fríggjadagur 8. mars 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 47 - 8. mars 2002
Nr. 47 - 8. mars 2002
7
Fólk við Skálafjørðin
halda ikki, at tað er
nóg gott, at ungdóm-
urin koyrir til Havnar
at dansa, og tey hava
nú tikið stig til dansi-
tiltøk á Glyvrum
TRIVNAÐUR
Edvard Joensen
Glyvrum: Tey ungu mugu
hava møguleikan at verða
verandi á staðnum, heldur
áhugafelagið hjá Støkk,
sum leygarkvøldið fer at
skipa fyri dansitiltaki í
Støkkhøllini á Glyvrum.
– Tað harmar okkum, at
ungdómurin,
sum
ikki
gongur á møti ella spælir
bólt, einki petti skal hava at
fara til um vikuskiftini,
uttan at koyra til Havnar at
dansa, sigur Peddy Høj-
gaard, sum er kassameistari
í áhugafelagnum hjá fim-
leikafelagnum Støkk. Um-
framt ítrótt og møti eru
teldukaféirnar
einastu
møtistøðini, ungdómurin
við Skálfjørðin hevur í
frítíðini. Og tað er ikki nóg
gott, sigur hon avgjørd.
Hon sigur, at hetta hevur
felagið gjørt av at gera
nakað við, og fyrsta tiltakið
verður dansitiltakið, sum
verður í Søtkkhøllini leyg-
arkvøldið, har rockbólkurin
Flux fer at spæla til dans.
Í grundini er hetta ætlað
teimum heilt ungu, sigur
hon, men vónar tó, at tað
eisini fer at hava áhuga hjá
teimum, sum annars plaga
at koyra til Havnar við
náttbussunum.
– Vit ætla, at hetta við
tíðini skal verða meira enn
bara eitt dansikvøld, har
ungdómurin dansar tekno
og alt hetta her, tey plaga,
sigur Peddy Højggard. Vit
fara at royna at fáa fólk t
læra tey at dana annað enn
hetta supermodernaða, sum
øll brúka í dag. Vanligar
dansir, sum vit hava kent í
nógv ár, men sum nú
næstan ikki síggjast longur,
sigur hon.
Hon sigur, at fleiri av
hesum ungdómunum kenn-
ir hon frá fimleikafelag-
num, har tey eru rættiliga
íðin. Og rytmur og rørslur,
tey har brúka, metir hon,
tey bara kunnu føra víðari í
dansinum.
– Eg síggi dansin sum
eitt beinleiðis framhald av
fimleikinum, sigur Peddy
Højgaard.
Ongum nýtist at óttast
fyri, at tað verður nakar
ólevnaður av, at hesi heilt
ungu fólkini fara í dans í
Støkkhøllini, greiðir hon
frá.
– Vit hava gjørt av, at
hetta skulu vera rúsfrí til-
tøk, og vit hava til hetta
fyrsta tiltakið eisini fingið
vaksin fólk at vera til
staðar.
– Tað má vera ein treyt, at
duravørðar og onnur, sum
skulu halda skil á, mugu
vera tilkomin fólk, sum tey
yngru hava virðing fyri.
Annars missa tey bara
tamarhaldið á øllum, sigur
hon.
Peddy Højgaard sigur, at
tey hava sett nøsina upp
eftir, at tiltakið kann hald-
ast eina ferð um mánaðan.
Men
tað
kann
eisini
broytast, alt eftir hvussu
tørvurin visir seg. Bæði
oftari og sjálvdanari, um
tað skal vera.
Fyri at tiltøkini skulu
eydnast sum best og helst
halda fram, høvdu tey verið
fegin, um so mong vaksin
fólk sum møguligt hildu
seg til at hjálpa til í
Støkkhøllini. Hóast fólk er
fingið
til
hetta
fysta
tiltakið, er neyðugt við
fleiri, um haldast skal fram,
ljóðar áheitanin frá kassa-
meistaranum í áhugafelag-
num hjá Støkk.
