køksamboð, flysa,
skera, viga og lesa. So frálæra er alla tíðina partur av stuttleikanum