mánadagur 11. apríl 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 11. apríl 2011 · Nr. 43
Sosialurin
Síðani eg varð valdur í Tórs
havnar býráð hevur eitt av
mínum hjartamálum verið at
fáa fótbóltsvøll staðsettan og
gjørdan í Hoyvík.
Havi í fleiri umførum lagt
hettar fyri samgonguna í
Tórshavnar býráði við sak
lig u m grundgevingum um
fólkavøkstrur og at tryggja
góðar umstøður fyri okkara
borgarar í økinum. Havi víst
á Dalin langa niðanfrá Hoy
víks høllini sum best egnaða
stað til vøllin, grundað á veð
ur umstøður, tilkomu, stødd
av øki v.m.
Helt at allar flestu sam
gongu limir tóku undir við
hesi skilagóðu ætlan, men
málið fær brádliga eina vend
í 2010 har m.a. býráðslimurin
Levi Mørk mótarbeiddi ætl
an ini, og tók ikki undir við
mínari ætlan, um at stað
seta vøllin í Dalinum langa,
men staðsettu vøllin á vind
harðasta plássið á Hoyvíks
hæddini við Skúlan á Løg
manna breyt.
Málið er frá mínari síðu
ongantíð slept í samgonguni,
og tá nú Levi Mørk í grein
á
Vágaportalinum
ger
mína ætlan til sína egnu,
er neyðugt at tala at og
greiða frá hesum í rætta
samanhanginum. Tað er ikki
Levi Mørk sum hevur lagt
hetta fram á sam gongufundi,
men undir ritaði.
Tað er tó hugaligt, at Levi
Mørk nú loksins er komin til
somu niðurstøðu, sum eg havi
lagt fram fleiri ferðir, men
eitt lítið sindur av politiskum
fair play má krevjast sjálvt
av Levi Mørk.
Gott at tú ert komin til
arbeiðis!
Jákup Símun Simonsen
býráðslimur Tjóðveldi
Fótbóltsvøllur í Hoyvík
politiskt fairplay harra Levi Mørk!
Kári á Rógvi
løgtingsmaður og formaður
Sjálvstýrisfloksins
Stýri aftur í
Sjálvstýri
Føroyska framburðsrørslan
hevur alt ov leingi latið
afturhaldið lýst kjakið sum
val í millum ‘det bestående’
og so loysing. Vit mugu seta
dagskránna aftur: fram
burð!
Sjálvstýrisflokkurin er
framhald av Føroya Fram
burðsfelag ið stovnað var
í 1903. Hetta felag stillaði
upp til løgtingsvalið 1905
og fekk góða undirtøku.
Felagið hevði á dagsskrá
skúlaskap, nýggjar vinnur,
javnstøðu, mál og mentan
og annað á framburðsleið.
Um hetta mundið eydn
aðist tingmonnum føroy
inga í Danmark, teir vóru
Christian
Bærentsen
á
landstingi og Jóannes Pat
urs son á fólkatingi, at fáa
í lag avgjald á stórhval
veidd an undir Føroyum.
Tað málið kann sammetast
við bæði yvirtøku av undir
grundini og ikki minst
ætlan okkara um at flyta
skattabyrðuna yvir á til
feingi. Eins og stórhval
kundu vit lagt gjald á
makrel og harvið bæði
fing ið pengar í kassan
og tryggja okkum, at tey
vinnu liga skila bestu sleppa
fram at; bú skapur veksur,
lønir
vaksa,
undir skot
minka.
Ísland fekk í sama tíðar
skeiði heimastjórn – og
føroyingum stóð í boði í
1906 at fáa størri heimildir
at stýra landinum. Men
tíverri kom val í ótíð hetta
árið, har pressan eins og nú
ávaraði ímóti separatistum
og óðum verkum; eftir
ólav søku 1906 boðaðu so 13
tingmenn, at teir nú sótu
saman í flokki undir heit
inum ‘Sam bands menn.’
Fr a m b u r ð s r ø r s l a n
varð veitti lokalt navnið
‘Fram burðsfelag’, men lat
tí verri afturhaldið definer
að
okkum
sum
‘Sjálv
stýris menn’ Sjálvstýri v.
Samband gjørdis kjakhøpið
í Føroyum næstu øldina,
heldur enn: ‘hvussu fáa vit
framburð?’
Nú er tímin komin aftur
at taka framburðin fram í
ljósið. Skúlaskapur, nýggj
vinna, javnstøða, mál og
mentan, eins og nýskipan
av verandi fyrisiting og
hevdvunnari
vinnu
eru
framvegis líka neyðug (og
líka forsømd). Vit mugu
tosa um framburð aftur.
Kundu vit útint mangt
eitt roysnisverkið
Nú er so vanligt at skifta
samleika. Kanska kundi
Sjálvstýrisflokkurin fingið
nýtt búmerki og itið Stýra
ella Framá. Men slíkt krevur
helst
drúgvari
viðgerð.
