fríggjadagur 8. apríl 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 8. apríl 2011 · Nr. 42
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Mong hava bíðað spent eftir fyrsta
bríkslinum til landskappingina í
Vodafonedeildini í ár, og tey, sum
vilja hoyra og uppliva tað, kunnu
møta upp við Margáir í morgin
klokkan 17, tá fyrsti dysturin verður
spældur har millum EB/Streym og
Víking.
Hetta eru tvey av fleiri liðum,
ið kunnu væntast at gera seg
galdandi.
Serliga
hevur
EB/
Streymur víst góðar taktir, ikki
minst í Stórsteypadystinum fyri
tveim um vikum síðani, men eisini
Víkingur hevur ætlanir um at
koma langt í ár. Í fyrsta umfari í
kapp ingini um Løgmanssteypið
fyri viku síðani syrgdu hesi bæði
liðini fyri, at Havnin einki lið hevur
í steypakappingini longur, tí EB/
Streymur vann á B36 og Víkingur
á HB.
Sunnudagin er bara tann eini
dysturin vanliga dystartíð, og tað
er tann við Løkin í Runavík mill
um NSÍ og HB. Hetta vóru tey
bæði liðini, ið áttu oddasessin í
kapp ingar árinum í fjør mestsum
alla tíðina, men tá avtornaði fór
HB avstað við meistaraheitinum
og NSÍ mátti taka til takkar við
triðjaplássinum. Dystirnir millum
hesi bæði í Runavík kunnu enda
við hvørjum sum helst, og so fæst
at síggja, um tað eru runavíkingar
ella havnarmenn, ið eru skjótari úr
start holinum.
B71 heima á Argjum
Hinir báðir dystirnir sunnudagin
eru seinni um dagin. 07 Vestur og
B36 spæla í Sørvági, har vágamenn
enn eina ferð taka ímóti sum upp
flytarar. Teir fingu eina fína byrjan
í steypakappingini, tá teir vunnu
sannførandi á FC Suðuroy, sum
hinvegin er farið niður í næstbestu
deildina. B36 yvirlivdi ikki í steypa
kappingini, men vísti dygdir ímóti
EB/Streymi, so dysturin sunnu
dagin kann saktans vera ein javnur
dystur, ið kann enda við bæði einum
og øðrum úrsliti.
Hin seini sunnudagsdysturin
er eitt sindur serligur, tí hóast tað
er B71, sum hevur heimavøll ímóti
KÍ, verður hann spældur á Argjum.
Hetta skyldast, at nýggi gras líkis
vøllurin á Sandi ikki er klárur enn,
so tí er B71 farið av oynni til henda
fyrsta heimadystin. B71 formáddi
sær lítið í sínum steypadysti ímóti
NSÍ, meðan KÍ vann – men heldur
ikki stórt meira enn tað – ímóti
Undrinum, ið spælir í triðbestu
deildini. Talan er neyvan um tvey
lið, vit skulu síggja í kappingini
heilt har frammi, men fyri tað kann
dyst urin teirra millum gerast bæði
javnur og spennandi.
Fimti dysturin í fyrsta umfari
í Vodafonedeildini verður mána
kvøldið á Toftum, tá B68 tekur ímóti
ÍF. Hesi bæði liðini vunnu stórsigrar
í steypakappingini fyri viku síðani,
so um tey megna at liva upp til tað,
verður talan um eina málríka upp
gerð á Svangaskarði. B68 er kanska
aftur til reiðar at koma longur upp
eftir, meðan ÍF eftir frálíka kapp
ingarárið í fjør skal royna at halda
stand og vísa, at liðið megnar at
halda seg í tí endanum, har kapp
ingin er stuttligari.
hilmarjan@sosialurin.fo
Vodafonedeildin í gongd
Fótbóltur Fyrsti landskappingardysturin
hjá monnum í 2011 verður spældur
í morgin, tríggir sunnudagin og tann
fimti mána kvøldið. B71, sum enn ikki
hevur nýggja graslíki klárt, spælir
sín fyrsta heima dyst á Argjum
bYrJAN Á ÚtIVØllI
Føroyameistararnir í fjør, HB, skulu í sínum fyrsta landskappingardysti
í ár leggja fyri á útivølli við Løkin ímóti NSÍ, sum vann bronsu í fjør
Mynd: Álvur Haraldsen
Hilmar Jan Hansen
Tað er neyvan ov nógv sagt, at
heima síðan hjá FaroeSoccer meira
ella minni hevur kollvelt at gongd
ina til úrslit, hagtøl og annað, ið
fót bóltsáhugað fegin vilja vita sum
skjót ast um vikuskiftini, men eisini
aðrar tíðir.
