fríggjadagur 8. mars 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 47 - 8. mars 2002
Nr. 47 - 8. mars 2002
3
Roc Amadour lá
mikudagin á Vági og
landaði. Eftir bert
einar 5 dagar úti, kom
Roc Amadour aftur til
lands við eini 2600
kassum
FISKIVINNA
Dagfinn Olsen
Vágur:
Roc
Amadour
gjørdi ikki drúgvan túr
hesaferð. Men túrurin var
góður. Eftir bert einar 5
dagar úti, kom Roc Ama-
dour aftur til lands. Menn-
inir aftanfyri Roc Amadour
hava eisini ætlanir um at
keypa eitt skip afturat til
Vágs, tí fiskiloyvi hava teir
á hondum, ið bert bíðar
eftir at blíva brúkt.
Mikudagin varð landað í
kavarokinum og mett var, at
skipið hevði eini 2600
kassar. Talan er um upsa og
nakað av hýsu.
Nú er nakað síðani, at
vágbingar
keyptu
Roc
Amadour. Heri Godtfred,
skipari, sigur, at hesa tíðina
hava teir havt ymsar trupul-
leikar at dragast við. Ein
aksil er brotnaður hjá teim-
um og eisini fór ljósmotor-
urin.
Nýtt skip til Vágs
Tað var Helgi Augustinus-
sen, saman við brøðrum, ið
keypti Roc Amadour til
Vágs.
Eisini eiga teir annað
fiskiloyvi og hava fleiri
ferðir havt ætlanir um keyp
av fiskifari. Millum annað
hava teir verið í Íslandi og
hugt at skipi. Men í løtuni
heldur Helgi støðg í reið-
aravirkseminum og hevur
latið yngri kreftir taka við.
Hann sigur, at sera stórur
áhugi hevur verið vístur
fyri at keypa fiskiloyvið, ið
teir eiga. Tilboðini eru
komin úr øllum Føroyum.
Men teir hava ikki vilja
selt og hava lagt dent á, at
loyvið skal ikki av bygdini.
- Eg havi ikki viljað latið
loyvið, hóast mongu til-
boðini. Tað skuldi ikki av
bygdini. Nú hava Heri
Godtfred og aðrir fingið
loyvið og tað vóru vit
brøðurnir samdir um at
gera, so loyvið fór ikki av
fjørðinum,
sigur
Helgi
Augustinussen.
Heri Godtfred sigur, at
enn er einki ítøkiligt meira
at siga um hetta, tí nú verð-
ur arbeitt víðari við hesum.
Men greitt er sostatt, at
vágbingar í næstum kunnu
vænta nýtt fiskifar at stevna
inn á Vágsfjørð.
Góður fiski-
skapur og
positivar fram-
tíðarætlanir
Í sambandi við gerð
av undirsjóvartunli
til Klaksvíkar, leggur
bygdarráðið í Leirvík
áherðslu á, at tunnil
verður gjørdur undir
Leirvíkar bygd, so
ferðslan til Norð-
oyggjar ikki á nakran
hátt nervar bygdina
UNDIRSJÓVARTUNNIL
Eirikur Lindenskov
Leirvík: Á bygdarráðs-
fundi í Leirvík mikukvøld-
ið varð samtykt gjørd um
farleiðina í sambandi við
undirsjóvartunnilin
til
Norðoyggjar.
Bygdarráðið sær tað sum
eitt stórt framstig at parta-
felag nú er stovnað við tí
endamáli at skipa fyri føst-
um
sambandi
millum
Norðoyggjar og Eysturoy,
og at tunnilin er alneyðugur
fyri menningina av økjun-
um.
– Fast samband um Leir-
víksfjørð og farleiðin um
Leirvík hoyra óloysiliga
saman og eigur á ongan
hátt at verða til ampa fyri
bygdina, sigur bygdarráðið
í tíðindaskrvi.
Leirvíkar Bydarráð legg-
ur áherðslu á, at farleiðin
um Leirvík verður við í
lógini um fast samband um
Leirvíksfjørð og vísir á
uppskot III 8 hjá Lands-
verkfrøðinginum frá mars
2001, har tunnil verður
gjørdur undir Leirvíkar
bygd.
Øll viðurskifti, ið við-
víkja ferðslu um Leirvík,
skulu vera greið, áðrenn
farið verður undir gerð av
føstum sambandi um Leir-
víksfjørð, og alt arbeiði í
samband við ferðsluna um
Leirvík skal verða liðugt, tá
ið undirsjóartunnilin verð-
ur tikin í nýtslu.
Tunnil undir
Leirvíkar bygd
C
M
Y
K
3
2