Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. mars 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 47 - 8. mars 2002 Nr. 47 - 8. mars 2002 5 Sangleikurin God- spell hjá næmingum í Studentaskúlanum í Hoydølum hevði frumframførlsu í gjár. Leikurin var sera væl spældur og leikarar- nir livdu seg væl og virðiliga inn í leik- lutirnar UMMÆLI Ingrid Bjarnastein Klokkan var trý korter til átta, og tá var longu fitt av fólki samankomið uppi í studentaskúlanum. Tjúgu minuttir seinni var nærum fullsett, og leikurin fór í gongd. Leikurin hevði eina eks- plosiva byrjan. Við teimum sterku kórrøddunum var onki at taka feil av: Hesi ungu fólk vildu vísa áskoð- arunum nakað! Godspell er ein av best umtóktu Broadway sang- leikunum nakrantíð. Hann var fyrstu ferð framførdur í 70´unum í eini trý ár uttan steðg. Tó fara næmingarnir í Hoydølum ikki at spæla leikin so leingi - týsdagin verður seinasta sýningin, og hetta kann sigast ikki at verða annað enn spell. Leikurin hevði væl tolt at verið framførdur oftari. Gæt og grimasse Godspell er ein nýmótans- gjørdur sangleikur av Matteusarevangeliienum. Hann er stuttligur, og tað er ferð á alla tíðina. Líggjas Olsen hevði høvuðsleik- lutin sum Jesus, meðan Esben Jacobsen og Christina Elisabeth Mørk- øre høvdu tveir aðrar stórar leiklutir. Líggjas var tann, sum ongantíð skifti leiklut, meðan Esben hevði nógvar ymsar leiklutir, sum til dømis Jóhannes doyparin og Judas. 16 sangir vóru í leikin- um. Og ímillum hvønn sang var sjónleikur. Sangleikurin sjálvur var ikki samanhangandi, men brot úr Matteusarevangelienum vóru framførd uttan at hava nakað beinleiðis samband við hvørt annað. Leikurin er heilt avgjørt øðrvísi. Hann er "pepp- aður" upp við nógvum stuttligum og ironiskum viðmerkingum. Tað einu ferðina brúkti Jesus "Gæt og grimasse" fyri at vísa lærusveinunum, hvat tað var hann vildi siga. Ósvikaligar røddir Tær tríggjar høvuðsrødd- irnar sviku ikki. Sjálvt um 14 ymsir solistar vóru við, so vóru røddirnar hjá Christinu Elisabeth, Esben og Líggjasi tær afturgang- andi, og kláraðu tey hetta serstakliga væl. Christina syngur sum ein eingil, og Líggjas og Esben hava heilt avgjørt sanggávur teir kunnu koma ógvuliga langt við. Ígjøgnum leikin ferðast áskoðarin saman við Jesusi og hansara lærusveinum ígjøgnum líðingarsøgu Jesusar. Leikurin verður ikki bert framførdur á ein- um palli, men tveimum, og nógv av leikinum gongur eisini fyri seg mitt á gólvinum ímillum allar áskoðararnar. Hetta ger leikin intiman og meira persónligan. Leikararnir venda sær við jøvnum mill- umbilum eisini til áskoð- ararnar, soleiðis, at bæði leikarar og áskoðarar á ein ella annan hátt skapa eina heild. Vælnøgd Tey flestu av okkum minn- ast helst Skeyk, sum var framførdur í Norðurlanda- húsinum fyri fimm árum síðani. Skeyk var ein risa verkætlan, sum hevði væl størri fíggjarkarmar enn Godspell. Men tað er ikki ov nógv sagt, at Godspell, hóast trongu fíggjarkarm- arnar, livdi væl og virðiliga upp til Skeyk. Andin á leikarunum var tann rætti, og eisini hjá teimum dugnaligu tónleikarunum, ið myndaðu orkestrið riggaði alt, sum tað skuldi. Cellospæl til ein av sang- unum frá Høgna Reistrup, og violinspæl frá Guðný Brynhild Næs settu bara prikkin yvir i´ið. Framleiðslustjórin, Hans Olivur Højgaard Joensen, var eftir frumframførsluna, av