fríggjadagur 8. mars 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 47 - 8. mars 2002
Nr. 47 - 8. mars 2002
9
Hesi síðstu árini
hevur Klaus Kiese-
wetter ferðast í eini
heilt aðrari verð, har
tey villu dýrini ikki
ræðast fólk og har
minnisvarðar um
menniskjans ágang
ímóti natúruni enn
eru sjónligir
FERÐAFRÁSØGN
Áki Bertholdsen
– Hetta er ein heilt onnur
verð. Men tann, sum vil
sleppa at uppliva hana, skal
ikki vera fátækur.
Síðani Klaus Kiesewetter
flutti úr Føroyum fyri trim-
um árum síðani, hevur
hann ferðast í eini heilt aðr-
ari verð, sum tað bert er
teimum heilt fáu beskorið
at uppliva.
Hann siglir við ferða-
mannaskipum, sum gera út-
ferðir til heimsins botn,
Antarktisk.
Týski Klaus Kiesewetter
hevur búð í Føroyum í
næstan 20 ár og hóast hann
nú er fluttur, hevur hann
ikki kappað alt samband
við oyggjarnar, tí hann og
konan hava enn húsini, tey
áttu á Skálafjørðinum og
einaferð ætla tey aftur til
Føroyar at búgva.
Men tað verður ikki enn,
tí í løtuni hevur Klaus heilt
onnur jørn í eldinum.
Hann sigur, at arbeiðið,
hann nú hevur, letur heilt
aðrar dyr upp til ein heim,
sum fá sleppa at síggja.
Í løtuni er hann í Føroy-
um og roynir at geva føroy-
ingum innlit í hendan ser-
merkta heimin. Tað ger
hann bæði við fyrilestrum
og við myndum frá teimum
upplivilsum, hann hevur
havt.
Hóskvøldið hevði hann
fyrilestur í Stóra Pakkhúsi í
Vági, har hann við orðum
og myndum greiddi frá tí
stóru ísverðini fyri sunnan.
Leygardagin hevur hann
fyrilestur í Norðurlanda-
húsinum í Havn. Sama dag
letur eisini ein myndafram-
sýning upp við myndum frá
ferðum hansara, framsýn-
ingin hongur uppi í ein
mánað.
Ferðir fyri ríkfólk
Klaus Kiesewetter hevur
serliga siglt við teimum
skipum, Bremen og Hansi-
atic, ið bæði eisini hava
verið í Føroyum.
Umborð
er
arbeiðið
hansara at halda søguligar
fyrilestrar fyri ferðafólki
um um Antarktisk og tey
støð, har skipið leggur at á
ferðunum.
Ferðirnar vara vanliga
ímillum 17-25 dagar, men
tær kosta minst 70.000
krónur, umframt ferðina til
yvir til Suðurargentina, har
sjálv sjóferðin yvir um hav
byrjar.
– So tað er ikki vanlig
fólk, vit ferðast við. Tað eru
ríkfólk úr USA, Evropa og
úr Asia, mest Japan, sum
eru á hesum ferðunum, sig-
ur Klaus.
– Men hetta eru fólk, sum
hava sæð tað mesta av
heiminum og eru sinnað at
betala, tað sum tað kostar at
síggja ein blett av jørðini,
sum ógvuliga fá hava sæð
áður.
Ferðin, suður til Antarkt-
isk varar vanliga hálvtann-
að til tvey samdøgur og er
mangan baldrut, tí hetta er
ein leið har látrýst eftir lá-
trýst ofta føra nógvan vind
og sjaskveður við sær. Men
komin suðurum, er veðrið
gott.
Hann sigur, at á ferðini
verður lagt at ymsastaðni,
eitt nú á gomlum hvala-
støðum og øðrum søgulig-
um støðum.
– Hetta er ein heilt onnur
verð, enn tað, vit eru von
við. Djóralívið er sera fjøl-
broytt og ógvuliga sermerkt
við tað, at dýrini ræðast
ikki fólk.
– Tvørturímóti eru dýrini
rættiliga forvitin. Ístaðin
fyri at renna undan, plaga
pingvinirnir at gøgast upp á
fólk, nippa í buksubrøkurn-
ar og bíta í lissurnar í skón-
um fyri at vita, hvat hetta er
fyri eitt slag, sum er komið
framvið.
– Tað ýðjur eisini í kóp-
um, men teir tíma ikki at
hyggja upp, hóast fólk
koma teimum so nær um
eina armslongd.
Hann sigur, at hetta
kemst av, at dýrini ongar
natúrligar fíggindar hava og
tí hava tey onki at vera
bangin fyri.