Sum floksformaður vil eg
tó uppundir brátt komandi
valið lova hereftir at leggja
dent á at fáa ‘Stýri’ aftur í
Sjálvstýri.
Vit mugu leggja dent á,
at vit vilja stýra landinum.
At vit vilja umraðfesta, at
vit duga at skipa stovnar
betur, antin teir so svimja
ella fyrisita, at vit tora at
leggja rímiligar byrðar á, at
vit megna at taka av aftur
skipanir ið eru farnar av
tíð.
Hetta
má
síggjast
í
verki meir enn í orðum.
Eins og hvalagjaldið má til
feingisgjald koma í okkara
tíð. Men samstundis má
lønarskatturin minka, so
hugurin at virka veksur,
færri flyta av landinum og
lønin hjá teimum lágløntu
munar meiri.
Lestrarpláss mugu skap
ast av mongum slagi, yrkis
útbúgving, eftirút búgving,
hægri útbúgving eisini fyri
tey tilkomnu og tey ið bert
kunnu lesa parttíð.
Men hvat so við yvir tøk
um og hvussu við fullveldi?
Hesi mugu bert nýtast sum
miðlar. So hvørt vit stýra
landinum meira, so hvørt
síggja vit fleiri málsøki ið
vit mugu taka á okkum,
so hvørt ráðini batna og
førleikar mennast, kunnu
vit seta okkum størri mál
og taka longri stig.
Levi Mørk
býráðslimur
Ditto Harra Jákup Símun
Simonsen býráðslimur!
Nú síggi eg á vágapor tal in um
í kvøld, at Jákup Sím un fær
ilt av, at eg vil hjálpa honum
og Hoy vík við at fáa nýggjan
fót bólts vøll til Hoyvíkar, t.e,
er nýggja staðseting av fót
bólts vøll inum í Hoyvík.
Jú, Harra Jákup Símun
Símunsen,
býráðslimur,
hev ur havt málið um stað
set i ngina fyri á samgongu
fundum í býráðnum, lat tað
nú verða sligið fast.
Eg vísi bara til í mínum
skrivi, at nú stendur tú ikki
einsamallur í hesum málið og
nú eri eg eisini bjóðaður við í
hesum dysti, og eg taki av tí
tilboði sum eg havi fingið frá
fót bóltsáhugaðum í Hoyvík
við, at fáa ein nýggja fót
bólts vøll til Hoyvíkar. Møgu
liga okkurt hendir nú, tá ið eg
eri farin til arbeiðis???
Góði Jákup Símun! Haldi
bara at tú mást hava eitt
sindur av hjálp við hes
um
fótbóltsvølli.
Eg
vil
bara fegin hjálpa tær upp
á sama máta sum, tá ið tú í
miðlunum herfyri frøddist
um, at ungdómsvirksemi
Klubb 188 í Hoyvík var komið
á fíggjarlógina fyri 2011. Eg
svaraði tær ikki aftur tá, men
geri tað so nú.
Tú veit líka so væl sum eg,
at skipað tilboð til ung dómin
í kommununi eru partar
av mínum hjarta málum í
hesum val skeiði. Men eg fái
ikki nakað ígjøgnum politisk
einsa mallur. Nei her mugu
fleiri atkvøður til. So tá ið tú
fórt út í miðlarnar herfyri
við nýggja ungdómshúsinum
KLUBB 188, tá var talan ikki
um nakað fairplay frá tínari
síðu. Eg havi skrivað og barst
fyri
ung dómshúsinum
í
Hoyvík í fleiri ár, um tú skuldi
ivast í tí, og tað havi eg havt á
skrá til samgongufund í 2 ár.
Hinvegin havi eg brúk fyri
tær í mentamála nevnd ini
fyri at fáa ymisk polit isk mál
ígjøgnum, líka so væl sum tú
hevur brúk fyri mær í byggi
og
býar skipanarnevndini
fyri at fáa nýggja staðseting
til fót bóltsvøllin í Hoyvík
ígjøgnum. Soleiðis er poli
tikk ur jú einaferð Jákup
Símun. Eg havi bara játt
að at hjálpa til, tí eg føli at
avgerðin í byggi og býar
skiparnarnevndini var skeiv
og tað vil eg hjálpa tær við at
rættað uppá.
Hinvegin havi eg ikki
nakað ímóti, at vit í sam
gonguni
er
felags
um
polit isk mál. Fótbóltur og
ítróttur hevur eisini mín
áhuga í mínum arbeiði sum
býráðs limur hjá Tórshavnar
kommunu.
Tað er annars er gleðiligt,
at tú følir at tú hevur verið
nóg mikið til arbeiðis við at
staðseta
nýggja
fótbólts
vøllin í Hoyvík. Eg haldi bara
sum búgvandi í Hoy vík, at
her skal meira arbeiðs orka
til.
Tí síggi eg ikki meira í
hesum skrivi enn »ditto«
til Jákup Símun Simonsen.
Lat okkum báðar, nú fara til
verka.
Við nýggjari arbeiðs orku.