mánadagur 11. apríl 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. apríl 2011 · Nr. 43
6
Sosialurin
Randi Jacobsen
Hvørt ár verður ein trivn
aðarkanning gjørd í øllum
økjunum hjá politinum í
rík inum við endamálini at
síggja, hvar ábøtur skulu
ger ast.
Einki sæst til, at neyðugu
ábøturnar eru gjørdar i Før
oyum, tí tað gongur aft urá
við
trivnaðinum.
Sein ast
kann ingin vísti, at trivn að
urin er ringast í politinum í
Føroyum.
Hetta heldur Karen Marie
Olesen, fúti einki vera at siga
til. Hon vísir til bygnaðar
broytingarnar, sum gjørdar
eru í politinum.
Álvarsligt
Men mistrivnaðurin sting ur
djúpari enn so, og hann hevur
einki við blámusoppin at gera,
tí seinasta trivn aðar kanningin
varð gjørd langt fyri, at nakar
blámusoppur varð staðfestur
á politistøðini í Havn.
Í einum innanhýsis skrivi
rópar ein politistur varskó.
– Nú er botnurin náddur,
skrivar hann og vísir á, at so
at siga allar kanningar vísa,
hvússu ónøgd og frustrerað
starvsfólkini eru.
Evsta leiðslan kennir ikki
sína uppgávu.
– Leiðarar og millum leið
ar ar geva úttrykk fyri, at tey
einki vita um, hvat og nær
tingini henda, og tað er ikki
í lagi. Ein bygnaðarbroyting,
sum
hevur
staðið
uppá
í nærum fýra ár, er heilt
burtur við, ein og hvør leiðari
í privatu vinnuni hevði fingið
fótin, skrivar politisturin.
Vánalig leiðsla
Hann heldur, at tiknar av
gerðir ofta verða broyttar,
og at leiðsluni vantar álit á
leiðarum sínum.
Í brævinum kemur hann
inn á fyribilsloysnina við
at hava útrykningsdeildina
í bingjum í politigarðinum
orsakað av soppavøkstrinum.
Henda loysn átti ongantíð at
verið komin upp á tal.
– Í nøkrum málum er tað
lægsti felagsnevnari, sum
telur, og tað er tað í hesum
førinum, tí hetta er ikki ein
fyribilsloyn. Evsta leiðsla
hev ur verið alt ov veik í for
handlingsstøðuni, ella vilja
tey bara vera fitt við tey,
sum sita omanfyri, skrivar
poli tisturin.
Hann nevnir, at bingju
loysnin er brot á arbeiðs um
hvørvislógina, og trygdin er
so sum so.
– Eg haldi, at vit ikki skulu
finna okkum í hesum longur,
leiðslan eigur beinanvegin
at fáa hesar bingjur, hagar
piparið grør. Um leiðslan
ikki finnur út av tí, kunnu
vit hjálpa teimum við at seta
til tøk í verk, tað plagar at
hjálpa.
Politisturin sigur støðuna
í politinum vera so vánaliga,
at tað tekur langa tíð at
byggja ppaftur.
– Hetta eru viðurskifti,
eg kundi hugsað mær vórðu
umrødd við okkara fakfelag
í politiblaðnum, men av tí at
eg ikki kenni avleiðingarnar
hesaferð, velji eg hesa loysn,
skrivar politisturin.
Karen Marie Olesen, fúti
vil ikki gera viðmerkingar til
skrivið.
Hansara meining
– Einum og hvørjum stendur
frítt at hava sína hugsan,
men eg haldi, at hann átti
heldur at verið farin til sítt
fakfelag, sigur fútin.
Hon leggur aftrat, bingju
loysnin er ein neyðloysn.
– Tað er ein neyðloysn,
sum skríggjar til himmals.
Vit arbeiða við at finna aðra
loysn og vænta at byrja flyta
í næsta mánaði, sigur Karen
Marie Olesen.
Fútin Fær
Frammaná
Atfinningarnar hegla niður yvir ovastu leiðsluna í politinum, og seinasta trivnaðarkanningin
sigur, at ongastaðni í ríkinum er trivnaðurin í politinum so vánaligur sum í Føroyum
Umstøðurnar eru einki serligar í teimum báðum bingjunum í politigarðinum. Um onkur fær hug at gera seg inn á samskiftið hjá politinum, er lætt at sleppa til kaðalirnar
Mynd: Jens Kristian Vang