Fyrilesturin í Norður-
landahúsinum leygardagin,
verður tann einasti, sum
Klaus Kiesewetter hevur í
Føroyum á hesum sinni.
Í einum seinni blað fara
vit at hava samrøðu við
Klaus Kiesewetter um ferð-
ir hansara til heimsins botn.
Ferðast við fólki
til heimsins botn
Nú skulu púra greið-
ar reglar gerast fyri,
hvussu børn í Havn
verða tikin upp í
dagrøktina. Heðin
Mortensen sigur, at
hereftir skal ongin ivi
verða um, hvar á
bíðilistanum eitt barn
stendur
BÍÐILISTI
Áki Bertholdsen
Bíðilistin til at fáa dag-
stovnapláss til børn í Havn-
ini hevur mangan elvt til
misnøgd og trupulleikar.
Men tað skal broytast, tí
nú skulu heilt greiðar reglar
gerast fyri, hvussu børnini
verða tikin inn á dagstovn-
ar, ella í dagrøkt.
Tórshavnar Býráð hevur
nú gjørt eina greiða reglu-
gerð fyri, hvussu børnini
skulu takast í ansing og
mentamálnevndin hjá bý-
ráðnum
hevur
einmælt
samtykt at taka undir við
reglugerðini og hevur mælt
býráðnum til at seta hana í
verk.
Heðin Mortensen sigur,
at eftir nýggju reglugerðini
skulu foreldur ongantíð
ivast í, hvar á bíðilista teirra
barn stendur.
Sostatt verður ikki longur
gingið eftir at kynsbýtið á
stovnunum skal passa. Hig-
artil hevur tað verið so, at
børn eru koyrd afturum á
bíðilista og onnur børn tik-
in framum, tí tey hava
hóskað betri til aldursbýtið
á stovninum, har tey eru
tikin inn.
Nú er einasta treyt, at
minst tvey børn av sama
kyni skulu vera á somu
stovu, hetta fyri at tey skulu
hava onkran av sama kyni
at spæla við.
Annars skal ein upptøku-
nevnd setast við trimum
umboðum,
sum
skulu
handfara hvørja einastu
umsókn. Í henni koma at
sita dagligi leiðarin fyri
dagrøktina, Katrin Peter-
sen, eitt umboð fyri dag-
røktina og eitt umboð fyri
dagstovnarnar.
Heðin Mortensen sigur,
at tá ið foreldur søkja um at
fáa eitt barn í ansing, skal
barnið hava eitt nummar,
alt eftir, hvar á bíðilistan-
um, tað stendur. Tey skulu
eisini hava at vita, nær
væntandi er, at barnið
sleppur inn.
– Síðani skal tað altíð
bera til hjá foreldrunum a
fylgja við, hvar barnið
stendur á bíðilistanum, Tey,
sum hava atgongd til alnet-
ið, kunnu gera tað har.
– Tá ið foreldur søkja,
kunnu tey raðfesta, hvørj-
um stovni, tey vilja hava
børnini á. Tey, sum bara
skriva eitt navn, koma bara
upp á tal til tann eina stovn-
in og hava tískil ongan
møguleika at fáa børnini á
annan stovn. Men tey, sum
fáa børnini á stovnin, tey
hava raðfest sum munnar
tvey, ella trý, kunnu søkja
um at fáa børnini á stovnin,
tey
hava
raðfest
sum
nummar eitt og so fáa tey
tað, tá ið pláss er, sigur
Heðin Mortensen
– Men taka foreldur av
einihvørji orsøk ikki av ein-
um ansingartilboði, verður
barnið ikki flutt afturum á
bíðilistanum, leggur hann
afturat.
Býráðið skuldi viðgera
málið í gjárkvøldið, men
úrslitið var ikki geitt, tá ið
blaðið fór til prentingar.
Ein ógvuliga forvitin pingvinungi forvitnast at vita, hvat Klaus Kiesewetter er fyri ein. Myndin er
tikin í Suðurgeorgia, ið er ein oyggj eystanfyri Hornið í Suðuramerika. Á ferðini suður í
Antarktisk plaga ferðamannaskipini at leggja at landi í Suðurgeorgia
Skil fáast á bíðilistan til barnaansing í Havn
– Nú skulu foreldur ongnatíð ivast í, hvar á bíðilistanum barn
teirra stendur at sleppa í barnaansing í Havn. Nýggjar reglar
skulu nú setast í verk.
