fríggjadagur 8. apríl 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 42 · 8. apríl 2011
21
VIKUSKIFTI
Uttan at vera serfrøðingur vil
eg halda, at landsvegakervið tykist
vera rímiliga væl umhugsað, og at
Landsverk hevur í flestu førum farið
væl um og fríðkað um lendið. Eg meini
sostatt ikki við teir, tað ið eg nú brúki
orðið barbarí. Tað var Picasso gamli,
ið málbar seg nakað soleiðis: Listin má
altsamt royna at vera eitt hanagleiv
framman fyri barbaríið. Hon hevur
einki annað val.
Nú, orðið list varð nevnt, kann
onkur spyrja: Er hetta list? Ein góður
spurningur. Orðið list er so misbrúkt
og slitið av fótatraðki, kjaftasliti og
prentsvertu, at ein aftrar seg við at
brúka tað. Men hví seta spurningin
– um eitt svar fanst, hvat skuldu vit
brúkt tað til? Eftir mínum tykki er
orðið so mikið dýrt, at tað eigur bert
at verða nýtt í serligum føri – tá ið tað
veruliga nýskapandi, sjáldsama og áður
ósædda stingur seg upp. Og tað hendir
bara við hvørt, tá ið alt fellur væl í lag.
Men tá ið eg eygfari figurbólkin við
Funningsfjarðarvegin, má eg ásanna,
at tann (teir ella tær?) ókendi, ið stílað
hevur fyri, í øllum førum hevur havt
eitt listarligt eyga.
Vit kunnu siga, at hetta verk við
Funningsfjarðarvegin er í slekt við
verkið hjá Tróndi Paturssyni, ið stendur
framman fyri Útvarpshúsunum. Seks
risastórir klettar eru settir saman í eina
heild – tveir teirra bera ein triðja, ið
liggur tvørturum sum duraásurin hjá
Brúsajøkli. Teir einstøku lutirnir finna
saman í eina vælproportioneraða vel
diga tyngd. Ikki minni væl umhugsað
er rúmdin uttanum. Fáar standmyndir
í Føroyum hava fingið so væl eydnað
pláss. Verkið gagnar umhvørvinum hjá
bæði Útvarps og Norðurlandahúsinum.
Men ikki meiri listatos á hesum sinni.
Danski søgumaðurin Peter Thorsen
viðgjørdi teir hundraðtals steinar
úr fornøld, ið standa víða hvar á
Borgundarhólmi. Hann skrivar í
1931: ”Tað upprunaliga menniskjað
trýr upp á maktina, ikki sum ein
persónligan guddóm, men sum ein
heilagan mátt, ið kann taka bústað í
tí einstaka menniskjanum. Eitt slíkt
maktfult menniskja hevur kunnað stýrt
náttúrukreftunum – á einum plássi,
í einum luti ella tingi, so tað verður
heilagt. Vit vita eisini, at upprunafólk
mang an trúgva upp á, at steinar, ið
hava eitthvørt eyðkent skap, eru bú
stað ir hjá maktini, og at ein slíkur
stein ur kann skapa samband við hesa
heilagu maktina”.
Kanska hava tey hildið seg kunnað,
við ymsum orðum og ritualum, lagt ein
mátt í steinin, ið kundi verja tann, ið
ferðaðist á vegnum. Hetta kann kanska
samanberast við, at í katólskum lond
um hava tey frá elstu tíð brúkt at seta
upp krossmerki fram við alfaraveg, til
tess at verja tey ferðandi frá øllum ill
um. Enn síggjast hesi krusifiks manga
stað ni sunnanfyri, eitt nú í Italia.
So langt søga okkara røkkur, hava
norrø nu forfedrar okkara funnið sær
eyð sýnd ar steinar, sum teir hava hildið
ver ið verdar at seta upp eftir enda.
Hetta er kent úr steinøld, bronsuøld og
jarnøld. Vit kenna kuml, beytasteinar
og rúnasteinar, sum settir eru til minnis
um tey deyðu. Teir hava eina eyðsýnda
mein ing, eins og gravsteinarnir á
kirkju gørð unum. Men nú tosa vit ikki
um teir, men um steinar, ið ikki eru
knýtt ir at gravstaði ella nøkrum øðrum,
men bara eru steinar, ið hava tað skap,
ið náttúran hevur givið teimum. Nógv
mest er til av teimum. Fornfrøðingar og
mann frøð ingar hava lyndi til at knýta
alt, ið gátuført er, at trúgv, magi. Hetta
kann stundum prógvast, men mangan
er tað bara heilaspuni. Fyrst av øllum er
fyribrigdið gátuført, vit vita í roynd og
veru ikki, hvat ið undir býr. Steinarnir
finnast víða hvar, í túsundatali.
Felags fyri teir er, at teir eru reistir á
ásýniligum støðum, og serstakliga við
alfaraveg. Júst sum okkara, ið ókend
fólk av ókendari orsøk hava reist so
seint sum ímóti endanum á 20. øld.
Vit kunnu staðfesta, at í ansinum
hjá føroyskum vegamonnum býr eitt
frum gen, ið ber eina gátuføra og sera
hug takandi frumkenslu longri fram á
vegin.