Fimleikafelagið Støkk
á Glyvrum hevur
gjørt gerðabýti við
rockbólkin Flux.
Aftur fyri at spæla til
dans í Støkkhøllini,
sleppa teir at brúka
hana til venjingarhøli
GERÐABÝTI
Edvard Joensen
Glyvrum: Hjálpir tú mær,
hjálpi eg tær afturfyri,
tykist vera setningurin,
fimleikafelagið Støkk og
rockbólkurin Flux arbeiða
eftir. Leygarkvøldið skal
fyrsta úrslitið av samstarv-
inum vísa seg.
Hans Marius Ziska sum
spælir við Flux, sigur við
Sosialin, at teir stóðu og
manglaðu eitt venjingar-
høli, tá teir fingu tilboð um
at sleppa í Støkkhøllina at
venja í móti at spæla
regluliga til dans í høllini.
Á hendan hátt fingu teir
loyst teirra egna hølis-
trupulleika, eins og teir
kundu vera við til at skapa
fimlekafelagnum
nakrar
inntøkur.
– Hvat lagt verður i
regluligan dans, dugi eg
ikki at siga akkurát, men
einaferð um mánaðan enn
kanska ikki so ofta, man
vera á eini leið, heldur
Hans Marius Ziska.
Hann sigur, at teir fara at
leggja seg eftir at spæla
slíkt, sum fólk kenna, tá teir
fara at spæla til dans.
– Tað er annars ikki at
spæla til dans, vit eru mest
kendir fyri, sigur hann. Vit
spæla vanliga rock, nýskap-
andi rock. Men okkum
dámar best at spæla egnan
tónleik, og tað kunnu vit
best gera til konsertir og
tílík høvi.
Tey høvini hevur Flux
eisini havt, vísir hann á.
Tvær feðrir hava teir verið
við til Prix Føroyar finalur
uttan tó at hava vunnið.
Tvær ferðir hava teir
verið í Grønlandi og spælt.
Teir hava vunnið POP TOP
kappingina, eins og teir til
dømis eisini hava luttikið á
fleiri ólavsøkukonsertum.
Teir hava gørt nakað av
egnum tónleiki, sigur Hans
Marius. Okkurt hevur hann
sjálvur gjørt einsamallur,
meðan annað er gjørt í
felag.
Fýra mans eru teir í or-
kestrinum. Í aldrinum 19 til
25 ár. Tríggir teirra hava
spælt rímiliga leingi saman,
meðan tann fjórði hevur
verið heldur styttri uppií.
Tey ungu skulu vera á staðnum
Flux í Støkkhøllini
Áhugafelagið hjá Støkk fer at skipa fyri regluligum dansitiltøkum í Støkkhøllini
Mynd: Edvard Joensen
Flux fer at standa fyri
tónleikinum, tá Støkk skipar
fyri dansi fyri ung í
Støkkhøllini
Løgtingsformaðurin
og
starvsfólki á løgtingsskriv-
stovuni hava úr at gera um
dagarnar, tí nógv er, ið skal
avgreiðast, áðrenn tingið
fer til hús 15. mars. Løg-
tingsformaðurin, Finnbogi
Ísakson, hevur valt at halda
siðvenjuna og sendir tingið
til hús 15. mars, hóast Løg-
tingið eftir lógina kundi
hildið fram við arbeiðinum
til sjálvan valdagin. Síðsti
dagur at leggja mál fyri
Løgtingið var 4. mars, og
henda dagin vórðu ikki
færri enn 24 uppskot løgd
fyri tingið.
Teir fyrispurningar, sum
eru eftir at svara, skulu
svarast áðrenn hósdagin í
komandi viku.
Vit settu løgtingsfor-
manninum spurningin, hvat
hann heldur um hesi nógvu
uppskotini, sum løgtings-
limirnir leggja fram í tólvta
tíma?