Myndin er tilvildarlig
– Vit eru ógvuliga
klókk og ófatiliga
vónbrotin av okkara
arbeiðsgevara.
Mentamálastýrið
hevur valt at brúka
orkuna uppá at fáa
próvtøkuuppgávur
gjørdar heldur enn at
loysa málið. Tað er
átaluvert og eigur at
geva teimum, sum
hava gjørt uppgáv-
urnar, ringan smakk í
munnin, sigur Emmy
S. Joensen, næst-
forkvinna í Føroya
Lærarafelag
BLOKADAN
Turið Kjølbro
Eftir øllum at døma er
blokadan, sum Føroya Lær-
arafelag setti í verk seinasta
heyst móti allari próvtøku-
uppgávugerð til skrivligu
royndirnar í fólkaskúlanum
í summar, tileinkisgjørd av
Mentamálastýrinum. Miku-
dagin segði Óli Holm,
landsstýrismaður við skúla-
málum, frá tingsins røðara-
palli í svari til ófráboðanan
fyrispurning frá Katrin
Dahl Jakobsen, tingkvinnu,
at uppgávurnar eru gjørdar
og próvtøkurnar verða sum
ætlað. Hvør hevur gjørt
uppgávurnar, vil hann einki
siga um.
Hetta kemur sera illa við
hjá Føroya Lærarafelag.
– Tað er sera harmiligt, at
fólk hava átikið sær at gjørt
arbeiði, sum er rakt av
blokadu. Vit eru ógvuliga
klókk og ófatiliga vónbrot-
in av okkara arbeiðsgevara.
Vit taka málið í stórum álv-
ara. Slík atgerð er við til at
máa støðið undan fakfel-
agsarbeiði og tí saman-
haldi, sum eigur at eyð-
kenna
fakfelagsarbeiði.
Mentamálastýrið hevur valt
at brúka orkuna uppá at fáa
próvtøkuuppgávur gjørdar
heldur enn at loysa málið,
og tað eigur at geva teimum
og fólkunum, sum hava
gjørt uppgávurnar, ringan
smakk í munnin. Tað er
átaluvert, uttan mun til, um
tað eru lærarar ella onnur
sum hava gjørt uppgávurn-
ar. Hesi eru vard av eini
lóg, men nú er vandi fyri, at
lærarar fara at gita, hvør
hevur gjørt tær og ikki, og
tað er sera óheppið, sigur
Emmy S. Joensen, næstfor-
kvinna í Føroya Lærarafel-
ag.
Víst á loysnir
At
tað
hevur
eydnast
Mentamálastýrinum
at
yvirtala fólk at gera próv-
tøkuuppgávur, hóast ein
blokada er í gildi, sigur
nógv um, hvønn arbeiðs-
hátt, Mentamálastýrið nýt-
ir, sigur Emmy S. Joensen.
– Í staðin fyri at brúka
alla orkuna til at finna eina
virðiliga loysn á trætuni,
hevur okkara arbeiðsgevari
valt ta vánaligastu loysnina.
Føroya Lærarafelag hevur
víst á fleiri gongdar leiðis
soleiðis at málið kann loys-
ast, blokadan kann takast
av og lærarar sleppa at gera
uppgávur til royndirnar.
Hon vísir á, at nógvir
møguleikar eru at loysa
málið.
– Við hesi atgerðini hev-
ur Mentamálastýrið loyst
akuttu trupulleikarnar, men
vit eru ongantíð so langt frá
eini loysn sum nú. Menta-
málastýrið setur seg nú aft-
urá og staðfestir, at hvørki
kommunur ella Fíggjar-
málastýrið eru til at tosa
við um hesi viðurskifti.
Okkara arbeiðsgevari kast-
ar alla ábyrgd frá sær, og
tað eigur ongantíð at koma
fyri. Vit hava ikki sæð enn,
at allir partar í trætuni
brúka neyðugu orkuna til at
loysa trupulleikan.
Føroya Lærarafelag ar-
beiðir út frá einum áliti,
sum Mentamálastýrið, Før-
oya Lærarafelag og umboð
fyri kommunurnar í felag
hava gjørt um ábyrgd av
savnsrøktini.
– Tilmælið í álitinum vís-
ir, hvussu savnsrøktin kann
avgreiðast, og Mentamála-
stýrið eigur at ábyrgdast
fyri hetta, tá ið ein semja
eftir samráðingar staðfestir,
at loysnir skulu finnast, og
allir partar eru við. Tað ber
ikki til hálvt annað ár eftir
at siga, at Mentamálastýrið
einki meinti við álitinum.
