Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 11. apríl 2011 · Nr. 43 Sosialurin Leo Poulsen Eyðstein Jensen er havnar­ mað ur, men er samstundis røkt ing ar maður í haga parti­ num Junkarshagin í Nólsoy. Eyðstein Jensen er ein av ídnu seyðahundamonnunum í landinum og hevur fleiri dugna ligar seyðahundar, og stendur seg javnan væl í kapp ingum, bæði í Føroyum og uttanlands. Leygardagin var fjall dag­ u r í Junkars haga num, og Eyðstein Jensen var saman við tveimum øðrum staddur sunn an fyri Skriðuna í Fjarða líð á vestursíðuni á oynni. ­ Vit baksaðust við ein gjól ing og eitt ørt asin av einari ær. Vit høvdu fingið fat ur á ærini, og Linn var far in eftir gjólinginum, sum gekk niðast á eggini. Knapp liga varnaðist eg, at hon ongastaðni var at síggja, og eg bað tí annan av monnunum ganga suður­ eft ir, meðan eg sjálvur gekk nið an eftir, sigur Eyðstein Jen s en. Tað gekk tó ikki long tíð, áðr enn teir fingu eyga á Linn, sum lá á sjónum. ­ Eg ringdi beinanvegin til hin seyðamannin, sum er nóls oy ingur, og hann fekk beinan vegin fatur á Ivan Holm, ið eigur ein rímiliga skjótt gangandi bát. Hann fekk Bárð Poulsen við sær, og teir vóru á staðnum longu 15 minuttir seinni, sigur Eyð­ stein Jensen. Har Linn fór út av, er eing in hella undir, og tað var heppi á tann hátt, at var hon dottin niður á helli úr 15 metra hædd, bórust ikki boð í bý. Nú var trupulleikin tann, at hon ongastaðni slapp upp á turt. Eingin reaktión ­ Eg royndi at fáa hana at svim ja suðureftir móti einari gjógv, men komin fram var Linn so útlúgvað, at hon orkaði ikki at koma sær upp á turt. Eg sá, hvussu hon byrj aði at missa javnvágina og rulla runt, sigur Eyðstein Jen sen. Og at tað var í síðstu løtu vátt ar Bárður Poulsen. ­ Eyguni vóru púra blonk og har var als eingin reak­ tión. Men hon hevði kortini re fleks framvegis, og tá eg tók í hana og skuldi hála hana inn í bátin, glepsaði hon í undirarmin, sigur Bárður Poul sen. Teir høvdu tó ein kalva­ krók umborð á bátinum, og við honum fingu teir Linn innan borða. ­ Teir komu inn at gjónni og eg fekk lopið umborð á bátin. Síðani sigldu vit við full ari ferð aftur á Nólsoy, har bilurin hjá mær stóð, og kom nir at landi legði Ternan at, so eg slapp til Havnar beina n vegin, sigur Eyðstein Jensen. Linn kemur fyri seg Hann fór beinleiðis til djóra­ læk na við Linn, og hann máldi temperaturin. Ella royn di, tí hann var so lágur, at gradistokkurin sló ikki út, og hann mátar annars niður í 32,5 gradir. ­ Vanligur temperaturur hjá einum hundi er 38,5 grad­ ir, so Linn var ógvuliga illa fyri, sigur Eyðstein Jensen. Djóralæknin kundi stað­ festa, at einki var brotið, og nú, tveir dagar seinni, er Linn so spakuliga við at koma fyri seg aftur. ­ Tað er ikki altíð, at tað end ar so væl, tá ein hundur fer í havið. Og høvdu Ivan og Bárð ur ikki verið so skjótir, var Linn ikki á lívi í dag. Men tað er altíð eigarin, ið hev ur ábyrgdina, og hetta kundi verið mær ein dýrur læri pen­ ingi, sigur Eyðstein Jensen, sum er fegin um, at tað hóast alt spældi so væl av, sum tað gjørdi. So meðan Linn fór til Havn ar til djóralækna, fór Bárður Poulsen til vanliga læk na, har hann fekk tríggj­ ar pentur í undirarmin, har Linn hevði glepsað. Hundurin bjargaður í evstu løtu Tá menn vóru á fjalli í Junkarshaganum í Nólsoy leygardagin, var tíkin Linn hjá Eyðstein Jensen áhælsin og fór út av, fyrst niður á eina rók, og síðani einar 15 metrar niður sjógv Hvussu nógv hevði tú goldið fyri eina tablett, sum fekk teg at lesa fýra ferðir skjótari enn tú gert nú? Við sama ella betri minni, enn tú hevur nú? Hvussu nógvar tímar kundi tú spart í arbeiðinum ella lesnaðinum, um tú las fýra ferðir skjótari? Hvønn týdning hevði tað havt fyri virknið í tínum virki, um øll starvsfólkini kundu tað? Tíverri er eingin tablett, sum kann fýrfalda tína lesiferð, men kom til hetta snarskeiðið í Speed Reading – her verður grundarlagið lagt undir ein nógv øktan lesieffektivitet. Snarskeið í Speed Reading – mest yvirsædda lærugreinin í vísindasamfelagnum ”Det var en meget inspirerende indlæring, som jeg har haft stor fornøjelse af lige siden. Jeg har øvet mig i teknikken siden den aften i januar, hvor du løftede sløret for, at der fi ndes en helt anden og væsentlig mere effektiv måde at læse på, end den vi lærte i 3. klasse i skolen. Min læsehastighed er på én måned øget fra ca. 280 ord/min. til nu næsten 600 ord/min., så det er noget, der virkelig kan mærkes”. Sitat frá einum fyrverandi donskum luttakara. um a Stað: Hotel Hafnia, Tórshavn: Fríggjadagin 6. mai kl. 13.00 Læraraskúlahøllin, Tórshavn: leygardagin 7 mai kl. 10.00 ella kl. 14.00 Tilmelding: Gjaldið kr. 300,00 inn á kontu í Danske Bank, reg. nr. 3679 konto nr. 3679060481. Og viðmerk: navn á luttakara, teldupost adressu, og um tú vil luttaka fríggjadagin ella leygardagin kl. 10.00 ella kl. 14.00. Vel fl yting við longum boðum, fyri at fáa allar upplýsningar við í teigin. Undirvísari: Leif Bergmann, stjóri á Henley Business School. Skeiðið er á donskum, og heftið SpeedReading verður givið øllum luttakarunum. Telefon +45 7010 5005 www.henleynordic.com Linn er vikð at koma fyri seg aftur eftir dramatisku hendingina í Nólsoy leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen