Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. apríl 2011 · Nr. 42 20 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Landskappingin í hondbólti nærk­ ast endanum, og bara dystirnir um vikuskiftið eru eftir, so er klárt at spæla FM­finalurnar. Har er longu greitt, at hjá kvinnum møtast Stjørnan og Neistin og hjá monnum Neistin og KÍF. Hjá kvinnunum er somu leiðis greitt, at Tjaldur vinnur brons una. Hinvegin er júst bronsan ein asti spurningurin, ið ikki er svar aður, tí har hava bæði VÍF og H71 møgu­ leikan. Og tí er dysturin í Hoy víks­ høllini í annaðkvøld millum hesi bæði feløgini tað einasta, ið kann flyta nakað av týdningi, áðrenn sjálv landskappingin endar. VÍF er undan dystinum eitt stig framman fyri H71, so vest menn­ ingar kunnu standa seg við javnleiki, meðan H71 má vinna dystin, skal liðið fáa heiðursmerkini. Í kvøld spæla StÍF og KÍF á Skála og sunnu­ dagin tekur Neistin í Havn ímóti Team Klaksvík. Hjá kvinnunum kundi dysturin sunnudagin millum Neistan og Stjørnuna havt nakað at sagt, var tað ikki tað, at Stjørnan var trý stig frammanfyri. Tí er longu greitt, at Stjørnan endar fremst í lands kapp­ ingini og vinnur rættin til heimavøll í einari møguligari triðju FM­finalu, meðan Neistin verður verandi á næstfremsta plássinum og sleppur í finaluna. Sjálvandi kann vera áhugavert at síggja hesi bæði liðini spæla ímóti hvørjumøðrum, nú tey allíkavæl skulu spæla finalurnar, men neyv­ an fara tey at avdúka ov nógv av sín um komandi taktikki. Eftir eru so dystirnir í kvøld í Vestmanna mill um Tjaldur og VÍF og á Skála millum StÍF og VB, sum bara av kos­ metiskum týdningi, tí teir broyta einki í endaligu støðuni. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Mikudagin boðaðu hondbóltsdóm­ ararnir frá, at teir fóru at leggja niður alla døming í Sunset­ og Atlantic Airways­kappingini fyri­ bils, tí teir vóru sera ónøgdir við kappingarnevndina hjá Hond­ bólts sam bandinum. Serliga vóru teir misnøgdir við viðgerðina, kapp­ ingar nevndin í vetur hevur havt av kærum um reyð kort og annað. – Stóri trupulleikin er, at fólkini í Kappingarnevndini ikki eru egn­ að at sita har, og at dómararnir ikki verða tiknir í álvara. Okkara frá greið ingar verða ikki tiknar í álvara, segði Andreas F. Hansen, næst formaður í dómarafelagnum og al tjóða dómari, við Rás 2. – Hondbóltssambandið, sum er okkara arbeiðsgevari, vil ikki verja síni starvsfólk, sum í hesum føri eru dómararnir, og tað góðtaka vit ikki. Vit hava boðað frá, at vit døma ikki aftur fyribils, og tað er upp til Hondbóltssambandið at finna útav, hvussu knúturin verður loystur. Ein sera álvarslig støða, nú hond bóltskappingin var komin so langt, at bara eitt umfar var eftir hjá kvinnum og monnum áðrenn FM­finalurnar skuldu spælast. Semja um aganevnd Men í gjáramorgunin bórust so onn ur tíðindi, tí tá eydnaðist Hond­ bólts sambandinum og dómarunum at koma til eina semju, sum fevndi um eina nýggja aganevnd, sum skal viðgera kærur um reyð kort og ann­ að, so kappingarnevndin ikki longur skal taka sær av hesum. Restina av hesum kappingarárinum