fríggjadagur 8. apríl 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 42 · 8. apríl 2011
14
VIKUSKIFTI
Hvar er skeltið?
Tað hjálpir lítið
Nógvir líkjast Akseli
»Jävla« og so kom navnið á
einum flogfelagi, sum mær
heldur ikki dámar so øgiliga væl.
Ungi maðurin tveitti tasku
og frakka í eina sofu og fór at
reika, veipandi og bannandi,
sjónliga í øðini. Hin, teir vóru
tveir, var sinniligur og royndi at
sissa tann kókandi mannin. Men
tað nyttaði einki. Maðurin var
illur. Og so rýmdi hann í somu
øði oman eftir longu gongini í
fráfaringarhøll fimm. Uttan iva
fyri at finna onkran innan fyri
eina skivu, hann kundi skelda um
hatta forbannaða flogfelagið, nú
hann var afturúrflogin.
Tí teir vóru komnir ov seint
til flogfarið, teir skuldu við.
Flogfarið, teir komu við, var
seinkað.
Ungu menninir vóru í
yvirmannabúna hjá svenska
herflotanum. Kanska skuldu teir
í kríggj í Libia. Tað er so langt
síðani, at Svøríki var í kríggi, at
ikki ber til at vera ov seinur, nú
framkomni svenski ídnaðurin
aftur skuldi roynast í verki.
Var tann óði bardagamaðurin
um borð á skipi sínum, løddi
hann kanónina og skeyt hatta
forbannaða, jävla, flogfelagið
niður.
Hetta var so enn av nógvum
eygleiðingum í keðiligari
fráfaringarhøll. Eg vildi so gjarna,
at flogfarið, eg kom við, var
seinkað, tí so var ævinleikin at
bíða styttri.
At bíða í floghavnum er
øgiliga konsentrerað einsemi.
Hetta var so í Arlanda í
Stokkhólmi, keðiligasta bíðiplássi,
eg veit um, at eg sá teir báðar
svensku admirallærlingarnar, har
sum annar leyp á, áðrenn hann
var komin á vígvøllin.
Eg noyddist at bíða leingi hesa
ferð í Arlandi. So er ikki annað at
gera enn at drekka øl (heimsins
dýrasta) og hyggja eftir hinum
kyninum.
Tú kennir einsemið síga
nívandi sum setandi flogfør
oman yvir teg. Øll ræðast
einsemið verri enn dómadag og
Guds øði. Tí hava øll farteldu
og hesar nýggju telefonirnar,
sum eg ikki veit, hvussu eita,
og eg vil heldur ikki vita tað.
Eg minnist, tá postfax var stóra
samskiftisopinberingin, tann
størsta síðani tíggju boðini.
So kom telefaxið á eitraðum
pappírsrullum, har ringt var at
lesa boðini, tí skriftirnar vóru so
kámar og toldu ikki sveittandi
fingrar. Og so gamal eri eg heldur
ikki, takk. Hetta eru hóast alt
bara góð 20 ár síðani.
Fólk so bangin fyri
einseminum, at tey tora ikki
at tosa við fólk av ótta fyri, at
tey ikki svara. Tey tosa bara við
telduna og telduhvølpin. Tey
svara sum oftast.
Eg havi ongan sæð lýst so
væl einsemið sum Fassbinder
í meistaraverkinum um Petru
von Kant. Einsemi og hjartasorg
í senn. Skarpari lútur finst ikki.
Hjartasorg er verri enn onnur
sorg, tí tann farna/i er á lívi.
