Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-08, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 42 · 8. apríl 2011 25 VIKUSKIFTI eldraøkinum verða framdir. Ongin ivi er um, at hann her meinti við minnilutar í Fólkaflokkinum, og tá løgmaður nevndi hetta í Tinganesi mikumorgunin, stóð serliga ein maður og smíltist. Tað var Poul Michelsen. Hann var jú tann, sum fyrstur nevndi, at Fólkaflokkurin var læstur fastur í blokeringum. Í Sosialinum í oktober í fjør grund­ gav Poul Michelsen fyri, hví hann ikki longur kundi vera partur av Fólka­ flokkinum. Hann segði tá soleiðis: »Sjúkan í flokk inum er, at fleiri ynskja radikalar broyt ingar, og at nakrir so halda ímóti. Spyrt tú meg, hvat Fólkaflokkurin er samdur um, so síggi eg onga semju um nakað. Hann kann ikki semjast um fiski vinnu reform, ikki um burðardygd, ikki um um hvørvis­ mál, ikki um kommunal reform, sum landsstýrisfólk hjá flokk inum hava slóðað fyri á dugnaligan hátt, ikki um skúla reformin, ikki um stjórnar skip­ anina, ikki um tjóðskaparmál og heldur ikki um búskaparmál. Eg dugdi bara ikki at síggja, at hetta var vert at vera partur av.« Hetta var eftir øllum at døma tað, sum Kaj Leo Johannesen eisini hevði fingið nóg mikið av, og tá Aksel Johannesen ikki vildi finna seg í, at Fólkaflokkurin førdi sín egna fíggjarpolitikk, og til­ feingis gjaldið var um at gerast veru­ leiki, mátti Fólkaflokkurin enda uttan­ fyri. Har situr hann so nú og grundar yvir, um hann gjørdi tað rætti. Men sama um blokerandi minnilutarnir í Fólkaflokkinum eru horvnir úr sam­ gonguni, er politiska støðan ógvuliga ógreið, tí í fyrsta lagi gevur tað lítla meining at skipa nýggja samgongu í einum valári, í øðrum lagi siga allir andstøðuflokkarnir seg vera ímóti verandi fíggjarkørmum, og í triðja lagi tykjast nógv hálovaðu re form arnir at vera sera óítøkiligir. Nú Sambandsflokkurin og Javnaðar­ flokkurin leita eftir eini meining við at halda fram sum minnilutasamgonga, og andstøðuflokkarnir síggja sær ein møguleika at fáa ávirkan, er tann stóri spurningurin, hvønn politikk allir hesir flokk arnir hava at standa saman um. Teir kunnu skjótt semjast um at av­ greiða makrelbýtið, so skipini sleppa til fiski skap. Men Kaj Leo Johannesen, sum nú hevur yvirtikið Fiskimálaráðið og skal lýsa kunngerðina, ið Jacob Vester­ gaard skuldi lýsa, hevur havt fleiri fyri varnir um tilfeingisgjaldið. Lýsir hann bara kunngerðina? Ella fer hann at seta til feingisgjaldið í verk saman við Javnaðarflokkinum og andstøðuni og so út skriva val í september? Fløkt mál í undantaksstøðu Onnur mál, sum hava verið nevnd sum samstarvsmál millum minni luta­ sam gonguna og andstøðuna, eru nógv um røddi kommunalreformurin og pen­ sjóns reformurin. Men kunnu tílík mál loysast úr lagdi í politiskari undan taks­ støðu í einum valári? Pensjónsreformin er ikki semja um í løgtinginum, og iva málini í honum eru so mong, at mest sannlíkt er, at málið bíðar til eftir valið. Kommunalreformurin er sam­ bært Høgna Hoydal, formanni í Tjóð­ veldi, eitt so fløkt mál, at ein rúgva av fylgilógum skal samtykkjast aftrat tílík ari nýskipan. Hetta nevndi hann í sjón varpinum mikukvøldið. Er sann­ líkt, at eitt tílíkt mál kann fremjast í polit iskari undantaksstøðu í einum valári? Neyvan. Mest sannlíkt er, at lítið og onki av týdningi fæst frá hondini undir verandi politisku umstøðum, og tí munnu politisku flokkarnir vera farnir at um­ hugsa, hvussu ein lands stýris sam gonga skal setast saman eftir løgtingsvalið, um valið so verður í juni, september ella januar. Hvussu politiska samansetingin verður, veldst nógv um, hvønn politikk flokkarnir hava at standa saman um. Her haltar nógv í løtuni, tí hvør er kósin fyri Føroyar, ið ein samgongumeiriluti kann semjast um? Eina ferð kallaðist eitt landsstýri yvirtøkulandsstýrið, og eitt annað landsstýri kallaðist full­ veldislandsstýrið. Fáa vit nú eitt ný­ skipanarlandsstýri, ið fer at fremja teir reformar, sum hava verið blokeraðir so leingi? Okkurt kundi bent á hetta, og um so verður, fer eitt nýskipanarlandsstýri kanska at hava í huga gamla orðatakið um, at frá høvdinum skalt tú hvalin skera. Stjórnarskipanarlógin verður tí endaliga avgreidd og samtykt eftir føroyskum leisti og ikki sam svarandi donskum kravboðum. Kommunal­ reformurin verður framdur, so landið verður býtt í 7­9 kommunur. Fiski­ vinnu reformurin verður framdur so­ leiðis, at kvotur og fiskidagar verða seld í tilfeingisbúð. Skúlareformurin fer at hava við sær, at skúlaeindirnar verða størri og sterkari, pensjónsnýskipanin verður framd, og kanska verður ein bú skapargrunnur eisini stovnaður at goyma serligar inntøkur í at javna sveiggj við. Hvussu politiska samansetingin verður, veldst nógv um, hvønn politikk flokkarnir hava at standa saman um. Her haltar nógv í løtuni, tí hvør er kósin fyri Føroyar, ið ein samgongumeiriluti kann semjast um? mynd: Jens Kristian Vang