mánadagur 11. apríl 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. apríl 2011 · Nr. 43
10
Sosialurin
Kjak
Eyðgunn Samuelsen
Vælferð ella niðurlaging
Fíggjarkarmarnir fyri 2010
snúgva seg um, at taka
støðu til, hvat fyri væl ferð
ar tænastur
okkara
sam
felag skal veita sínum borg
ar um í 2012 og frameftir,
og á hvørjum støði hesar
tænastur skulu verða. Onnur
síggja hetta sum ein spurning
um, hvat ið tað skal kosta at
reka samfelagið komandi
ár. Bæði sjónarmiðini eru á
sín hátt røtt, men tað veldst
um eyguni, ið síggja, hvar
denturin verður lagdur, og
tað veldst óivað eisini um,
hvat fyri samfelag ein ynskir,
at vit skulu hava.
Sum búskaparstøðan er
við halli í fíggjarlógini triðja
árið á rað, er tað natúrligt
at hyggja eftir, hvussu nógv
tað kostar at reka okkara
samfelag. Stóri spurningurin
er tó, um tað ikki eisini er
okkara skylda at taka støðu
til, hvat er tað fyri eitt
samfelag, vit vilja hava fyri
tann pening, ið vit játta.
Hvussu langt niður skulu
vit pína hetta samfelagið
við pleniklipparametoduni
heldur enn at spara við skili,
og harvið gera neyðugu til
lag ingarnar samstundis?
Tað góða samfelagið
Hvussu skal tað góða sam
felagið síggja út? Er tað eitt
samfelag, sum er so bíligt
sum gjørligt at reka, og tí
hevur so fáa tænastur sum
gjørligt, ella er tað eitt sam
felag, sum gevir øllum borg
arum mest møguliga vælferð
fyri so lítlan kostnað sum
gjør ligt.
Fyri Javnaðarflokkin er
tað góða samfelagið ikki
eitt samfelag, sum hevur so
fáar tænastur sum gjørligt
at geva sínum borgarum. Tað
er eitt samfelag, ið veruliga
gevur øllum borgarum somu
møguleikar at liva, at virka,
at útbúgva seg og skapa sær
eitt gott lív.
Eitt tað týdningarmesta
er at hava skil á búskapinum
og samstundis skapa karmar
fyri búskaparvøkstri. Eitt
sam felag, sum ikki hevur
vøkstur, er ikki eitt samfelag,
sum mennir seg í longdini.
Tað
verður
við
tíðini
fastfryst í eini støðu, sum
bara versnar, har tænastur
verða niðurpíndar soleiðis
sum vit t.d hava sæð tað í
fólkaskúlanum. Hetta hendir,
sjálvt tá ið vit lata standa til,
tí vit eru ov bangin fyri at
fremja broytingar.
Út við plenu
klipparanum
Hvussu fáa vit so skil á bú
skapinum í verandi støðu?
Er tað rætti vegurin fyri lita
leyst at spara hallið burtur
uttan mun til, hvussu hesar
sparingar raka, um tær økja
arbeiðsloysi, minka um livi
møguleikarnir hjá tænastu
vinnuni, geva okkara børnum
ein verri skúla og ikki geva
okkara gomlu tað røkt, ið tey
hava rætt til og brúk fyri?
Ja siga summi, bara hallið
verður burtur, so verður alt
betur, sjálvt um vit í royndini
at fáa hallið burtur oyðileggja
okkara samfelag. Sjálvt um
vit so at siga fara so fram,
at skurðviðgerðin eydnast
til fulnar, men sjúklingurin
doyði.
Fyri Javnaðarflokkin er
svarið ikki bert at spara,
men eisini at spara. Vit ávara
ímóti at spara samfelagið
niður í onki, tí hvat hjálpir
tað, at skuldin er burtur,
og vit hava tamarhald á
búskapinum, men samfelagið
er í sori.
Javnaðarflokkurin
vil
vera við til at fremja hóvligar
sparingar, har vit samstundis
gera okkum ómak ikki at
bróta vælferðina niður. Tað
ber ikki til at halda fram at
spara við pleniklipparanum.
Skuldarpanikkur
Vit hava nú í 3 ár skorið av
vælferðini. Í 2009 steðgaðu vit
vøkstrinum í útreiðslunum,
í 2010 hildu vit fram og í
2011 er krónutalið at reka
samfelagið við minni enn í
2010. Nú viðgera vit 2012, og
har er okkara uppskot, at
vit spara 42 mió, at vit økja
útreiðslurnar við 45 mió, og
at vit økja inntøkurnar við
40 mió.
Skoðsmálið, ið henda fíggj
arkós hevur fingið, bendur á,
at ein partur av tinginum ,
serliga ein ávísur flokkur, er
farin heilt í panikk. Teir royna
at billa føroyingum inn, at
samfelagið er við at fara av
knóranum. Skuldarfella og
rentudeyði rópað teir. Hvar er
skuldarfellan, tá ið veruleikin
er, at skuldin hjá landinum,
kann samanberast við ½
álíkning hjá eini kommunu.
Hvar er rentudeyðin, tá ið vit
skulu gjalda 1% (40 mió) av
okkara samlaðu útreiðslum í
rentu komandi ár og kanska
3 % í 2015.
Hesir pástandir bera brá av
ráðaloysi. Javnaðarflokkurin
metir als ikki, at støðan við
øktari skuld og rentubyrðu er
ein góð støða. Tvørturímóti,
so taka vit undir við, at vit
eiga at arbeiða okkum úr hesi
støðu og fáa hallið burtur,
helst í 2015.