góðum grundum, væl nøgdur. - Eg eri ógvuliga væl nøgdur, segði Hans Olivur Højgaard Joensen. - Tað gekk ógvuliga væl at fram- føra í kvøld, betri enn til aðalroyndina. Eg kann ikki siga annað enn, at eg eri glaður. Leikararnir vóru allir ógvuliga glaðir. Eftir framførsluna gingu teir runt á skúlanum við stórum smílum um alt andlitið. - Eg eri sera væl nøgdur, sigur Líggjas Olsen, Jesus, við einum stórum smíli. - Hetta hevur verið ógvuliga spennandi, stuttligt og læruríkt at vera við í. Og eg eri ógvuliga væl nøgdur við okkara fyrstu framførslu. Líggjas sigur eisini, at hann valdi at siga ja til henda leiklutin, tí tað er ein avbjóðing at skula syngja slíkan tónleik. Hann helt, tað virkaði kul og stuttligt, men tað er eisini farið við nógvari tíð. Í seinastuni hevur verið vant ógvuliga hart til frumframførsluna. Men summa summarum: Ein livandi, intens, stuttlig og gleðispreiðandi fram- førsla, sum avgjørt er eina vitjan verd. Tit verða ikki skuffað! Men tað er at skunda sær. Leikurin verður bert framførdur til og við týsdagin 12. mars. Eftir tað pakka Godspell leikararnir saman. Sangleikurin Godspell: Framúrskarandi framførsla Líggjas Olsen í høvuðsleiklutinum sum Jesus, var sera væl nøgdur við framførsluna í gjár Næmingarnir á Studentaskúlanum hava heilt avgjørt rós uppiborið fyri eina framúrskarandi framførslu Tórbjørn Jacobsen, limur í Norðuratlant- iska bólkinum í Fólkatinginum, vil vita, um forsætisráð- harrin hevur í hyggju at viðmæla Føroyar sum sjálvstøðugan lim í altjóða olymp- isku nevndini FYRISPURNINGUR Stefan í Skorini »Vil statsministeren støtte de færøske bestræbelser på at opnå olympisk anerken- delse?« Soleiðis ljóðar stutti og greiði spurningurin hjá Tórbirni Jacobsen til An- ders Fogh Rasmussen, for- sætisráðharra. Fyrispurn- ingurin varð settur í danska Fólkatinginum mikudagin 6. mars. Løgmaður Anfinn Kalls- berg, sum er verji hjá ítrótt- inum í Føroyum, hevur sent Anders Fogh Rasmussen eitt bræv, har hann biðjur forsætisráðharran um eitt viðmæli til Føroyar. Fogh ivast eftir øllum at døma, um hann skal geva Føroyum sítt viðmæli vegna tjóðskaparligu støðu Føroya. Gitingar eru um, at løgfrøðiligar forðingar eru orsøkin til, at Fogh enn ikki hevur svarað brævi løg- mans. Tórbjørn sigur í viðmerk- ingunum til spurningin, at hóast flestu limirnir í IOC umboða sjálvstøðug lond, er møguleiki hjá einum heimastýri ella sjálvstýr- andi øki at fáa viðurkenn- ing og gerast limur. Tilsamans trettan viður- kendar olympiskar nevndir eru frá londum, ið ikki hava greitt sjálvstýri, men sum eru í einum hvørjum felags- skapi við størri land. Tórbjørn Jacobsen held- ur, at tá hesi trettan londini hava fingið viðurkenning, kann Føroyar tað sama fáa sína viðurkenning í olymp- iskum sambandi. Hann skundar tí undir Anders Fogh Rasmussen og vil hava hann at geva Før- oyum síttviðmæli, hóast tey nógvu løgfrøðiligu stríðs- málini um viðurskiftini millum Føroyar og Dan- mark. Hann vísir á, at ríkisum- boðsmaðurin gav Føroyum sítt viðmæli í 1993, og at Ísland fekk olympiska við- urkenning, áðrenn landið tók sjálvstýri. Harumframt hevur danska ítróttarsam- bandið givið Føroyum sín fulla stuðul saman við teimum norðulendsku sam- bondunum. – Fyri føroyskan ítrótt hevur viðurkenningin stór- an týdning, ikki minst fyri tað dagliga altjóða sam- starvið. Tað