Hetta er tíðarkrevjandi arbeiði,
ið krevur nógvar hjálpandi hendur,
skal tað bera til hjá FaroeSoccer at
veita ta tænastu, fólk munnu hava
vant seg við, nú heimasíðan fer í
gongd við sítt annað kappingarár,
og tí heitir Faroe Soccer nú á fel
øgini um at hjálpa eitt sindur til, so
lættari er at halda skil á, nær dystir
verða spældir.
Øll feløgini hava egnar heima
síður, og tí hevur FaroeSoccer biðið
tey um at gera sær ómak við at siga
frá, nær tey spæla heimadystir í
teim um kappingum, FaroeSoccer
skrá setir. Fleiri feløg gera hetta
longu, so tí er áheitanin meira
vend at teimum feløgum, ið ikki
hava fingið hetta í eina fasta legu á
heima síðu síni.
Ikki bara lættir hetta um hjá
teimum, sum hava áhuga í at fylgja
við hagtølunum og øllum tí, men
samstundis ger hetta tað eisini mun
andi lættari hjá feløgunum sjálvum,
at tey sleppa undan í heilum at
ringja runt við dystarboðum, um
all ar dystarásetingar eru at finna á
heima síðuni.
hilmarjan@sosialurin.fo
FaroeSoccer
ynskir hjálp
Fótbóltur Heimasíðan, ið borðreiðir við úrslitum og
hagtølum frá føroyskum fótbólti, heitir nú á feløgini
umvegis sínar heimasíður at hjálpa eitt sindur til, so
lættari er at halda skil á, nær dystir verða spældir
Vodafonedeildin
09/04 17.00 EB/Streymur - Víkingur
10/04 15.00 NSÍ - HB
10/04 17.00 07 Vestur - B36
10/04 17.15 B71 - KÍ (Argir)
11/04 18.00 B68 - ÍF
SunSet-kappingin
08/04 19.00 Tjaldur - VÍF
08/04 20.00 StÍF - VB
10/04 14.30 Neistin - Stjørnan
atl. airwayS-kappingin
08/04 19.00 StÍF - KÍF
09/04 18.00 H71 - VÍF
10/04 16.00 Neistin - T. Klaksvík
Hilmar Jan Hansen
Rógvi Poulsen hevur síðstu
tíðina verið knýttur at enska
fót bólts felagnum,
Crewe
Alexandra, kemur nú heimaftur
til før oyskan fótbólt. Rógvi, sum
hevur verið ein týðandi spælari
á HBliðnum síðstu árini, hevur
ikki fingið vunnið sær pláss
á liðnum hjá Crewe enn, og tí
kann skifti avgreiðast skjótt og
ómaks leyst.
Sum skilst, er spæliloyvið
ongantíð endaliga flutt til Ong
lands, og tí kann hann beinan
vegin rætta HB eina hjálpandi
hond, so helst verður hann at
síggja í hópinum longu sunnu
dagin, tá HB spælir á útivølli
ímóti NSÍ.
HBheimasíðan skrivar, at
Havnar Fótbóltur og Rógvi
Poulsen eru komin ásamt um at
gera eina avtalu, so hann spælir
við HB fram til summarsteðgin.
So statt kann Rógvi eisini halda
seg í formi og fáa dystarvenjing,
tá steðgur verður í ensku kapp
ingini.
Skiftið skal ikki skiljast, sum
at Crewe ikki framvegis hevur
áhuga fyri Rógva, tí avtalan
merkir eisini, at umboð fyri
Crewe koma til Føroya at síggja
Rógva í dysti fyri bæði HB og
lands liðið.
hilmarjan@sosialurin.fo
Rógvi skal
hjálpa HB
Fótbóltur 20 ára gamli
argjamaðurin, Rógvi Poulsen, kemur
heim úr Onglandi at hjálpa HB fram
til summarsteðgin, nú Andrew av
Fløtum er skaddur og ikki fær spælt