Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 42 · 8. apríl 2011 10 VIKUSKIFTI Gastriskt bypass Inna Törnroos inna@sosialurin.fo – Hvønn einasta dag ynski eg, at eg ikki hevði fingið gjørt gastriskt bypass. Hetta sigur Linda Søderlund, ið var ein av fleiri, sum úttalaðu seg, tá svenska sjón varps sendingin »Kalla Fakta« setti sjón eykuna á gastriskt bypass viðgerð­ irnar og veruleikan handan tær ljósa­ reyðu yvirskriftirnar um vekttap. Í mongum førum eru yvirskriftirnar um eitt nýtt, sunnari lív, sannleiki. Sera nógv fólk verða hjálpt og sleppa av við sukursjúku og aðrar sjúkur, ið standast av ovurfiti. Nógv av hesum hava roynt allar kurar, ið eru at royna, uttan úrslit og tí er skur ðviðgerðin síðsti útvegur. Linda Søderlund er ein av teimum, sum gott nokk hevur tapt seg, men har lívið ístaðin fyri at gerast eyduríkt er vorðið ein marra, har hvør einasti matbiti pínir hana. 20 føroyingar Skurðviðgerðin ger, at magasekkurin verður minkaður og at upptøkan av mati eisini verður avmarkað. Til dømis fær ein lætt vaml av feitti og sukri. Í fjørð rindaði heilsuverkið fyri skurðviðgerðir hjá 20 føroyingum. Talið er allarhelst nógv hægri, tí nógv ikki tíma at bíða og tí rinda sjálv fyri viðgerðina. Føroyingurin Heðin Jacobsen er skurð lækni og serfrøðingur innan gastriskt bypass. Hann starvast á norska sjúkrahúsinum Aleris og hevur viðgjørt fleiri føroyingar. Nógv av teimum, ið fáa hesa skurð­ viðgerð, hava etingarólag, ið hevur elvt til at tey eru vorðin so tjúkk. Tá viðgerðin ger, at mongdin av mati, tey kunnu eta, má minkast nógv er lætt at byrja at misnýta annað enn mat. Fleiri av teimum, sum vóru við í svensku sendingini, høvdu fingið rús­ drekka trupulleikar aftaná. Viðgerðin ger eisini, at kroppurin reagerar øðrvísi uppá rúsdrekka. Ongin gransking er gjørd innan hetta, men sambært ávísum keldum kann við gerð­ in elva til at ein lættari gerst bundin at rúsdrekka. – Vit hava hoyrt nógv um, at alkohol­ trupul leikar kunnu stinga seg upp eftir skurð viðgerð, men hetta er ikki okk ara royndir. Vit síggja ógvuliga lítið til, at hetta er nakar serligur trupulleiki. Sjálvandi kann tað blíva ein trupulleiki hjá einstøkum, men tað er ikki ein van­ ligur trupulleiki, sigur Heðin Jacobsen. – Gastriskt bypass operationin ger, at ein ávirkast eitt sindur øðrvísi av alkoholi enn annars. Alkohol verður upptikið beinleiðis frá tunntarminum og tá kemur rúsurin skjótari enn ann ars. Men so rennur eisini skjótari avaftur. Drekkast má tí øðrvísi enn áður, og fyrivarni má takast fyri hesum. Eykahúð Trupulleikin, ið er mest útbreiddur, er hann, ið stendst av húðini. Tá ein klænkar 20­50 kilo í stutta tíð, verður nógv húð til yvirs. Posar av húð verða hangandi eftir og nógv verða Kløn og luKK ella? SeinaStu TíðIna hevur Sera nógv verið at lIsIð um føroyIngar, ið hava fingið skurvIðgerð móti fITa – Sokallaða gasTrIskT bypass. talið av TeImum, ið verða vIðgjørd, er alSamt vaksandI um allan vesTurheIm. men nú vilja fleIrI og fleiri, at sjúkrahúsInI Steðga á og fokusera upp á teir TrupulleIkar, ið kunnu sTInga Seg upp efTIr eina Slíka vIðgerð IllusTraTIón: SoSialurin Gastriskt bypass viðgerðin minkar magasekkin við 80 prosentum