hevði tí verið ein vøkur gerð, um danski forsætisráðharrin – hóast tey stríðsmál, sum eru mill- um politikarar – hevði ver- ið virkin í at stuðla føroysk- an ítrótt, sigur Tórbjørn at enda í fyrispurninginum. ÍSF arbeiðir fyri viðurkenning ÍSF hevur aftur nú sett sær fyri at fáa viðurkenning og limaskap í altjóða olymp- isku nevndini, IOC. Í hes- um sambandi heitti ÍSF á løgmann um at taka málið upp við forsætisráðharran, tá hann var her á vitjan fyrr í ár. Heðin Mortensen, forseti í ÍSF, sigur, at tey ikki kunnu bíða leingi enn eftir svari frá Fogh, og um hann ikki vil geva ÍSF sítt við- mæli, so mugu tey bara ar- beiða miðvíst víðari. Tórbjørn spyr um OL-viðurkenning: Vil hava stuðul frá Fogh Føroyska Sigri Mitra Gaini hevur ein stóran leiklut í skemtifilminum Polle-fiction, sum verður frumsýndur í kvøld. Filmurin kostaði 13,3 milliónir at framleiða, og hann dregur nógv fólk í biograf FILMUR Stefan í Skorini Sigri Mitra Gaini, ið er best kend úr filminum Bye Bye Bluebird, sum Katrin Ott- arsdóttir leikstjórnaði, hev- ur leiklutin sum muslimska gentan Sulaima ella Sha- warma, ið arbeiðir á eini grillbarrini í býnum. Polle Fiction filmurin er sprottin úr reklamufilmun- um hjá telefonfelagnum Sonofon, sum fólk kenna úr donskum sjónvarpsrásum. Filmurin fylgir fynbúgv- anum Polle við tí kiksaða hárinum og tí reyða Puch- Maxi prutlinum. Høvuðspersónurin Polle fra Snave gerst skotin í Shawarmu, men hann hev- ur kapping frá øðrum. Hetta spælir bara væl av. Polle hevur eisini verið for- lovaður við eini aðrari, ið sigur, at hon er við barn. Filmsgongdin Filmurin er um Polle fra Snave, ið er ein lítil býur á Fyn. Polle er 30 ára gamal og býr heima. Í filminum kemur Polle út fyri einum arbeiðsóhappi, tá hann við arbeiðsfeløgum sínum tøm- ir septiktangar. Útlit eru tí fyri, at Polle fær endurgjald. Hetta vekir beinanvegin áhugan hjá Lillian, ið fegin vil hava ein part av peninginum. Polle fær tó frænir av, at hon er úti eftir peninginum og avlýsir brúdleypið. Hann verður tó skotin í tí vøkru muslimsku gentuni Sulaima ella Shawarma. Karsten Koyrilærari er tó eisini áhugaður, og hetta førir til stríð teirra millum. Reklaman hevur verið ógvuliga væl umtókt, og tí verður filmurin væntandi væl vitjaður í donskum biografum. Sigri Gaini við í Polle-filminum Karsten Kørelærer er áhugaður í Shawarma, sum verður spæld av føroysku Sigri Mitra Gaini C M Y K 5 4 Til allar okkara kæru mammur, konur, døtur, vermøður, ommur, langommur, gentur, unnustur, vinkonur, sweet- hearts, svigarinnur, systrar, fastrar, mostrar...vit heilsa tykkum øllum á Kvinnudegnum 8. mars. RESTORFFS hevur eitt gávukort til allar kvinnur, sum hava føðingardag í dag. Setið tykkum í samband við okkum. Tlf. 31 47 28 Fólksins Bryggjarí síðani 1849 Fótbóltur 2002 - serútgáva í litum frá Sosialinum Aftur í ár gera vit eitt fótbóltsblað, har vit royna at leiða lesaran eitt sindur meira afturum leiktjøldini enn vanligt. Tosað verður við leikarar, venjarar og leiðarar, sum hvør í sínum lagi hava givið til kennar sínar hugsanir og ynski. Fyritøkur og onnur, ið ynskja at lýsa í hesari serútgávu, eru vælkomin at venda sær til okkara fyri at fáa nærri upplýsingar. Deadline fyri at fáa lýsingar inn er 20. mars. Ringið til Sosialin 311820, og tosið við: Anju Weihe Marknaðardeildin anja@sosialurin.fo