fríggjadagur 8. apríl 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 8. apríl 2011 · Nr. 42
Sosialurin
Móttøka
Í samband við at Vodafone fyllir 10 ár,
verður móttøka fríggjadagin 8. apríl
í Skálanum í Norðurlanda húsinum kl. 15.00-17.00.
Øll eru vælkomin!
Vit gleða okkum at síggja tykkum
Petersen
Í meira enn 25 ár hava vit búleikast í Dr.
Jakobsensgøtu í Havn. Har hava góðska
og persónlig viðgerð verið okkara merk-
isorð. Tað verða tey eisini í nýggja handli
okkara, sum letur upp í SMS í næstum.
Til SIRI í SMS søkja vit eftir trimum starvs-
fólkum. Einum dagligum leiðara at ar-
beiða fulla tíð, og tveimum fólkum at
standa í handli umleið hálva tíð.
Vit vænta, at tú hevur áhuga fyri teimum
klæðum, sum liggja tætt inn at kroppi-
num. Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og
dugnalig/ur, og hevur hug og evnir at
verða ein partur av SIRI-manningini.
Tú verður við til at mynda ein spildurnýg-
gjan handil, sum byggir á herðarnar á væl
dámda handlinum í Dr. Jakobsensgøtu.
Vit vilja, at nýggja deild okkara í SMS skal
varðveita andan í fyritøkuni, men sams-
tundis víðka um sjónarringin.
SIRI í SMS verður við einum ungsintum
lyndi, ein handil til tey, sum vilja forkela
seg sjálvan ella onnur. Kanska serliga tey
ungu og nýtilkomnu, sum eisini vilja hava
góðsku og dygd innast inni.
Sendið umsókn við nøkrum orðum um
teg sjálva/n við mynd og møguligum upp-
lýsingum um útbúgving, starvsroyndir og
viðmælir til:
siri@siri.fo
Kanska hevur tú ikki so nógvar royndir
ella nógv pappír, men bert ein brennandi
áhuga fyri tí, sum vit fáast við. Og tá skalt
tú eisini vera hjartaliga vælkomin at søkja.
STARVSFÓLK
TIL SIRI Í SMS
nýggjur handil
í SMS
UM SIRI
SIRI Vælvera er í dag fremsti handil í landinum, tá tað snýr seg um dygdarundirklæði/lingeri í øllum støddum, fram-
komnar frítíðarskógvar í rætta sniðnum, umframt eina rúgvu av vælveruvørum. SIRI Vælvera hevur eisini hollar
royndir í øllum, sum hevur við bróstprotesur at gera. Allir kundar fáa persónliga viðgerð frá okkara serkønu starvs-
fólkum. Eygleiðing, vegleiðing og ráðgeving eru lyklaorð í okkara gerandisdegi, og við hesum orðum royna vit at
nøkta tørvin hjá teimum, sum vilja sær sjálvum og øðrum væl, og sum tora at seta krøv til tað, sum tey vilja hava.
SIRI í SMS verður partur av hesum samtaki og arbeiðslagi, tó at úrvalið í nýggja handli okkara í SMS fer at snara meira
kring nútímans ungsint undirklæðir og annað, sum vit brúka inn at kroppinum.