Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 42 · 8. apríl 2011 20 VIKUSKIFTI VAKNA RØDDIR Í STEINI Bárður Jákupsson Víða hvar um landið sært tú steinar, ið komnir eru upp at standa, tí onkur hevur reist teir upp. Tú sært beinanvegin, at teir eru ikki komnir av sær sjálvum. Teir máttmiklu jøklarnir, sum í ístíðini góvu landslagi okkara sítt eyðkenda skap og fluttu so mangar klettar oman úr botnunum, høvdu náttúrliga latið teir frá sær liggjandi, ikki standandi, sum tú sært teir nú. Tilfarið er einar 60 milliónir ára gamalt, og í eini 10.000 ár hava teir ligið, har ísurin slepti teimum. Nú eru teir so komnir at standa við alfaraveg, fram við landsvegnum. Hví eru teir komnir higar at standa – hvør setti teir upp? Vit nýtast ikki at vita. Men eg haldi meg umboða mong, tá ið eg sigi meg fegnast um, at teir hava givið sær stundir til tað. Nú sigi eg teir – eg hugsi mær, at hetta eru vegamenn hjá Landsverki. Eg haldi meg ongantíð hava sæð konufólk arbeiða upp á veg, men hvør veit? Meðan arbeitt hevur verið við at stinga út tann nýggja vegin, grava omanav og flyta tilfar, eru teir komnir fram á steinar, ið søgdu teimum nakað, vaktu okkurt í teimum. Teir hava syrgt fyri, at steinarnir vórðu lagdir til viks, so teir fóru ikki bara til ífyllu. Síðan hava teir givið sær stundir, kanska eftir arbeiðstíð, at baksast við teir. Ein av fleiri fortreytum fyri, at ein steinur er so mikið ásýniligur og úrvaldsverdur, at hann verður eftirgáaður, er støddin – mangir eru meiri klettar enn steinar. Vegamenninir hava lagt nógv fyri, so tungir eru steinarnir, at onkur broyt, gravkúgv ella gummigeit má hava verið uppi í leikinum. Hetta hevur ikki bara verið spæl. Teir eru, sum nevnt, knýttir at landsvegunum, hava lítið og einki við gonguferðir at gera, eftir troddum gøtum um dalar og fjøll. Har sært tú teir ikki. Tú skalt á vegirnar. Eg havi mínar føstu ferðaleiðir – eitt nú vestur um Velbastaðháls, norður eftir oyggj, í Eysturoynna, um Eiðisskarð ella fram við Funningsfirði. Serliga á hesum leiðum kenni eg steinarnar, havi teir í huganum longu tá ið eg seti meg í bilin við hús, síggi fram til at hitta teir aftur. Nú skal sigast beinanvegin, at teir, ið reistu hesar steinar, kundu ikki vita, at seinni komu bilverjurnar at órógva heildarmyndina – teir flestu standa soleiðis fyri, at myndugleikarnir hava hildið tað verið neyðugt at seta upp bilverjur júst har steinarnir standa. Vegastokkur haldi eg vera vakrari orð enn bilverja og líka so beinrakið, so eg fari at brúka tað. Spell, at hesir stokkar í allarflestu førum spilla ta treytaleysu upplivingina. Í Fossdali eru fleiri steinar settir saman í bólk, sum í standmyndalund, longri norðri munnu steinarnir standa tættari fram við vegnum enn nakra aðrastaðni í Føroyum. Tíverri standa allir í niðara borði, tí vegastokkurin tekur so nógv frá teimum, at eg vildi ynskt, at útsynningurin skræddi hann burtur, so teir komu til sín rætt. Men lat meg ikki bara vera órímiligan. Eg skal eisini rósa vegastokkunum, ikki eru teir prýðiligir, órógva landslagið almikið, men neyðugir eru teir, eingin man vilja vera teir fyri uttan. Eg havi tann fyrimun, nú eg eri komin so mikið til árs, at eg minnist, hvussu steinanir komu til sín rætt, áðrenn verjurnar komu, so eg havi møguleika at ímynda mær, hvat ið vegamenninir kunnu hava havt í