At so skúlin dettur niður
ímillum tvey stýri og
hvørki vil kennast við mál-
ið, er ein stórur trupulleiki.
Spurd um ikki Føroya
Lærarafelag hevur tikið
næmingarnar í framhalds-
deildini sum gíslar í málin-
um og um tað ikki er upp-
gávan hjá Mentamálastýr-
inum at síggja til, at næm-
ingar sleppa upp til roynd,
svarar Emmy S. Joensen.
– Eg skilji væl, at Menta-
málastýrið hevur ein álvar-
saman trupulleika at loysa,
men Føroya Lærarafelag
vil eisini, at næmingarnir
sleppa til roynd og vit hava
lagt stóra orku í at loysa
málið. Vit hava víst á nógv-
ar gongdar leiðir, sum allar
eru afturvístar. Mentamála-
stýrið, Fíggjarmálastýrið
og
kommunurnar
hava
ábyrgdina av, at málið ikki
er loyst.
Blokadan stendur fram-
vegis við, og hon hevur síð-
ani 20. februar eisini um-
fatað savnsrøktina á skúl-
unum kring landið. Tað
merkir, at lærarar, sum áður
hava røkt og viðlíkahildið
serstovur, ikki skulu gera
hetta arbeiðið. Um blokad-
an verður herd upp aftur
meir, er støða ikki tikin til
enn.
Mentamálastýrið stingur lærarar í ryggin
Nú kom so endiliga
mentunarálitið. Onkur
heldur, at tað kom held-
ur seint, nú hugsað verð-
ur um, at val stendur fyri
durum, men nú er tað so
komið. Eg – saman við
restini av Leikpalli Før-
oya – hava gjøgnum-
gingið
mentunarálitið
væl og virðiliga – og
hóast onkrar orðingar
ikki vóru heilt sum vit
ynsktu, vóru vit á einum
máli um, at hetta er eitt
stórt
framstig.
Tað
størsta sum landsstýrið
er komið við. At Signar
á Brúnni eigur stóran
heiður av hesum, kann
prógvast, tí beinanvegin
hann kom í landsstýris-
sessin setti hann gongd á
arbeiðið og hann sá eis-
ini, at skal m.a. sjónleiki
verða lív lagað her á
landi, so mátti okkurt
gerast og tað skuldi ger-
ast nú.
Tíggju tey fyrstu árini,
ið Meginfelag Áhuga-
leikara Føroya virkaði,
var eg í nevndini og var
tann fyrsti formaðurin í
MáF. Og síðani Leik-
pallur Føroya varð settur
á stovn fyri fleiri árum
síðani, havi eg sitið í
ráðnum. Tí var eg sera
skuffaður at hoyra parta-
mann mín, Jógvan á
Lakjuni, í Fimmaranum,
har hann líka sum róði
fram ímóti, at tað er
skeivt at fólk sita og
játta pening til sín sjálv-
an. Hetta hava vit gjørt í
nógv ár í Leikpalli Før-
oya og so væl, at ment-
unarálitið byggir á hesa
skipan og kann ikki sig-
ast annað enn, at hetta er
ikki so lítið álit at hava
víst okkum.
Í ráðnum sita seks
limir. Og fimm av teim-
um eru vald av MáF –
áhugaleiklistini – meðan
bert tann eini er valdur
av yrkisleikarum. Og
hóast hetta, so hevur
ongantíð verið nøkur
atkvøðugreiðsla í ráðn-
um, men vit hava altíð
kunna
tosað
okkum
fram til eitt úrslit, ið øll
eru nøgd við.
Eg vóni ikki, at úttal-
ilsini frá Jógvani á Lakj-
uni umboða meiningina
í Fólkaflokkinum, tí so
er hann – Fólkaflokkur-
in – illa farin – og eg
kann sum limir í flokk-
inum, síðan eg var 16
ára gamal, als ikki góða
hetta.
Mentunarálitið vísir
okkum álit. Gævi at allir
politikarar høvdu gjørt
tað sama, eisini Fólka-
flokkurin.
Jógvan E. Ósá
Hav álit á
mentunarálitinum
– Við hesi atgerðini hevur Mentamálastýrið loyst akuttu
trupulleikarnar, men vit eru ongantíð so langt frá eini loysn
sum nú, sigur Emmy S. Joensen, næstforkvinna í Føroya
Lærarafelag
Næmingarnir í 9. og 10.
flokkunum kring landið
sleppa kortini upp til
fráfaringarroynd
fólkaskúlans og víðkaðu
fráfaringarroynd
fólkaskúlans
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
9
8