mánadagur 11. apríl 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 11. apríl 2011 · Nr. 43
Sosialurin
SØRVÁG: 1. ársfjórðing í ár
hevur Sørvágs kommuna
fingið 7,6 mió krónur inn í
skatti.
Sama tíðarskeið í fjør var
upphæddin 7,3 mió.
- Hetta er ein øking uppá
slakar 283.000 krónur, ella
ein øking uppá 3,83%, verður
sagt úr Sørvágs kommunu.
Meginparturin av økingini
higartil
í
ár
stavar
frá
vøkstrinum í mars mánaði í
ár, sum var 254.216 krónur.
Kommunan hevur bara
í mars í ár fingið 2,9 mió
krónur, ímóti 2,6 mió í mars
mánaði í fjør.
snorri@sosialurin.fo
Kvøldskúlin í Vestmanna
hev ur sett sær fyri at gera
nakað munagott fyri at lætta
um hjá hesum bólkinum av
borgarum okkara.
Talið av teimum orð-
blindu er ikki so lítið, tí mett
verður at fimti hvør vaksin
føroyingur hevur brúk fyri
at menna sínar skrivi- og
lesiførleikar.
Hesin bólkurin hevur ikki
havt tað stóra tilboðið frá tí
almenna, og tí hava fleiri
snøgt sagt valt at flyta til
Danmarkar, har størri hjálp
er at fáa á miðstøðum fyri
henda hart rakta bólkin.
Men nú ætla tey í Vest-
manna sær at gera nakað fyri
fólk við orðblindni. Ætlanin
er nú at bjóða undirvísing,
sum fer at tey betur før fyri
at lesa og skriva.
Júst hetta er trupulleikin,
tí tey hava ilt við at lesa
bókstavir og tøl, fáa ikki
skriva øll orðini og býta
bókstavir um – eins og gjørt
er í yvirskriftini til hesa
grein ina. Tey hava eisini
trupul leikar at skriva ein
sam an hangandi tekst.
Tey ið hava hug fyri hesi
hjálpandi hondini kunnu
venda sær til Saritu Eriksen,
leiðara á kvøldskúlanum í
Vestmanna.
snorri@sosialurin.fo
Gjalda meiri í skatti
Eitt tilboð til
tey orðblindu
VESTMANNA Í Føroyum finnast tey ið kunnu kalla seg orðblind.
Hesi hava sínar trupulleikar, men nú fáa tey eina hjálpandi hond
B ELLA D
Tilboðið til tey orðblindu kundi verið nógv betri í Føroyum. Í Danmark
verða tey loftað munandi fyrri. Nú verður gjørt nakað fyri tey
orðblindu í kvøldskúlanum í Vestmanna (tilvildarlig mynd)
Fiskivinna
í fokus
Í komandi Oyggjablaði seta vit
fokus á fiskivinnu á landi og sjógvi.
Lesið í blaðnum mikudagin:
Jan kennir trukkin út og inn
Johann ger skipan til oljureinsing
Hjalti:
Baader
heldur
og
heldur
Báturin skal hella 41 stig
Arnfinnur heldur maskinuni gangandi
90 sangar til Ísraels
EBENEZER: Seinni í vikuni
leggja 90 spentir sangarar úr
kórinum í Ebenezer í Havn ta
longu leiðina til Ísraels.
Her er ætlanin at tey skulu
vitja um páskirnar í ár.
Men tey gera tó ein av-
stikkara á vegnum til Ísraels,
og bjóða tí til konsert í Norð-
ur atlantsbryggjuni í Keyp-
manna havn fríggja kvøldið.
Tað forvitnisliga við hesi
framførsluni er, at Ebe-
nezerkórið fer at syngja
sangir á ikki færri enn
trimum málum – føroyskum,
enskum og á hebraiskum.
Konsertin fríggjakvøldið
kl. 20 er ókeypis. Lagt verður
tó aftrat, at tað er avmarkað
við plássi á staðnum, og tí
verður heitt á fólk um at
møta í góðari tíð.
snorri@sosialurin.fo