skal ein arbeiðsbólkur røkja uppgávuna, men frá komandi kappingarári kem ur aganevndin. Í hesi nýggju aganevndini, ið fær virknað frá komandi kapp­ inga r ári, skulu vera umboð fyri Hondbóltssambandið, kappingar­ nevndina og dómarafelagið, um­ framt at ein óheftur juristur eisini skal vera limur í nevndini. Sum skilst, hevur ein slík aganevnd leingi verið eitt ynski, men nú verð­ ur hon so veruleiki. Kunnu ikki kærast – Tað er eingin loyna, at vit hava verið ósamdir við kappingar nevnd­ ina í fleiri málum fyrr í ár. Vit eru grundleggjandi ósamd um, hvussu málini skulu avgreiðast, segði Andreas F. Hansen við Rás 2 í gjár. Tað var serliga ein hending um vikuskiftið, ið fekk bikarið at flóta yvir. Hetta var, tá ein spælari, sum slóð reyða kortið úr hondini á dóm­ aranum, samstundis sum hann hótti dómaran, slapp við karan­ tenu í bara tveir dagar, hóast ein slík gerð undir øllum vanligum um­ støðum skuldi givið munandi longri karantenu. Sum heild hevur kappingar­ nevndin í vetur ikki givið karan­ tenur, sum hava verið longri enn tveir dystir. Hesar karantenur eru so leiðis háttaðar, at tær kunnu ikki kærast, men verður farið upp um tveir dystir, ber til at kæra karantenurnar. Tvey undantøk hava tó verið. Annað undantakið var ein 1. deildarspælari, sum fekk karantenu í eitt heilt ár fyri at hava gjørt seg inn á ein mótspælara, men hann kærdi og fekk viðhald frá dóms­ nevndini, sum ógildaði karan­ tenuna. Hitt undantakið var, tá fyrr­ verandi venjarin hjá Team Klaksvík fekk karantenu í tríggjar dystir, tí hann hevði sagt sína hjartans meining um dómararnar. Atlantic Airways Deildin Menn nr. Lið Dystir Vunnin máL tapt máL munur stig 1 Neistin 23 801 643 158 41 2 KÍF 23 646 591 55 30 3 VÍF 23 657 603 54 25 4 H71 23 644 609 35 24 5 Kyndil 24 621 639 -18 23 6 StÍF 23 624 611 13 17 7 Team Klaksvík 23 541 838 -297 2 Sunset Deildin Kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin máL tapt máL munur stig 1 Stjørnan 23 653 542 111 39 2 Neistin 23 657 514 143 36 3 Tjaldur 23 645 562 83 33 4 VB 23 598 579 19 26 5 Kyndil 24 553 606 -53 16 6 VÍF 23 517 636 -119 7 7 StÍF 23 463 647 -184 5 Skulu bara spælast Hondbóltur Einasta, ið eftir er at spæla um, nú seinastu dystirnir í hondbóltslandskappingini eru á skránni, er um VÍF ella H71 skal fáa bronsu í Atlantic Airways-kappingini Hondbóltur Fleiri ivasamar avgerðir hjá kappingarnevndini hóttu við at leggja allan hondbóltin í Sunset- og Atlantic Airways-kappingini deyðan í óásetta tíð. Men eftir at hondbóltsdómararnir hava fingið lyfti um eina aganevnd, hava teir avblást ætlaða verkfallið Dómaraverkfallið avblást FInAluForSMAKKur Kvinnurnar hjá Neistanum og Stjørnuni skulu spæla FM- finalur á páskum, men sunnudagin møtast liðini bæði eisini í seinasta dysti í landskappingini í vetur Mynd: Álvur Haraldsen VErKFAll AVblÁSt Hondbóltsdómararnir hava fingið lyfti um eina aganevnd frá komandi kappingarári at rokna, og tí hava teir avblást ætlaða verkfallið, ið hevði gjørt, eingir dystir kundu verið spældir í Sunset- og Atlantic Airways-kappingini fyribils Mynd: Álvur Haraldsen