–Talið av uppskotum, ið
koma seinasta dag, er, eftir
fýra árum er farin niður um
ein fjórðing, og hetta er ikki
heilt galið. Í ár er ein serlig
støða, tí frá tí, at tey síðstu
málini kundu leggjast fram,
4. mars, til løgtingsval
verður útskrivað eru bara
tvær vikur. Tað vil siga, at
frammanundan hevði mann
bæði mars og apríl. Tú mást
eisini roknað við, at nøkur
av málunum, sum eru kom-
in niðan í tingið í síðstu
løtu, eru komin fram meira
fyri at vísa vilja í sambandi
við valstríðið.
Hvussu fer hetta at
ávirka viðgerðina í hvørj-
um einstakum máli?
–Tað ávirkar á tann hátt,
at, skulu tey avgreiðast, so
fær ein nevnd ikki ta tíð, ið
hon hevur krav uppá. Sam-
bært tingskipanini er tað
soleiðis, at ein nevnd hevur
krav uppá, at viðgera eitt
mál í ein mánað, men nú
kann nevndin – um málið
skal viðgerast liðugt innan
fjúrtan dagar – so hevur
nevndin bert einar tveir ella
tríggjar dagar til viðgera
málið. Hetta merkir ikki, at
málini ikki verða viðgjørd
væl. Tað hevur eisini stóra
ávirkan, hvussu stóra mál-
ini eru, men í øllum førum
fáa tingmenn ikki ta um-
hugsunartíð, ið teir eiga.
Hvat við tí, at eitt aðal-
orðaskifti um ein mentan-
arpolitikk, har tað hevur
tikið fleiri ár at gera eitt
álit, verður hildið í tingi-
num beint undan, at tingið
fer til hús?
–Ein
landsstýrismaður
hevur altíð krav uppá at
leggja eitt álit fram og fáa
eitt aðalorðaskifti, um hann
ynskir tað. Hetta skal vera
innan 6 dagar eftir, at frá-
greiðingin er løgd fram. Tí-
skil kann løgtingsformað-
urin ikki leypa málið um.
Sjálvur haldi eg ikki, at tað
er serliga viðkomandi at
hava eitt aðalorðaskifti um
eitt so stórt mál beint und-
an, at tingið fer til hús. Eitt
nú hevur Eyðun Elttør
(landsstýrismaður í olju- og
umhvørvismálum, blðm.)
lagt fram eina frágreiðing
um olju, men hann hevur
sagt, at tað er ikki so átrok-
andi at fáa eitt aðalorða-
skifti beinanvegin.
Hvussu verður so; verða
málini viðgjørd?
–Eg rokni við sum givið,
at øll málini fáa ein fyrstu
viðgerð í hesari vikuni. So-
leiðis at arbeiðast kann
víðari við teimum í kom-
andi viku, um løgmaður
ikki skrivar út val longu tá.
Eg rokni ikki við, at meira
enn helvtin av málunum
verða avgreidd.
Hvussu fer hetta at
ávirka arbeiðið hjá Løg-
tinginum?
–Tað verður soleiðis, at
nevndirnar hava sum vant
fyrrapartarnar
týsdag,
mikudag og hósdag. Eg
rokni við, at teir næstu ting-
fundirnir fara at vera heilt
til kl. 22, sum er so leingi,
ið tingskipanin loyvir, at
tingfundir kunnu vera, um
landið ikki stendur í vága,
men so galið er tað ikki
kortini.
Hvussu er við, at stór mál
verða tikin fram so seint í
tingsetuni og áðrenn valið?
–Serliga stór mál eiga
ikki at koma fram, um tað
skal koma ígjøgnum, fjúr-
tan dagar áðrenn tingið fer
til hús. Tað er ikki rímiligt,
tá tingið hevur, sambært
tingskipanini, rætt til at
viðgera mál í 40 dagar.
Verður demokratiið og
kanska eisini trygdin hjá
borgarunum sett til viks við
tílíkum
málum,
har
skotbráið er so mikið stutt?