Nú eitt kvøldið, eg sat á
mínari yndis vjetnamesisku
matstovu á Vesterbro, sótu fýra
ung fólk við næsta borð, tríggjar
kvinnur og ein maður. Tann eina
kvinna hevði hjartasorg. Hini
royndu at ugga hana. Serliga
maðurin helt seg vera framúr
dyggan í ráðum. Og hann var so
harðmæltur, at øll, sum høvdu
hjartasorg í Colbjørnsensgade
og niðaru Istedgade tað kvøldið,
kundu lurta. Ikki tí har var so
nógvur veruligur uggi. Vanliga
orðaskvaldrið um, at lívið heldur
fram, og hon var ikki nakað fyri
teg kortini og annars vanliga
orðaskvaldrið, sum einki nyttar.
Hoyrdi um ein, sum var so
syndarliga einsamallur, at hann
fór í bilin, tendraði GPSaran og
koyrdi so – skeivt. Tað gjørdi
hann við vilja fyri at fáa GPSinu
at tosa við seg.
Fólk tora ikki bara at vera
saman við sær sjálvum. Løgið, tá
so nógv eru við at kvalast í berari
sjálvgleði.
Illi flotamaðurin kom aftur
við tveimum boardingkortum,
so teir sluppu, nakað seinkaðir, í
kríggj.
Jävla alt
UmaftUrafturum
høgni djurhuus
Stongd leið!
Toskur av Føroyabanka í Áarstovu
Portal.fo
Landskassin leingi livi,
hurrá, hurrá, hurrá!
Landskassin 429 mió.
kr. í halli næsta ár
Kringvarp.fo
Hvat merkir tað?
Munnligt føroyskt krav um
landgrunn lagt fyri ST
Dimma.fo
Ruddið forsíðuna
Føroyingar í Esbjerg
Portal.fo
Tað gera vit eisini!
Høgni Hoydal: Vit eygleiða
sjónleikin í samgonguni
Kringvarp.fo
Borgarlig ella vinstravend?
Nýggj samgonga í Arktis
Dimma.fo
Nýggjur landsstýrismaður?
ohan Dahl, landssýrismaður,
ætlar nú at yvirtaka málsøkið um
loðsar umborð á skipum, sum
sigla imillum oyggjarnar í Føroyum
og inn í havnir og út aftur.
Portal.fo
Yo Paulus, what’s up?
Nýggja Testamenti við
einum »fresh look«
Dimma.fo
Skál fyri tí!
TAKS skal kanna náttarlívið
Dimma.fo
Hvat verður tað næsta?
Fútin selir fisk
Portal.fo
Hvønn?
Teir hava tikið hann út um fyri fyrst
Merkistein í fótbóltsfrásøgn
ranga
í
strúpan
Portalurin bar í vikuni tey tíðindini, at tey ungu í Ísrael fara til høgru.
Á myndini, sum varð sett saman við tíðindunum, síggja vit einki
forboðsskelti ímóti at fara til vinstru.
Tað verður stundum ført fram, at tað eru ov fáar kvinnur í løgtinginum. Bæði kvinnur og nógvir menn eru samd í, at kvinnurnar áttu
at verið umboðaðar í okkara parlamenti. Nú skrivar Vágaportalurin: “Lundin í løgtingið”. Vit halda ikki, at tað fer at hjálpa nakað
serligt upp á javnstøðuna – men í minsta lagi verður so kanska nakrir færri menn í løgtinginum.
Fyri kortum høvdu vit eina mynd frá sending hjá Kringvarpinum, har okkara egni blaðmaður Uni Holm Johannesen varð presenteraður
sum Aksel V. Johannesen. Og nú er aftur galið. Nú er tað Tróndur Enni, sum líkist landsstýrismanninum so nógv, at Dagur og Vika
blandar teir. Jú, teir eru sanniliga fleiri sum líkjast Akseli.
Okkara grannar í Vágsbotni,
Harraklipping á Bryggjubakka,
hava nú víðkað um virksemið. Tær
hava eisini leigað ovaru hæddina
í bygninginum, har tey skulu klippa
konufólki. Spurningurin er so, um tað verður
sagt, at kvinnurnar verða kliptar í erva – og
menninir í neðra.
Mannfólk
verða klipt
í neðra