huganum. Beint norðan fyri Ljósa gongur landsvegurin ímillum eitt berg, ið sprongt er burtur úr líðini eystanfyri og ein stóran jarðklett, ið settur er upp í síðkanum niðanfyri. Vestari vangi á steininum er nakað árundaður uppeftir, so formurin bendir seg eitt sindur inn móti beninum hinumegin vegin. Formarnir tal aðu sam an, ein vøk­ ur lands lags arkitekt on isk heild kom burtur úr – tilvildarliga ella hugs ­ að, sama ger. Men sum frá leið varð tørvur á at breiðka vegin, sprein­ ga mun an di meira av berginum og seta vega stokk upp í hin um borði num. Boðið ímillum berg­ ið og klettin er nú vorðið so langt, at teir hoyra ikki hvønn annan, og stein urin stendur har so einsamallur og forfjónaður hálvur undir vega stokki num. Vegurin er beinari, trygdin óivað betri, men tað umberst ikki, at hvørja ferð eg koyri fram við hesum stað, havi eg eina nostalgiska mynd í huganum av monnum, ið baksast við ein stóran jarðklett, síggi fyri mær eitt virði, ið nú er burtur. Sum maðurin segði. Soleiðis er lívið. Summastaðni standa fleiri steinar saman – í bólki. Teir ímynda eina skulpturella heild, sum tú kanst ganga rundan um og skoða úr ymsum sjónarhornum, og við ymiskum baksýni. Eitt dømi er við Funningsfjarðarvegin, beint áðrenn tú kemur til Funnings. Fyri mær er hetta høvuðsverkið. Eg havi ikki tilvitað ferðast um alt Føroya land við tí í hyggju at finna fram til allar vegasteinar, so eg kann koma at gera onkrum órætt við at siga so, men hetta er so fyribils mín tokkamynd. Ein monumental heild skapað burtur úr fleiri sera stórum klettum, Í tí eina lutinum eru tveir steinar laðaðir upp á ein triðja. Ein vatnrøtt rørsla ígjøgnum eina flata hellu er eitt mótspæl imóti steyrrøttum rørslum. Eisini her órógvar vegastokkurin, tú mást fara úr bilinum, stíga út um verjuna og eygleiða heildina, fata lutføllini og rúmdina ímillum lutirnar. Fara nakað burturfrá og fáa tey stórbæru fjøllini við í myndina. Eg veit ikki, um tað ber til at gera nakað við verjuna, men eg loyvi mær at spyrja rætta viðkomandi – man tað ikki vera Lands verk ­ um tað nú er neyðugt at leggja maskinlutir, gamalt jarn upp at hesum steinunum – fyri mær at síggja mátti borið til at funnið annað pláss nærindis fyri hesum óneyðuga dragsli. Eg ætlaði mær at taka eina mynd til hesa grein, men eg fekk ikki fyri óruddinum. Í hesum sambandi loyvi eg mær eisini at spyrja, um Landsverk kundi ikki givið loyvi til, at eitt lítið lið stóð opið í bilverjuni júst á hesum stað. Tað snýr seg bara um nakrar fáar metrar. Tá ið tú koyrir oman ígjøgnum Gjáardal, er tað Aku­Aku­steinurin, ið biður góðan dag. Hann stendur væl fyri – oman fyri vegin, so her er eingin vandi fyri vegastokki. Tann sermerkta skarpa vangamyndin, ið fær teg at hugsa um Páskaoynna, broytist, tá ið tú koyrir framvið, verður til eina kantuta kubistiska komposisjón. Sjálvandi hava gjáarmenn ikki fingið seg til at brúka hendan sjáldsama steinin til ífyllu. List í almenna rúminum – millum Kongaminni og Kitsch Fýra fólk fara í hesi greinarøð at hugleiða um list í almenna rúminum. Í hesum parti skrivar Bárður Jákupsson. Greinarøðin er í sambandi við ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 29. apríl. Komin er stundin, gróttøgn støKKur, vaKna røddir í steini, løg, sum í loyndum leingi dvaldust, reisast sum veður og sjógvur Karsten Hoydal