–Um meiningin var, at
eitt so umfatandi mál sum
málið viðvíkjandi skatta-
lættanum
skuldi
koma
ígjøgnum, so var rættast at
koma við tí fyrr. Eg upplivi
annars eitt nýtt óskil nú í
mun til áður, har sam-
gongumenn
ella
sam-
gonguflokkar sjálvir leggja
uppskot fram. Tá mann er í
samgongu, plagar mann at
halda seg til, hvat lands-
stýrið leggur fram og ikki
meira.
Nú tú fer frá sum polit-
ikari og løgtingsformaður,
hvørji eru so tíni ráð til
tann komandi løgtingsfor-
mannin?
–Eg havi ikki so øgiliga
nógv ráð. Kanska tað at fáa
broytt tingskipanina eina-
ferð aftur, sum eg sjálvur
ongantíð kom til, soleiðis at
ásett verður eina seinastu
freist um heystið fyri mál,
ið skulu koma í gildi á
nýggjárinum. Hetta er typ-
iskt skattalógir og lógir
innanfyri almannaverkið.
Tað hendir seg heldur ofta,
at mál koma seint fram,
men støðan er batnað. Eg
havi tó verið útfyri, at týð-
andi broytingar í skattalóg-
ini eru vorðnar skundaður
ígjøgnum innan tveir dagar,
og hetta er ikki forsvarligt.
Ein freist kundi verið sett
fyri fyrstu viku í november,
har mál eiga at verða komin
inn, um tey skulu koma í
gildi á nýggjárinum.
Heldur tú, at tingmenn
hava ment seg við størru
uppgávunum seinastu tíð-
ina?
–Eg haldi, at tað hevur
ment arbeiði nógv, at ting-
menn hava fingið møgu-
leikan bara at vera ting-
menn og fyri tað mesta ikki
hava annað arbeiði.
Hyggja vit í tingsalin í
Føroyum í mun til lond
rundanum okkum, so síggja
vit, at fleiri tingmenn eru á
fundi her enn aðrastaðni.
Tað kemur ikki mestsum
ikki fyri, at tingmenn taka
orðið, og tú kanst merkja,
at teir ikki hava innlit í,
hvat teir tosa um.
Heldur tú vit nærkast
okkum einari nýggjari tíð
innan tingarbeiði?
–Vit
nærkast
einari
nýggjari tíð. Vit mugu eis-
ini minnast til, at vit hava
yvirtikið nógv fleiri máls-
øki. Tær fysisku umstøður-
nar eru vorðnar betur.
Lønarviðurskiftini hava
gjørt tað soleiðis, at tað
vera færri, sum fara at stilla
upp, og um eini tvey ella
trý val, so verður tað mun-
andi øðrvísi ting.
Tey, ið stilla upp, mugu
vita, at tað er veruligt at
stórt lesiarbeiði at vera
tingmaður.
Tað
krevur
meira enn áður, tí tað eru
nógv fleiri frágreiðingar og
annað at lesa. Tað er eitt
rættiliga stórt arbeiði.
Er nýggja skipanin farin
at virka?
–Skipanin er byrja at
virka. Tað hongur eisini
saman við tí, at tú tók og
umskipaði landsumsiting-
ina til at vera bæði størri og
betri arbeiðsføra.
Finnbogi Ísakson:
Helvtin verður avgreitt
–Lønarviðurskiftini hava
gjørt tað soleiðis, at tað vera
færri, sum fara at stilla upp,
og um eini tvey ella trý val,
so verður tað munandi øðr-
vísi ting, sigur Finnbogi
Ísakson.
Helvtin av teimum málunum, sum løgtingið
hevur eftir at viðgera áðrenn løgtingsvalið
verða avgreidd. Løgtingsformaðurin heldur,
at oftan royna tingmenn at vísa seg fram í
sambandi valstríð meira enn nakað annað.
Størru málini áttu at verið komin langt fyrr,
heldur Finnbogi Ísakson
LØGTINGSARBEIÐI
Heri á Rógvi
C
M
Y
K
7
6