Raðfesta ungdómin,
barnafamiljurnar
og eldrarøktina
Í 2012 velja vit, hóast búskap
arstøðuna, at raðfesta nøkur
fá økir. Vit raðfesta ungdómin
við at økja játtanina til
fólkaskúla, miðnám og hægri
lestur. Hetta tí vit ásanna, at
tey ungu eru framtíðin, og
vit tí mugu geva teimum
møguleikar at útbúgva seg.
Barnafamiljurnar fáa eina
øking í barnafrádráttinum
á 1000 kr pr barn, hetta tí
vit ásanna, at hesar familjur
eru hart kroystar við dýrum
livikostnaði
og
høgum
skatti. Triðja raðfestingin er,
at peningur er settur av, so
eldrarøktin kann økjast, so
hvørt sum nýggj røktarheim
verða tøk. Vit mugu tora at
raðfesta, sjálvt um vit hava
hall, um vit ikki skulu reka
okkara fólk av landinum.
Vegurin úr kreppuni
At arbeiða okkum burturúr
kreppuni merkir, eina bland
ing av hóvligum spar ing um,
tillagingum
av
almennu
tænastunum og at skapa for
treytir fyri búskpar vøkstri.
Higartil hevur samgongan,ið
var, í alt ov stóran mun
bert megnað at spart, í ein
evarska lítlan mun megnað
at tillaga tænastur og als ikki
skapt fortreytir fyri nøkrum
vøkstri í búskapinum.
Hetta er, útfrá okkara
bestu sannførðing ein gongd
leið úr kreppuni, har vit
fáa skil á búskapin uttan at
knúsa vælferðina.
Ein
ógvuslig
sparing
vil tálma einum komandi
búskapar vøkstri og hava tað
av leiðing, at vit niðurbróta
væl ferðar samfelagið fyri aft
aná at bjarga tí, tað gevur als
onga meining.
Serliga ikki, tá ið vit við at
brúka vit og skil, við at hava
eitt sindur av ísi í búkinum
og við at trúgva uppá fram
tíðina, kunnu varðveita væl
ferðina og samstundis fáa skil
á búskapinum, so samfelagið
aftur kann vaksa.
Helena Dam á Neystabø
landsstýriskvinna í mentamálum
Tjóðleikhúsið
loyst úr lagdi,
nú ræður
um ikki at
missa fokus
Á fíggjarlógini fyri 2011
eydnaðist tað loksins at
fáa til vega eina játtan
upp á 5 mió.kr., so at farast
kann undir at fyrireika at
byggja ein leikpall til Tjóð
pallin. Í mong ár hava at
kalla øll tingfólk víst á, at
umstøðurnar hjá okkara
yrkisleiklist eru so út av
lagi vánaligar, at talan er
um beinleiðis skomm.
Men mangan vísir tað
seg, at tað ongantíð rætti
liga liggur fyri at loysa tey
mest sjálvsøgdu málini.
Tey verða ofta yvirhálað av
eld sløkking ella av onkrum,
sum bráðfeingis stingur seg
upp, og sum als ikki kann
bíða.
Tjóðpallurin er nokk
ein av teimum stovnum, ið
kennir hesa afturvendandi
søgu eina best. Og kanska
var seinasta leikverk teirra
– eitt alvorligt “hint”, at nú
er tolið uppi, nú er bíðað
nóg leingi eftir...!
Í sambandi við viðgerðina
av Saltsiloverkætlanini á
Drelnesi og av játtanar
kørm unum fyri 2012 og
fram til 2016, er tað skilligt,
at alt liðið, sum mannar
tjóðpallin hugsar, at har fór
“Pallurin”.
Men eg haldi ikki, at vit
skulu hugsa so, tvørt urímóti,
skulu vit nú bíta á kampi,
og gagnnýta tær játtanir,
sum eru á fíggjarlógini í
ár, sum koma næsta ár, og
árini frameftir, og tryggja
at byggiskrá verður gjørd,
semja fingin í lag við
Tórshavnar Kommunu um
staðseting, arki tekta kapp
ing útskrivað, byggiprojekt
teknað og formulerað, ein
kostnaðarætlan gjørd, og
at ein verklagslóg verður
løgd
fyri
Løgtingið
til
samtyktar.
Væl veit eg, at vit ikki
byggja ikki eitt tjóðleikhús
fyri 7 milliónir í ár og næsta
ár, men fyrr enn vit hava
eitt meira ítøkiligt projekt,
ber heldur ikki til at meta
um tey røttu tølini.
Tá allar hesar fyrireik
ingar eru gjørdar – og tað
nýtist ikki at taka so langa
tíð tá eru fyritreytirnar
fyri tingsins viðgerð av
einum nýggjum tjóðleikhúsi
heilt øðrvísi. Tá ivist eg
onga løtu í, at vit hava eitt
projekt, sum eingin hevur
ráð ella samvitsku til at siga
nei til.
So nú ræður um ikki at
missa fokus. At vit hava
loyst málið um okkara
tjóð leikhús úr lagdi, er ein
týdningarmikil
táttur
í
mentanarpolitikkinum.
Bygginenevnd at fyri
reika byggingina av tjóð
leik húsi til Tjóðpallin er
sett og farin til verka, og
í seinasta lagi 1. juni 2011
skal nevndin handa lands
stýriskvinnuni sína frá
greiðing og sítt tilmæli.